Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. apríl 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult13 cyan13 magenta13 svart13 12 Nr. 81 - 28. apríl 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 – Tað ringasta er, at landsins myndug- leikar latast ikki um vón, hóast vit hava gjørt vart við trupul- leikan í eini 15 ár, sigur Bjarki Berg, skipari á Bresti. Stóri spurningurin er, hví vit lata russarar sleppa at tíggja sær sum teir vilja undir Føroyum FISKISKAPUR Áki Bertholdsen – Nú mugu russararnir, sum fiska Svartkjaft undir Føroyum steðgast. Teir gera so illa ónáðir, at verður ikki okkurt gjørt heilt skjótt, endar tað heilt galið hjá teimum føroysku øllum lemmatrolarunum . Hvalbingurin, Bjarki Berg, skipari á Bresti, er í døpurhuga um gongdina hjá teimum føroysku lemmatrolarunum, ella djúpvatnstrolarunum, sum teir eisini verða nevndir. Hann sigur, at tað er serliga framferðin hjá russ- isku svartkjaftatrolarunum, sum elvir teimum til trupul- leikar og sum fær hann at gera vart við seg. Hann sigur, at hann er ikki einsamallur skipari á djúpvatnstrolara, sum er rættiliga argur inn á teir russisku svartkjaftatrolar- arnar, sum fiska undir Føroyum. – Framferðin hjá russar- unum hevur verið samtalu- evni hjá føroysku djúp- vatnstrolarunum í nógv ár. Líka síðani miðskeiðis í áttatiárunum, tvs í eini 15 ár, hava vit gjørt myndug- leikarnir varugar við, at framferðin hjá russarunum kann ikki góðtakast. – Men tað rigasta av øll- um er, at hetta hevur verið sum at sláa í eina dýnu, tí myndugleikarnir lata ikki við seg koma. Avleiðingin av tí er, at russarnir framvegis sleppa at tíggja sær sum teir vilja, uttan at føroyingar tala at. – Og nú hava teir gjørt umstøðurnar hjá føroysku lemmatrolarunum so ótol- andi, at tað verður skjótt, at tað yvirhøvur ikki loysir seg hjá okkum at loysa frá kei. Noyðast at flýggja Bjarki Berg sigur, at tað er óteljandi dømi um, hvussu russiskir svartkjaftatrolarar gera teimum føroysku djúpvatnstrolarunum for- treð. Sjálvur hevur hann drúgvar royndir við djúp- vatnstrolara. Hann var fyrst við Niels Paula eitt skifti í 1984 stýrimaður við Niels Paula. Síðani 1987 hevur hann verið undir Føroyum burturav, fyrst var hann avloysari sum skipari og stýrimaður við Steintór. Frá 1989 til 1995 førdi hann Fønix og síðani 1995 hevur hann verið skipari á Bresti. – Í fyrstuni, djúpvatns- flotin fiskaði undir Føroy- um, høvdu vit t.d. eina leið av Munkagrunninum, heilt norður á Fugloyarbanka, har vit kundu liggja í daga- vís við góðum fiskiskapi. – Men so komu nakrir russiskir svartkjaftatrolarar við flótitrolum. Tá ið teir høvdu verið tvær ferðir ígjøgnum økið, bleiv tað so køla svart til fisk, at vit kundu fyri tað bara ligð við kei. – Sama dømi gjørdi seg galdandi fyri nøkrum árum síðani. Tá høvdu djúpvatns- trolararnir heilt góðan fiskiskap eftir kongafiski vestur av Føroya Banka, vestur á Ytra Banka. – Nú er púra oyði har fyri kongafisk. Einasta orsøk til tað, eru trolararnir, sum hava fiskað har á leiðini við flótitroli. Bjarki Berg sigur, at tá ið hann var við Niels Paula sá hann ferð eftir ferð russ- iskar svartkjaftatrolarar liggja á Fugloyarbankan- um. – Tá ið trolið kom upp, var posin fullur av konga- fiski. Hann sigur, at longu tá gjørdu teir myndugleikar- nar varugar við støðuna. Men onki hendi og málið varð bara tagt burtur aftur. – Nú er sama støða við at taka seg upp vestanfyri Mykines, tí nú eru russarnir eisini komnir hagar at fiska svartkjaft. Hann sigur, at teir lógu har við Bresti í november og desember og høvdu góðan fiskiskap. – Men vit noyddust at flýggja undan teimum russisku trolarunum, tí teir eru so nógvir. Bjarki berg sigur, at har er tóg, sum bara kunnu togast ein veg, tí tað skal snarast fyri heyggjum og fjøllum. – Tað kom so mangan fyri, at russarar lógu fyri, tá ið vit togaðu og skuldi snara, so at vit noyddust bara at at hála, hóast tógið ikki var komið í meiri enn í helvt. Trokaðir burtur Bjarki Berg sigur, at sostatt eru lemmatrolararnir trok- aðir burtur av øllum fiski- leiðum hesi seinastu árini – Tað livur ikki konga- fiskur longur í økinum av Munkagrunninum og Norður á Fugloyarbankan. Hann hvarv, tá ið russarar- nir høvdu verið har. – Nú hava djúpvatns- trolararnir bara eina leið eftir undir øllum Føroyum at fiska kongafisk á, og tað er á Mykinesgrunninum. – Men nú eru russaranir eisini lagstir á tað økið. Í løtuni eru teir longur suðuri, men svartkjafturin ferðast norðureftir og í heyst verða teir uttan iva aftur vestur úr Mykinesi. – Har lógu russisku svart- kjaftatrolararnir hvønn einasta dag í alt samalt sein- asta heyst. Teir vóru millum átta og 11 í tali. Og tað eru ikki hissini trolarar, teir eru sum Norrøna og størri. – Vit stúra stórliga fyri, at aftur í heyst fara russisku svartkjaftatrolararnir at hertaka alla kongafiska- leiðina vestanfyri Mykines, so at vit heldur ikki í heyst fáa frið har. Hendir tað, fær tann stóri kongafiskurin vestanfyri somu lagnu sum kongafiskurin eystanfyri: Hann verður oyddur av russisku svartkjaftatrolar- unum og tað verður til óbótaligan skaða fyri lemmatrolararnar. Løgin fiskiskapur Bjarki Berg sigur, at teir, sum eru við djúpvatnstrol- arunum, skilja ikki rættiliga fiskiskapin hjá russisku svartkjaftaskipunum. – Á 1997 hava teir givið upp, at teir hava fiskað 55 tons av øðrum fiskasløg- um, eitt nú av kongafiski. Í 1998 góvu teir upp, at teir høvdu fiskað 162 tons upp og í 1999, góvu teir 66 tons upp. Í hesum uppgerðunum er kongafiskur taldur upp Men í fjør hava teir givið upp, at teir hava fiskað 2.560,2 tons av kongafiski, umftramt 2.190,9 tons av øðrum fiskasløgum, ella tilsamans 4.751,1 tons av øðrum fiskasløgum. Skiparin á Bresti sigur, at á einum fundi, sum umboð fyri djúpvatnstrolararnir høvdu við myndugleikar- nar, upplýsti ein fiskifrøð- ingur, at russiskir svart- kjaftatrolarar høvdu fiskað yvir 6.000 tons av konga- fiski undir Føroyum. Hetta heldur hann, er enn meiri ørkymlandi at fáa at vita, tí tað samsvarar ikki heilt við yvirlitið, sum hann hevur fingið, og sum vísir, at teir fiskaðu 2.560,2 tons av kongafiski. – Hetta hava teir ikki loyvi til, tí í veiðiloyvinum hjá teimum stendur, at teir hava loyvi at hava eina hjáveiði upp á 3% av sild. Bjarki berg skilir ikki, hví myndugleikarnir bara lata standa til, hóast teir ferð eftir ferð eru gjørdir varugir við støðuna. Men hann sigur, at hjá djúpvatnstrolarunum eru tað nógvir, sum hava ill- gruna um, at orsøkin til at myndugleikarnir síggja millum fingrarnir við russ- arunum, er, at teir vilja ikki koma kvotunum hjá teim- um stóru, føroysku frysti- trolarunum í Barentshavin- um í vanda. – Men skal hetta verða prísurin fyri at varðveita kvotuna í Barentshavinum, er hon dýrt keypt, tí tað einasta, hon kastar av sær, er hýran til manningina. Men tað, sum føroyingar fiska undir Føroyum, eitt nú við lemmatrolarunum, kastar ómetaliga nógv arbeiði av sær, eisini á landi. Bjarki Berg sigur, at hann skal heldur ikki leggja russarar undir at svika. Men tað eru nógvir á djúpvatnstrolarunum, sum ikki ivast í, at soleiðis, sum russarar bera seg at, fiska teir væl meiri kongafisk, enn teir geva upp –Russarar hava útgerð sum tekur alt, sum fyri er. Kongafiskur er soleiðis háttaður, at um dagin liggur hann á botni, men um náttina, kemur hann upp í sjógvin. – Á teimum leiðum, sum russarar nú fiska á, ber ikki til at fiska so reint, at einasta hjáveiðan skal vera 3% av sild. – Tað passar ikki, tá ið sagt verður, at kongafiskur, toskur og annar fiskur ikki kemur í svartkjaftatrolini. – Alt, sum er fyri, kemur í trolið. Og tí er tað eisini sjálvsagt, at russarnir fáa nógvan kongafisk, sigur Bjarki Berg. – Tað gevur heldur ikki eina rættvísa mynd at kanna teir russisku trolarar- nar um dagin, tí tá kunnu teir fiska nógv reinar, enn teir gera um náttina. Tað rætta er at kanna teir um næturnar, ella at vera umborð í fleiri dagar ísenn. Mugu fáa frið Bjarki berg sigur, at hann vónar, at myndugleikarnir nú lata eygu og oyru upp og lurta eftir teimum, sum fiska. Men skal djúpvatnstrol- arunum verða lív lagað, verður tað heilt einfalt neyðugt at friða leiðina vestanfyri Mykines á grynri vatni enn 340 favnum fyri svartkjafta- skipunum. – Sleppa vit ikki at varð- veita tær leiðirnar í frið, verður tað skjótt, at lemma- trolarnir allir liggja, stað- festir skiparin á Bresti. – Sum tíðin er liðin, eru vit trongdir burtur alla- staðni, har vit áður hava roynt. Nú er leiðin vestan fyri Mykines einasta leið, vit hava aftur og har tað skulu so allir lemmatrolar- arnir liva av. Tí er tað avgerandi, at vit sleppa at hava hesa leiðina í frið, annars verður tað ikki leingi, áðrenn hesin fiski- skapurin steðgar. Hann sigur, at lemma- trolarnir royna at fara aðrastaðni av og á, men tað er ongul í reyv hvørja ferð. – Vónandi lata myndugleikarnir nú eyguni og oyruni upp, tí russisku svartkjaftaskipini undir Føroyum eru so ágangandi ímóti okkum, at tað er ferð eftir ferð, at vit bara noyðast at taka fluktina, sigur Bjarki Berg, skipari á Bresti Føroysk skip noyðast at flýggja undan russarum Bæði á Toftum og í Havn rokna tey við einum torførum dysti, tá lagt verður til brots sunnudagin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað verða allar helst tvey lið í nærum sterkastu upp- stilling, sum fara á vøllin í Gundadali sunnudagin. Skulu vit lurta eftir orðun- um hjá tveimum av roynd- astu monnunum hjá báðum pørtum, so er hetta tó eisini neyðugt, tí báðir partar siga seg avgjørt rokna við ein- um torførum dysti. Rúni Nolsøe, sum aftur í ár hevur stýrandi leiklutin á miðvøllinum hjá HB, sigur, at hjá teimum eru so at siga allir mans tøkir. Ivamál hevur tó tikið seg upp um Allan Mørkøre, sum fekk ein snudd undir venjing mikukvøldið. Sjálvur helt Allan, at talan møguliga var um eina fipur, og um so er, er hann helst ikki tøkur, og hetta vil sjálvandi vera ein missur fyri liðið. Hinvegin tykjast valmøguleikarnir hjá Ion Geolgeau at vera øktir, nú bæði Hans á Lag og Andrew á Fløtum eru komnir fyri seg aftur, eftir at teir báðir hava verið skaddir við broti í fótinum. Spurdur um týdningin av dystinum, heldur Rúni, at allir dystir sjálvsagt hava stóran týdning. - Tað er tó av alstórum týdningi, at vit byrja árið væl, og tú skalt eisini minnast til, at vit taptu heimadystin móti B68 í fjør. Vinna vit sunnudagin, so eru vit í so máta longu trý stig framman fyri árið í fjør, so vit fara so avgjørt eftir sigrinum, sigur HB- liðskiparin. Góðan jokara Hjá B68 er støðan við leik- arum á leið hin sama, sum hon var undan fjórð- ingsfinaluni móti B36 fyri viku síðani. Øssur Hansen, sum er ein av trimum landsliðsleikarum hjá tofta- monnunum, segði í øllum førum hósdagin, at talan helst verður um á leið sama lið. - Súni Fríði er byrjaður at venja aftur, men í løtuni dugi eg ikki at siga, um hann fer at byrja inni sunnudagin, sigur Øssur. Hinvegin viðgongur hann eisini, at um toppskjúttin frá undanfarna ári ikki byrjar inni, so er talan í øllum førum um ein jokara, sum kann vera hentur at hava á beinkinum. Sum nevnt omanfyri, so vann B68 útidystin móti HB í fjør, men Øssur rokn- ar við, at hesin sigur verður tungur at endurtaka. - Sum HB tykist vera fyri í løtuni, so verður hetta í øllum førum sera tungt. Vit ætla okkum tó at halda fast um tað stigið, sum vit hava, tá vit fara á vøllin, og so fáa vit at síggja, um tað er møguleiki fyri at taka meira enn tað, sigur Øssur Han- sen at enda. Nr. 81 • leygardagur • 28. apríl 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Bæði liðini vilja hava eina góða byrjan, men ásannað samstundis, at talan verður um ein dyst, sum verður trupul at vinna FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað verða tvey lið, sum bæði hava nakað at prógva, ið fara á vøllin í Runavík sunnudagin. Heimaliðið taldist til tíðir í fjør millum tey liðini, sum spældu besta fótbóltin í landinum, og millum annað vórðu teir í onkrum blað skrivaðir at hava »oddalið á la pluk- fisk« sum lívrætt. Við hes- um varð sjálvandi sipað til tær ferðirnar, tá teir hølv- aðu øll oddaliðini í 1. deild av. Meira støðugt Trupulleikin var tó, at avrikini als ikki vóru nóg støðug, og í Runavík ásanna teir eisini, at hetta er nakað, sum skal betrast í ár. Djóni N. Joensen, sum annars hevur eina fortíð í B36, heldur í øllum førum, at hetta eigur at vera fremsta málið í ár. - Tað nyttar lítið, at vit bara eru uppsettir móti teimum stóru liðunum. Skulu vit í toppin, skal hetta betrast. Um uppskriftina at koma í oddin heldur Djóni ann- ars, at hon fyrst og fremst er at vinna heimadystirnar og so skava nakað saman á útivølli, so í so máta er eingin ivi um ætlaninar við dystinum sunnudagin. - Vit eru sjálvandi sera spentir, nú vit av álvara fara undir kappingarárið, men tað er tó ein sera stór upp- gáva, sum vit fáa beinan- vegin. B36 verður jú frá nógvum síðum rópt sum størsti favoritturin til at vinna FM. Teir hava gott fólk á øllum plássum, so eingin ivi er um, at hetta verður ein sera harður dyst- ur hjá okkum, sigur Djóni. Virðing Hava runavíkingar virðing fyri B36, so tykist hendan virðingin eisini at virka øvugt. Jens Kristian Hansen úr B36 sigur í øllum førum, at teir sjálvandi hava virðing fyri runavíkingum. Ikki minst orsakað av avrikun- um í fjør og teimum í steypakappingini higartil. - Eg haldi tó ikki, at vit hava ov stóra virðing, og vit fara so avgjørt at spæla fyri okkara møguleika, sigur landsliðsskiparin. Eisini B36 hevur nakað at prógva eftir partvíst miseydnaða kappingarárið í fjør. Liðið lág tá leingi í oddinum, men kring summarsteðgin gekk alt galið, og eftir at hava styrkt munandi um liðið í ár, verður nógv kravt av teim- um. Runavíkingar tykjast ikki at hava nakrar skaðar at dragast við, men Jens Kristian sigur, at somikið væl stendur ikki til hjá B36. Ronnie Samuelsen dregist við ein skaða í lærinum, og verður neyvan tøkur. Har afturat er enn ikki greitt, um Magni á Lakjuni fær spælt við. Hann hevur okk- urt slag av vøddaskaða í bringuni, og við evstamark okkara var ikki greitt, hvussu verður við hesum. B36 hevur tó ein breiðan hóp, og Jens Kristian Han- sen heldur eisini, at hesin skuldi verið somikið sterk- ur, at maður kann koma í mans stað. - Vit fara so á vøllin við ellivu leikarum, og sum sagt, so ætla vit okkum at spæla fyri okkara møgu- leika. Eisini tá vit vita, at uppgávan er torfør. Dysturin móti FS Vágum skal vinnast, og føroyameistararnir hava eisini nakað at prógva eftir tapið í steypakappingini FÓTBÓLTUR Jákup Mørk - Tað er ein dystur sum skal vinnast. Teir koma helst eftir einum stigi, men tað er so upp til okkum at forða teimum í hesum. Somikið greiður er mál- verjin hjá VB, Bjarni Johansen, tá vit spyrja hann um vónirnar til fyrsta landskappingardystin hjá VB í ár. Dysturin er móti FS Vágum, sum endaði næst niðast í bestu deildini í fjør, og út frá hesum er lítið at ivast í, at vágbingarnir eru greiðir favorittar í dystinum sunnudagin. Har umframt hevur VB helst eisini onkran blett at tváa av sær, eftir greiða ósigurin fyri HB fyri viku síðani, og Bjarni ásannar eisini, at teir nú skulu vísa nakað. - Sjálvur haldi eg tó, at summi eru farin dekan ov illa við okkum eftir tann dystin, men so mugu vit bara vísa, at vit eru betri enn so, sigur málverjin. Bjarni sigur annars, at teir hava so at siga allar mans tøkar til fyrstu upp- gávuna. Undantakið er Gisli Sveinbjørnsson, sum hevur fingið okkurt slag av bruna í knæið. Hinvegin eru bæði Tórður Holm og Jón Pauli Olsen tøkir, og ivaleyst vera teir báðir við frá byrjan sunnudagin. Tórður hevði leikbann seinasta vikuskifti, meðan Jón Pauli júst var aftur- komin úr Danmark, og tí mátti taka til takkar við einum plássi á beinkinum tann dystin. Báðir taldust teir í fjør millum stuð- ulsleikararnar hjá føroya- meistarunum, og tí er einki at ivast í, at liðið er styrkt, nú teir báðir tykjast vera 100% til reiðar at tørna út. Í kappingini um løg- manssteypið vóru VB og FS Vágar í sama bólki, og her vann VB báðar dystir- nar. Vesturi í Vágunum ásanna tey eisini, at talan verður um ein sera truplan dyst, men heilt mist mótið hava teir tó ikki. Tór-Ingar Akselsen, sum mong spáa sum næsta landsliðsleikaran úr Vág- um, sigur seg tó ikki hava nakra uppskrift uppá, hvussu teir skulu fáa stig móti meistarunum. - Eftir tí, sum eg sá í dystinum millum HB og VB, so eru vágbingarnir ikki so sterkir, um teir verða settir undir trýst. Spurningurin er tó, um vit hava liðið til at trýsta teir, so møguliga mugu vit finna upp á okkurt annað, heldur hann. Akkurát, hvussu hetta skal gerast, dugir hann ikki at siga, men Tór-Ingar vísir eisini á, at felagsliðið í løt- uni er illa rakt av skaðum. John Johansen hevur brotið beinið, og harumframt eru bæði Birgir Jørgensen og Jack Johansen ivasamir til dystin, so í álopspartinum eru vágamenn ógvuliga skerdir. Tað er tó heldur ikki álopspartin, sum gestirnir fara at leggja mest í sunnu- dagin. Tá vit at enda spyrja um vónirnar til dystin, svarar Tór-Ingar, at um teir fáa eitt stig, so eru teir nøgdir. Dystir hetta vikuskiftið 1. deild menn 29.04 KÍ-GÍ Petur Hansen 29.04 HB-B68 Birgir Sondum 29.04 VB-FS V Oddmar Andreasen 29.04 NSÍ-B36 Niklas á Líðarenda 29.04 B71-EB/S Suni Johansen 2. deild menn 28.04 NSÍ-Skála Regin Egholm 28.04 HB-ÍF Eiler Rasmussen 28.04 LÍF-GÍ Jón Kári Frederiksen 28.04 Sumba-B36 Erling Eysturoy 28.04 KÍ-TB Tummas Pauli Olsen 3. deild menn 29.04 KÍ-GÍ Jógvan A. Jacobsen 29.04 AB-B68 Georg N. Rasmussen 29.04 VB-ÍF Zoran Mancic 29.04 Royn-B36 Petur E. Kjærbo 29.04 B71-TB Dagfinn Olsen 1. deild kvinnur 29.04 B36-HB Tommy O. Jensen 29.04 KÍ-VB Lassin Isaksen HB-B68: Hørð byrjan NSÍ-B36: Bæði hava virðing VB-FS Vágar: Meistararnir eru favorittar