Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. apríl 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult19 cyan19 magenta19 svart19 gult18 cyan18 magenta18 svart18 Sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2001 5 ing, sum fylgir í kjalar- vørrinum av Prix Føroy- um, skuldi helst framt seri- øsa venjing og góðar fram- førslur. Men skulu vit tosa um góðan tónleik ella sam- anspæl? Og hvat og hvør leggur støðið. Pástandurin, at føroysk- ur prix-tónleikur í ár var á serliga høgum støði, setur okkara tónleikasøgu í eitt undarligt ljós. Siga vit tað sama í 2003? Støðug fram- gongd og hækkandi støði. Nei, tónleikur má vera annað enn matematik ella læran um svingningar. Er bólkurin 200 betri enn MC Hár var í 1999? Týr betri enn Aria? Tangz betri Tangz? All That Rain betri enn Kjølar? Click- haze betri enn Taxi? Ella er størri virði í sangunum hjá Clickhaze enn í poppsangunum, sum Jørgin Dahl smíðaði í sjeytiárunum? Eg loyvi mær at ivast. Og hvør legði seg eftir tekstinum hetta kvøldið? Góðir tónleikabólkar koma og fara. Tekniskt er altíð langt á mál. Og kanska er eitt fitt petti eftir enn, áðrenn vit røkka heimsnøvnum sum Abba, Sting og Toto. Tí áttu vit kanska at hugsa øðrvísi til slíkar kappingar. Umframt vinn- ararnar kundu vit hóskandi givið eina Grammy (les Fróða ella Tobba) fyri besta sangin, framførslu og samanspæl. Møguleikar uttanlands Skulu vit bróta nakran múr, skulu vit í fyrst og fremst trúgva á okkara egnu evnir og originalitet, og í aðru syftu laga okkum eftir útlendskum agentum, sum annaðhvørt ár koma hendanvegin at døma tón- leikalívið. Eg haldi, at Teitur Lass- en, fyrrverandi Prix Føroya vinnari, Óli Poulsen, før- oyskur produsari í útlegd, Sigrid Rasmussen, song- kvinna í Noregi, og Rann- vá Joensen, sangari í Creamy, longu hava prógv- að, at vit hava møguleika. Hugskotið at seta pening í útgávufeløg og útbyggja verandi og komandi studio her á landi, bæði hvat tøkni og vitan viðvíkjur, er ein gongd leið. At tveir av okkara bestu bólkum verða umboðaðir á smærri festivalum í Dan- mark er ikki serliga slóð- brótandi, men ein góð mot- ivatión. Hinvegin er tað trupult at ímynda sær, hvussu vit byggja og reka ljóðstudio í Føroyum, um tað gerst siðvenja, at Mentamálastýrið letur vinningar, sum senda bólk- ar av landinum at spæla tónleik inn. Brim og hvalablástur Prix Føroyar var í ár merkt av kappingini at vera øðr- vísi og nýhugsandi. Hetta eydnaðist í stóran mun, men tað hevur eisini sín prís. Hví skal fuglaljóð, brim og hvalablástur partú hoyr- ast í føroyskum tónleiki? Er hetta ikki romantikkur av fyrstu skuffu?! Sjálv- andi vilja føroyingar skriva eksotiskar sangir, men í teksti og tónleiki hava vit, eins og øll onnur fólkasløg kring heimin, fullan rætt at skriva vakrar banalar pop- sangir um kærleika, dreymar og longsul. Kanska var tað júst hetta, sum manglaði í Norðurlandahúsinum sein- asta leygarkvøld. Hóast bólkarnir hvør í sínum lagi høvdu góðar framførslur, so var vóru nærum ongir popsangir at hoyra. Á pallinum var ong- in kassagittar, sjálvt um Føroyar er eitt akustisk gittarland við streingjaljóð- føri í mongum heimi. Og dur-sangir, sum eiga lívið í nógvum av heimsins størstu hittum, vóru nóg illa at hoyra. Men tað sum var, tað svingaði, og 21. apríl sleppur at standa sum ein væl laðaður varði í før- oyskari tónleikasøgu. Vit kunnu við góðum treysti stevna víðari. Áhug- in fyri tiltakinum er vaks- andi, og hugsandi er tí, at útheimurin sjálvur finnur aftur á góða nýggja miðið í Atlantshavinum. Fundir, fyrilestar, sam- røður og kjak. Samstarv og góður vilji. Nýggir tankar og møguleikar. Fokus er sett á føroyskan tónleik. Hesaferð var tað rockurin. Næstu ferð verður tað kanska poppurin. Vinnarin verður tó altíð tónleikurin. Í fleiri ár er hevur verið pløgt og sáðað í gróðrar- ríkum lendi. Vit kunnu frøðast um tær mongu blómurnar og bíða eftir til summarið kemur. – Skulu vit bróta nakran múr, skulu vit í fyrst og fremst trúgva á okkara egnu evnir og originalitet, og í aðru syftu laga okkum eftir útlendskum agentum, sum annaðhvørt ár koma hendanvegin at døma tónleikalívið, skrivar Steintór Rasmussen. Mynd: Jens Kristian Vang 4 Sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2001 Steintór Rasmussen Vit uppliva tað ferð eftir ferð. Vit kenna rúsin aftur. At vera til staðar ta røttu løtuna. Vit geva og mót- taka rósur. Vit lata okkum bergtaka og svinga saman. Vit hava jú okkara stíl og okkara favorittar. Mong elska at hoyra Rók Jákupsson og Eivør Pállsdóttir syngja. Onnur at hoyra Torbjørn Jacob- sen og Theresia Wairima tala. Seinasta vikuskiftið stóðu vit saman. Vit telgdu gudar og funnu nýggja vón fyri framtíðina. Karráur rockur Eg var eisini við. Ikki til møtið í Runavík, men til eina stak góða og spenn- andi tónleikafinalu í Norð- urlandahúsinum. Tað er eitt sindur síðani, at eg yvirgav meg til tiltakið, og Prix Føroyar er eisini vorðið mítt hjartabarn. Í mínari verð hevur tað ongantíð verið nakar ivi um, at føroyingar eiga eina ríka mentan, og at okkara sangarar og tónleikarar skulu bjóða seg fram, bæði her heima og uttanfyri landsoddarnar. Ikki bara tosa, men gera tað! Norðurlandahúsið, sam- an við almennu loftmiðl- unum, er farið ítøkiligt til verka, og Prix Føroyar er í dag ein sera góður pallur hjá amatørur og tónleikar- um sum stíla enn hægri. Vit eru á rættari kós. Tað ber framá. Tað sjáldsama vakra húsið eigur eisini eina orkukeldu í medarbeiðar- um, sum tora at hugsa út í minstu krókar í landinum og út í stóran heim. Tað er gull og alla æru vert. Kjallarabólkar bjóða seg fram í undankappingin. Teir meira garvaðu koma víðari. Tað verður vant og mett um møguleikarnar at koma til heiðurs ella til Nibe. Ung og tilkomin gera av, um kvøldið skal nýtast frammanfyri skíggjanum, ella um ein skal fara eftir tí ektaðu vøruni, sum einans fæst í tí innbjóðandi mentanarhúsinum í høvuðsstaðnum, sum letur dyrnar á víða vegg og sleppur sjálvari fólkasálini inn í glæsiligu hølini. Tann karráa rokkin! Sangfuglurin úr Gøtu Aftaná at okkara poetiski mentamálaráðharrin hevði vælsignað og gjørt rokkin til vinnara av kvøldinum, kom Týr á pallin. Í andan- um av føroyskum stevi og betongi fyltu teir húsið við aldargomlum kenslum og melodiskari nýhugsan. Hetta boðaði frá góðum. Ljóðið í salinum var fram- úr gott, og tá andaligu rockarnir úr Klaksvík, I am, tóku yvir, vóru øll tek- in í sól og mána um, at hetta fór at verða ein brak- andi hørð finala við otta væl fyrireikaðu bólkum, sum allir høvdu okkurt gott at bjóða uppá. Og so var eisini. Ella næstan!? Sjálvur felli eg ikki nakran dóm yvir einstaku bólkarnar. Tað sluppu onn- ur at gera, tíbetur. Og eis- ini fylgdi mestsum alt Før- oyaland gongdini í sjón- varpi og útvarpi. Mong mundu tó hava varhugan av, at frálíka og eyðkenda songrøddin hjá Eivør Pállsdóttir fór at gera mun. Og so varð eisini. Her var reinleiki, kenslur og støði. Sangfuglurin úr Gøtu tók teir evnaríku Clickhaze við sær upp á ovasta rók hetta kvøldið. Tillukku við øll somul! Uppruni og samanspæl Men eg havi hug at seta spurnartekin við ta út- breiddu mannahugsanina, at vit skulu stremba eftir tí originala, og at bólkarnir nú eru vorðnir so nógv betri. Tey krøv og tann kapp- HUGLEIÐINGAR UM PRIX FØROYAR. Hví ikki bara siga sum øll onnur? Alt var ótrúliga gott og væl fyriskipað. Øll orkestrini spældu fantastisk. Tað var á høgum støði. Føroyskur tónleikur er í stórari menning. Og Prix Føroyar fekk rætta vinnaran?! Tá tað er sagt, er ikki alt sagt Hvar fór kassagittarin? Pástandurin, at føroyskur prix-tónleikur í ár var á serliga høgum støði, setur okkara tónleikasøgu í eitt undarligt ljós, skrivar Steintór Rasmussen millum annað í hesi grein um Prix Føroyar kappingina. Mynd: Jens Kristian Vang