Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. apríl 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 81 • leygardagur • 28. apríl 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Aerosmith - gamlir menn vísa veg Lesið á síðu 10-11 Hvar fór kassagittarin? Pástandurin, at føroyskur prix-tónleikur í ár var á serliga høgum støði, setur okkara tónleikasøgu í eitt undarligt ljós, skrivar Steintór Rasmussen millum annað í hesi grein um Prix Føroyar kappingina. Børge eigur Matadorbilarnar Hóskvøldið 16. Apríl hevði Graduale Nob- ili - gentukór úr Langholtskirkju, konsert í Skt. Pauls kirkju í Keypmanna- havn. Her heldur tann íslendska sam- koman til, so tað var lagamanni at hava konsert her. Frits Johannesen Hetta var eitt nýstovnað úrvalskór. “Stúlknakórið” taldi 25 sangarar, og eru hesir sangarar partvís úr ungdómskórinum Grádua- lekórs Langholtskirkju og úr Kór Langholtskirkju. Tær yngru eru úr ung- dómskórinum, meðan tær eldru eru úr tí blandaða kórinum hjá Jóni. Felags fyri allar genturnar er, at tær allar samlar hava nom- ið sang í kirkjuni undir kønu hond Óløf Kolbrún Hardadóttir, konu Jóns Steffánssonar. Kirkjan er rúmlig og ljóðhvøll. Her var høgt til lofta og vítt til veggja. Ljóðið lyfti seg upp undir bitarnar, slerdi upp í tróðr- ið og fylti kirkjurúmið við vælskúlaðum íslendskum ungdómsrøddum. Sælt er at hoyra ungar røddir. Tað ljósa, reina, óspilta tilfarið, sum liggur í røddunum, drívur fram yndistónar av kropsanda av fitligum smáum dropaljóði, ið høv- ur og bulur bera við sær. Tá ið lærdómur um rættan hugburð til sang hevur fest rót í innasta hugfarið hjá teimum ungu, kann nógv lata seg gera, og sera hepp- in var Jón við hesum kóri. Tað er ein long leið at ganga, at fáa so gott ljóð úr hesum snøggu stelpun- um. Sangur, tá ið hann er bestur, er yndisligasti tón- leikur, sum hugsast kann. Altíð havi eg havt stóran tokka til a capella kórsang í kirkjum, sum hava gott eftirljóð. Meg minnist einaferð, eg var við Fugla- fjarðar gentukóri í Sandnes og sang - eg hugsi hetta var í 1991 - løgdu vit leið- ina til Stavanger ein dag og fóru inn í dómkirkjuna at vitja. Á skránni høvdu vit eitt gamalt lag frá 1550 av G. B. Martini. Vit still- aðu upp í kirkjuni og sungu. Tey ungu fingu eina uppliving, sum tey seint gloyma. Teir gomlu tóna- smiðirnir vistu, hvat teir gjørdu, tá ið kirkjurúmið skuldi fyllast við klangfull- um røddum. Flyrrandi eft- irljóð rann í oyrað, og stendur hetta enn sum ein partur av eini uppliving, sum seint verður gloymd. Skráin hjá Graduale Nobile var rúgvumikil og sera krevjandi. Kórið var ávegis til Kallundborg til kórkapping at kappast við 20 onnur evropeisk kór. Konsertin byrjaði klokkan seks og var klokkan føst í sjey, tá ið síðsta lagið varð sungið. Flestu løgini á skránni vóru kirkjutón- leikur frá nýggjari tíð og sigast má, at oyrað hevur vant seg við hetta slag av tónleiki, og er blivið part- ur av uppfatanini av kór- tónleiki, sum er eins natúr- ligt sum at syngja eitt tjóð- lag og ein sálm. Tað vóru serliga tvey løg, sum eg festi meg við, sum gav kórinum tann dám og ta dýbt, sum tað hevði uppiborið. Tað var finska lagið: On suuri sun rantus autius (Eg siti á strondini. Alt er kvirt..) – finskt tjóð- lag – útsett fyri eins røddir av Matti Hyökki. Her rann ljóðið í kórinum við solist- unum Árný Ingvarsdóttir og Dóra Steinunn Ár- mannsdóttir við vitið og skilið í musikaliteti í ein musiskan andadrátt har inn- og útsúðurin í kórin- um rann av ungum, grøn- um greinum, sum bóru sevjumikla fruktir við sær í ljóði og tónum úr tónleika- andans megi. Væl var skapið millum solistar og kór – so yndisligt og so reint. Varðmaður kórsins, Jón Steffánsson, reið ikki sjóvarfallið av sær, men lyfti hesar ungu røddir upp á tað satið, har sum tulk- ingin av hesum lag átti sess. Knasandi gott og yndisligt. Hitt lagið var Hosanna av normanninum Knut Ny- stedt. Her var ljóðið í kór- inum sent avstað á eina ransóknarferð í norður- lendskum sniði við bylgj- andi kyldum í kyllingum úr tónleikaheiminum. Tað gnelti í, og hetta ekspress- iva lag var eingin undan- døttur, tað rungaði í oyrun- um so skart við hvørt, at onkur tók hendur upp fyri oyrað, men hvat, hetta var eisini tónleikur. Hugflogið loysti røð av tankum, um hvussu kórlistin ransakandi fer um allan heim í ymisk- um búnum og vísir seg við duldari megi við at temja kenslur, vit og skil í sann- ari list. Og list var tað, sum Jón og fylgisneytar hansara bóru fram hesa kvøldarløtu. Tá ið kórsang- ur verður til list, slepst ikki longur. Tá er komið har til, at listin er kenningarmerk- ið hjá kórinum. Kórið er vorðið hagfast og gongur í góðum haga. Jón kann bera høvdið høgt, tí hetta var list og kórsangur á al- tjóða støði. Tá er ilt at sleppa longur, men tá hev- ur tú eisini rokkið langt og gjørt tína skyldu. Jón Steffánsson er ein knassi Lesið á síðu 4-5 Lesið á síðu 6-7 Fótbólts Føroyar vakna úr dvala Nógv er broytt tey knappliga seksti árini, sum tað hevur verið kappast um føroyameist- araskapin í fótbólti Lesið á síðu 8-9 gu t15 cyan15 magenta15 svart15 14 Nr. 81 - 28. apríl 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Flaggdagin varð nógva staðni av álvara farið undir fyrireikingarnar til nýggja róðrarárið KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Vikan, sum er farin, hevur av álvara kenst várlig. Smálombini fjølgast, og nógvir flytifuglar eru at síggja og hoyra. Í hesum viku- skiftinum verður farið undir fótbóltslandskapp- ingina í 1. deild, og flaggdagurin hevur ver- ið. Tey mongu seinnu árini hevur tað í fleiri plássum verið siður, at kappróðrarbátarnir hava verið flotaðir flaggdag- in. Hetta er ikki nakar gamal felags føroyskur siður. Tað sigst, at hetta fyribrigdið er komið frá Havnar Róðrarfelag, og at tað síðani er vorðið vanligt í fleiri øðrum róðrarfeløgum at flota bátarnar flaggdagin. Tann fyrsta av teimum seks róðrar stevnunum verður eitt sindur seinni í ár, enn hon plagar at vera. Ofta er norðoyar- stevnan um mánaðar- skiftið mai og juni, men í ár er hon ikki fyrr enn 9. og 10. juni. Tað kemst av at hvítusunnudagur er ikki fyrrenn 3. juni. Iva- leyst halda tey í Klaks- vík, at tað hevði verið ov tíðliga at havt norðoyar- stevnuna longu 26. og 27 mai. Men hóast tað eru seks vikur til fyrstu FM kappingina, so gongur tað við fullari ferð í fyrireikingunum til nýggja róðrarárið. Í fleiri feløgum vóru bát- arnir flotaðir undan flaggdegnum, og nógva staðni hava tey í ein mánað ella meiri enn so gjørt ikki so lítið við styrkisvenjing og róður- venjing við serligum tólum, sum eru ætlaðar til endamálið. Áhugin fyri kappróðri tykist framvegis at vera stórur. Enn er einki ítøkiligt at frætta um, hvussu tað verður við luttøkuni í ár, men iva- leyst verður hon í hvussu so er á sama støði, sum hon hevur verið undanfarin ár. Í fleiri feløgum hava tey í vetur fingið nýggjar bátar. Onkrir av hesum eru longu flotaðir. Aðrar verður tað fram-vegis arbeitt uppá at seta í stand. Meðan hetta ar- beiðið verður gjørt, venja manningarnar við gomlu bátunum. Tað verður avgjørt ikki hildið at vera venjingini til ampa. Umframt norðoyar- stevnuna verða fimm aðrar FM kappingar: jóansøkan verður 23. juni, eystanstevnan 30. juni, sundalagsstevnan 7. juli, vestanstevnan 14. juli, og róðrarárið endar leygardagin 28. juli, tá tað verður róð kapp á ólavsøku. Hvør fjøl farin á flot Flaggdagin vórðu fleiri bátar flotaðir fyri fyrstu ferð í ár. Her eru tað tær á Junkaranum, sum gera klárt at leggja frá landi Mynd: Jens Kr. Vang Niðanfyri verður víst, hvussu úrslitini hava lagað seg, tá mót- støðuliðini sunnu- dagin hava hitst í bestu mansdeildini seinastu fimm árini '00 '99 '98 '97 '96 KÍ-GÍ 2-1 0-0 4-2 4-5 1-0 HB-B68 3-4 1-1 3-1 6-1 0-0 VB-FSV 6-0 - - 4-1 2-0 NSÍ-B36 2-3 1-3 2-0 1-2 - B71-EB/S - - - - - Fótbóltur: Bæði á Sandi og í Sundalag- num siga teir, at tað stendur hampuliga væl til við fólkinum FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Kári Reynheim og sandoy- ingar skulu í morgin sam- starva fyrstu ferð í lands- kappingini. Teir fáa vitjan av uppflytarunum úr EB/ Streymi. Nýggja liðið skal spæla tveir dystir á útivølli, áðrenn teir sleppa at royna seg á Mølini. Bæði í B71 og EB/ Streymi ásanna teir, at tað hevur alstóran týdning at sleppa væl burturúr fyrsta dystinum. Á Sandi verður tað ikki mett at verða nóg gott, um teir ikki fáa øll stigini. Í EB/Streymi kunnu teir ivaleyst væl liva við javnleiki í morgin. Heilsustøðan er hampulig Felags fyri B71 og EB/ Streym er, at liðini ikki megnaðu at spæla seg víðari úr bólkaumfarinum í kappingini um løgmans- steypið. Síðsta vikuskifti vóru fjórðingsfinalurnar á skránni, og tá hildu bæði teir á Sandi og teir í EB/Streymi frí. Hjá B71 hevur tað higar- til í ár ikki staðið so væl til við fólki. Fleiri spælarar hava verið skaddir, og aðrir hava verið plágaðir av sjúku. Í hesi vikuni hava allir verið til venjingar. Kári Reynheim luttekur í venjingini. Hann spældi eitt sindur í steypakappingini, men tað er okkum ókunn- ugt, um hann fer at seta seg sjálvan á liðið í morgin. Bergur Magnussen skal fyrstu ferð hava ábyrgdina av einum liði í landskapp- ingardysti í bestu deildini. Felags fyri flestu spælarar- nar hjá EB/Streymi er, at teir hava ikki roynt seg í 1. deild áður. Jón Sigurð Gleðisheygg er ein av teimum, sum hevur royndirnar. Hann var í fleiri ár álit í GÍ verjuni. Nú er hann í álopinum hjá EB/Streymi. Tað verður hann ivaleyst eisini í morg- in, sjálvt um hann hevur havt trupulleikar við knæ- num. Somu trupulleikar hava Eyðfinn Joensen og Hallur Jacobsen havt, men teir vóna, at allir verða tøkir í morgi. B71-EB/Streymur: Nógv stendur upp á spæl Felagsliðið hjá Eiði og Sundalagnum man helst fara at hava tað truplari í ár, og neyvan fara gleðisrópini at verða eins títt, sum tey vóru í fjør Fótbóltur: Klaksvík- ingar vilja fegnir hava betri byrjan, enn teir høvdu í fjør, og eitt skert gøtulið fer iva- leyst eftir javnleik- inum og kanska teprum sigri FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Klaksvíkingar vita ikki reiðiliga, hvat teir skulu rokna við. 2000 var eitt stórt fótbóltsligt vónbrot hjá teimum. Í ár hevur bogin ikki verið spentur so høgt. Fyrstu umførini í steypakappingini fleyt spælið væl, men so er stíg- ur komin í. Kortini hava teir spælt seg í hálvfinaluna í steypakappingini, og tað er ikki so galið – halda teir. Trý stig ímóti GÍ høvdu komið væl við, so hevur tað minni týdning, um góða spælið bíðar eina ella tvær vikur. Klaksvíkingar hava mesta fólkið tókt. Eyðun Klakstein hevur ikki vant síðani týskvøldið. Hann hevur verið plágaður av koyktum fóti. Allan Joen- sen gavst at venja miku- kvøldið, og hann vandi ikki hóskvøldið. Hann hevur trupulleikar við knænum, men teir rokna við, at hann fer at spæla. Jan Andreasen hevur verið burtur frá fleiri umfør í steypakappingini, men hann hevur vant hesa vikuna. Stóri spurningurin í Klaksvík er, hvussu nýggi jugoslavin, Alexander Djordjevic, fer at roynast. Hann hevur vant síðani týskvøldið, men enn hava teir ilt við at rokna hann út. Tað verður ikki roknað við, at fremmandi maðurin verður ímillum teir fyrstu ellivu. Fleiri burturfrá Í Gøtu er Hans Pauli Peter- sen leikbannaður. Hann fekk reytt kort í fjórðings- finaluni ímóti NSÍ. Magni Jarnskor sá eisini reytt, men tað sigst, at tað kortið var ikki skrásett. Kortini er ivasamt, um Magni Jarn- skor spælir. Hann hevur í fleiri vikur havt trupulleik- ar við lærkrikanum. Óli Hansen varð skaddur í fótinum í Runavík. Hann hevur ikki vant í vikuni og verður ikki tøkur í morgin. Helgi L. Petersen varð eisini skaddur ímóti NSÍ, men hann fer at spæla í morgin. KÍ-GÍ: Hvørgin vil tapa í Klaksvík Soleiðis gekst