Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. apríl 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult17 cyan17 magenta17 svart17 gult16 cyan16 magenta16 svart16 Sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2001 3 Frits Johannesen 24. februar hevði Gunnar Hoydal eina sera hugvekj- andi grein í Sosialinum um landsins støðu til umheim- in, til Nyrup og Nyrup- klappararnar heima á landi, men eisini um at fáa eitt nýtt støði at standa á og síggja heimin frá einum nýggjum biti. Tað er gott at vera hagfastur og hoyra upp í fylgið, hóast tað er lítið og lata hugsan, tankar og avrik fara til grannahag- arnar og longur enn tað, men hóast tað, at tú fert av haga, so hevur tú títt kenn- ingar- ella hagamerki – tú eigur tín rætt til summar- bit, vetrarbit og rætt til undirlendið. Hesin heims- hagin, vit ganga í, skuldi kunnað givið øllum so mikið, at nóg mikið var til øll. Tað varð so nógv at hugsa um, tá ið greinin varð lisin. Hetta var ein av teimum greinunum, sum tú kemur fram á, sum eisini viðgerð samfelagsstøðuna í djúpari merking. Tað tykist mær sera sjáldsamt, at hetta ikki verður tikið upp á tungu longur. Sjálvandi hava vit tað gott í Føroy- um, men eg tori at siga, at ongatíð hevur munurin verið størri ímillum tey, ið vinna væl av peningi og tey, ið vinna minni. Tað er løgið, at einasta loysnin er kapitalfrælsi, frían kapital- flutning, monopolfram- leiðsla, samrunið millum stórar fyritøkur, so tær blíva upp aftur størri, mon- opolmatvørusøla, privat- seringar o. s. fr. Ja, alt skal vera stórt, so at vit kunnu klára okkum í globaliser- ingini. Tey síðstu árini, hevur stórkapitalurin havt fríar teymar. Eftir skammari stund fer hann úr einum stað í annað, ja, so skjótt mangan, at tað eru teldurn- ar, sum hava gjørt hetta fyri eigararnar, uttan eigar- in sjálvur hevur havt hóm- ing av hesum fyrr enn aft- aná, og ringt er at tálma hesum umfari. Samrunin t. d. millum bankar í Evropa fer tey komandi árini at gera, at fleiri túsund fólk verða arbeiðsleys í banka- verðini. Hetta er bert eitt dømi. Nú hevur rørslan Attach sæð dagsins ljós. Hon er sprottin í Frankaríki mill- um umhvørvisfólk, sum ávara ímóti tí snerpna heimsveldinum í peninga- verðini. Var tað ikki Oluf Palmi, sáli, sum var ein tann fyrsti, sum fór at tosa um Sunnaru hálvu og Norðaru hálvu, tá ið um kapitalin galt? (Tað var kanska tí, hann varð tikin av døgum). Tað fara 50 milliardir krónur suður um, og tað koma 150 milliardir krónur norðurumaftur. Ein dansk- ur ráðharri var næstan etin av sínum starvsbrøðrum, bara hon nevndi, at vit mugu nú fara at taka okk- um av teimum fátæku, ið flýggja norðurum. Hvat skulu hesi stakkals fólk gera? Hvørjum er at bíða eftir, tá ið tú einki eigur uttan tín egna kropp? Ja, ilt er bæði at vera fátækur og tykkin. Ríkidømið hevur floymt til Evropa og Amerika sunnanífrá og gjørt okkum rík, ja, so rík, at vit eru greivar í suðurlendinga fát- ækramanna eygum. Nú er tað ikki bara peningurin, ið kemur nurðurum, men nú floyma fæloysingar yvir Evropa og Amerika sum ongatíð fyrr. Tjúgu tey seinastu árini, hevur heim- urin aldri sæð til so stórt fátækradømi sum júst nú, sostatt eru tey, sum eru fát- æk, blivin uppaftur fátæk- ari. Minnist Uffa Elleman Jensen, fyrrverandi uttan- ríkismálaráðharra, taka nøkunlunda soleiðis til orðanna fyri nøkrum árum síðani, tá ið hann var spurdur, hvat var at gera fyri at steðga hesum floymi? – Jú, tú kundi girða teg inni – byggja ein múr kring Evropa og seta maskinbyrsur upp á múrin og fara undir at skjóta hes- ar flóttar. Hetta varð sagt í tí anda, um vit ikki hjálpa, har neyðin er størst – royna at vera við til at skapa frið og hjálp til sjálvhjálp, so verður ein galin endi. Hvat fer at henda, ella hvat fara vit at gera, um t. d. 50 mió russar fara at koma hendavegin, bara so mikið sum at fáa tugguna av tí, ið vit eiga? Ella 50 mio afrikanara standa við norðurendan av Afrika og vilja sleppa yvir um Gibr- altarsundið? Brúka vit maskinbyrs- urnar, verður ein deymur av líkroyki at røkka til ytstu endar í okkara heims- parti – tí ríka partinum. Tá nytta lítið raketverndar- skjøldrar, ella multination- alar fyritøkur, ella fríur kapitalflutningur, ella nei til Kiotoavtaluna o.s. fr. Tað ringasta, sum Vár- harra gjørdi var, at hann setti okkum at ráða yvir øllum. Eg veit ikki, um hann meinti við evropearar og amerikumenn. Tað sær soleiðis út. Men tá ið hann gjørdi hetta, var tað við tí fyri eyga, at vit skuldu hava ábyrgd yvir fyri næst- anum, dýrunum og natúr- uni. Hvussu fara vit við tí føroysku natúruni? Vit leika í, sum tað galt okkara síðsta dag. Hava vit rætt til hetta? Hvussu fer okkara land at síggja út, tá ið 300 ár eru farin – ella, tá ið tann síðsti oljudropin er pumpaður úr undirgrund- ini? Fullveldið er í eygsjón, og vit fara kanska í okkara hagaparti at hava so nógv- an áseyð, at tað verður rík- iligt til øll, nú oljan prutlar undir lokinum. Men tað nýggja støðið, sum vit fara at síggja heimin út frá, verður eitt sindur forborgið í mangar mátar, tí hesir multinationalu risar sum t. d. Shell hava ikki bara gott orð á sær. Tað er ikki sørt við frekleika, teir eru farn- ir fram í Nigeria, har Nig- erósin er saksalopin av oljudálking. Tað vanliga fólkið hevur lítið og einki fingið burtur úr hesum ríkidømi. Hvussu skulu vit nú kaga undan væðingini, hyggja útum og fyrsta vit síggja, tað eru jákupskelj- ar, sum eru festar á før- oyskar mannakroppar í hópatali? Gunnar Hoydal skrivar í síni grein, at hann sum heimsborgari er sambands- og javnaðarmaður. Hetta er so sera væl sagt. Hetta átti at verið aðalhjarnan í øll- um. Úr hesum tankasprota eru nógv góðmenni farin út á tær markinar, har ójavnin er størstur. Nú hava vit fingið Attacrørsl- una afturat. Óiva fara fleiri slíkar rørslur at taka seg upp í næstum, og vónandi fara politikarar at taka hes- ar rørslur til sín. Tað er her, at tampurin brennur, at demma upp fyri ólíkindum frá stórkapitalinum. Fyri ikki so mongum ár- um síðani gingu listafólk og granskarar hond í hond og vístu á skeivleikar í samfeløgunum vestanfyri. Politikar tóku hesar ásk- oðanir til sín og førdu tær út í lívið, men tað sýnist sum um, at hesi fólk hava verið ring at fingið eygað á tey seinastu árini. Eitt er tað, at vit hava globaliser- ingina á munni, men hevði globaliseringin fingið sín politiska dám, kundi nógv verið vunnið. So fekk fólk- ið sína ávirkan á tað, sum fór fram. T. d. Ikea hevur sett sær fyri, at hvørja ferð eitt træ verður tikið upp við rót til teirra fram- leiðslu, plantar henda fyri- tøka tvey trø afturat. Hetta er ein góður tanki og ein góð handling. Indiánin segði: Hvussu kann eg eiga jørðina, tá ið eg ikki eigi luftina, sum eg andi í meg? Alt er eitt lán, og eitt lán skal koma læ- andi aftur. Lánið skal ikki gera tað, at nøkur fá eiga alt, meðan stórsti parturin av heimsborgarunum einki eiga. Jú, eg eri javnaðar- maður…! POLITISKAR HUGSJÓNIR — Hvussu kann eg eiga jørðina, tá ið eg ikki eigi luftina, sum eg andi í meg? Alt er eitt lán, og eitt lán skal koma læandi aftur. Lánið skal ikki gera tað, at nøkur fá eiga alt, meðan stórsti parturin av heimsborgarunum einki eiga Eg eri….. FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI Sosialurin Nógv fólk var samankom- ið til avdúkanina. Formað- urin í Háskúlafelagnum, Sam Hansen, helt røðu og nevndi, hvønn týdning hesir báðir hava havt fyri landið, og at tað var breið semja um, at ein minnis- varða høvdu teir uppibor- ið. Sam Hansen segði, at felagið var ovfarið av teirri stóru undirøtku, sum áheit- anin um peningastuðul til tiltakið fekk. Sendu heilsanir – Eisini frá gomlum lim- um í útlandinum fingu vit stuðul, og hóast tað er lítið pláss at skriva á eina post- ávísing, so høvdu summir teirra skrivað eina lítla heilsan, t. d. »Teir høvdu tað uppiborið«, »Eitt gott tiltak«, og »Er tað ov lítið, so sigið frá«, nevndi Sam Hansen í røðu síni. Síðani avdúkaðu Anna Herman- sen og Jóannes av Skarði minnisvarðan yvir tað er fedrar teirra. Tað er Fridjof Joensen í Klaksvík, sum hevur evn- að tann snotiliga minnis- varðan og træskurðin til. Varðin stendur á vøllinum uttan fyri Háskúlan. Hættaði sær ikki Tað var ætlanin, at Sanna av Skarði,skuldi avdúka minnisvarðan, men tá tað leið út á dagin, hættaði hon sær kortini ikki. Sanna fylti 100 ár fyri góðari viku síðani. Í staðin bar Jóannes av Skarði heilsu frá móður síni til teirra, sum vóru samankomin til avdúkanina. Aftaná var samkoma inni á háskúlanum, har Heðin Brú helt røðu. 2 Sosialurin Nr. 81 - 28. apríl 2001 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: eirikur@sosialurin.fo Blaðstjórn: Eirikur Lindenskov KAPPING UM TÍÐINDI Eirikur Lindenskov Eftir at hava havt tíðinda- sendingina »Dagens ny- heder« á skránni í sjey ár, hevur danska TV3 nú gjørt av at gevast. Kapp- ingin við stórubeiggjarn- ar, Danmarks Radio og TV2 er ov stór, og sjón- varpsstøðin fer tí í fram- tíðini at nýta kreftirnar upp á ítrótt, film og und- irhald. Í tíðindaskrivi frá Danske Dagblades Foren- ing verður sagt, at tíðind- atilfar kortini fer at verða viðgjørt í ymsum aktual- itetssendingum. Føroyingar, sum síggja TV3, hava eisini kunnað lisið tíðindi frá Jyllands- Posten á tekstvarpinum hjá TV3, men hetta verður eisini søga. Stóra danska blaðið hevur fingið at vita, at tað ikki longur skal gera hesi tíðindi. Hetta skal støðin í framtíðini gera í sam- starvi við deildina New Media, sum eisini fær ábyrgdina fyri virksemin- um hjá sjónvarpsstøðini á internetinum, eins og at royna at blæsa nýtt lív í digitalt sjónvarp. Roknað verður kortini ikki við nakrari kollvelt- ing á tekstvarp-økinum. – Har verða framvegis tíðindi og ítróttur, men vit fara at royna at saman- tvinna tekstvarp við okk- ara sjónvarpssendingar, sigur Christian Kemp, sum er leiðari í New Media deildini. Hvussu framleiðslan av tíðindunum til tekstvarp hjá TV-3 skal gerast í praksis, er enn ikki av- gjørt. Flaggdagin 1976 varð minnisvarðin yvir teir báðar háskúlamenninar, Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen, avdúkaður. Vit endurgeva úr Sosialinum 28. apríl 1976. Reistu minnisvarða yvir háskúlamenninar TV3 gevst við tíðindum Dagens Nyheder á TV3: Signe Krarup hevur seinastu tíðina verið andlitið í tíðindasendingini, sum nú fer í søguna… Frá avdúkanini. Á myndini síggjast m. a. Steinbjørn B. Jacobsen, háskúlastjóri, og Sam Hansen, formaður í háskúlafelagnum Jóannes av Skarði avdúkar minnisvarðan yvir faðir sín, Símun av Skarði