fríggjadagur 2. november 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 213 - 2. november 2007
Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya
søkir avloysara fyri lærara í
barnsburðarfarloyvi
Eitt fulltíðarstarv sum avloysari fyri lærara í
barnsburðarfarloyvi er leyst at søkja. Starvið
verður sett 1. desember 2007 ella skjótast tilber
og er til og við 30. juni 2008.
Uppgávur:
Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum verður støðugt
arbeitt við at menna útbúgvingina til sjúkra
røktarfrøðing, sum er á bachelorstøði. Broytingar
henda alsamt, og sum lærari á skúlanum fært tú
møguleika at luttaka í og ávirka broytingarnar.
Høvuðsuppgávurnar hjá læraranum fevna
um undirvísing innan sjúkrarøktarfakliga og
heilsuvísindaliga fakøkið, at vegleiða lesandi
og at tryggja teimum eina holla útbúgving.
Førleikakrøv:
Sjúkrarøktarfrøðingur við viðkomandi fram
haldslestri á kandidat ella masterstøði.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið
og
Felagið
Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til rektaran, telefon 35 22 55 ella 21 59 90.
Umsókn við CV og prógvum verður at senda til:
Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya
Att.: Súsanna M. Mortensen, rektari
Jónas Broncks gøta 25
FO100 Tórshavn
SJÚKRARØKTARFRØÐISKÚLI FØROYA
Jónas Broncksgøta 25 · FO-100 Tórshavn · tel: 352 250
fax: 352 251 · heimasíða: srfs.fo · t-postur: srfs@srfs.fo
Deildarleiðari
fyri Eftirlitdeildina hjá Post-
og Fjarskiftseftirlitinum og
Tryggingareftirlitinum er leyst at søkja
Eitt nýtt starv sum deildarleiðari fyri Eftirlitsdeildina hjá
Post- og Fjarskiftseftirlitinum og Tryggingareftirlitinum
er leyst at søkja.
Uppgávan hjá Post- & Fjarskiftiseftirlitinum er at umsita
ávíkavist løgtingslóg nr. 135 frá 18. oktober 2001 um
postvirksemi og løgtingslóg nr. 79 frá 23. mei 1997
um fjarskifti. Uppgávan hjá Tryggingareftirlitinum er
at hava eftirlit við løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996
um tryggingarvirksemi, harundir tryggingarfeløgum
og eftirlønargrunnum, ið hava fingið koncessión
sambært lógini.
Sí nærri um stovnarnar á:
www.fse.fo
www.tryggingareftirlit.gov.fo
Post- & Fjarskiftiseftirlitið og Tryggingareftirlitið er
fyrisitingarliga skipað saman við Kappingarráðnum og
Skráseting Føroya.
Arbeiðsuppgávar hjá deildarleiðaranum fevna
m.a. um:
• at útinna eftirlit sambært § 20, stk. 1-4 í postvirk-
semilógini, ráðgeving um viðurskifti í postøkinum
v.m.
• at umsita fjarskiftislógina, harundir at viðgera um-
sóknir um konsessión, hava eftirlit við prísáseting
og prísviðurskiftum, royna semju ella taka avgerð
um sambindingarsáttmálar millum fjarskiftisveitarar,
umsita nummartilfeingi, gera kanningar, menna
rættarreglur innan økið, fylgja altjóða menningini
innan fjarskifti v.m.
• at umsita tryggingarlógina, harundir hava eftirlit
við tryggingarfeløgum og tvørgangandi eftir-
lønargrunnum innan fæfeingisgrundarlag, roknskap,
gjaldførisbredda, íløgureglur, ognarviðurskifti,
leiðslu og at menna rættarreglur v.m.
• at samskifta við aðrar viðkomandi føroyskar og
útlendskar myndugleikar
• verða við til at betra um arbeiðsgongd og
mannagongdir annars á stovninum
• harumframt kunnu verða líknandi uppgávur at loysa
innan kappingarøkið og økið hjá Skráseting Føroya.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:
• prógv sum løgfrøðingur ella vinnuløgfrøðingur,
• góð analytisk evni
• góðan kunnleika til føroyskt og enskt
• fyrisitingarroyndir innan fjarskiftisøkið, postøkið og
tryggingarøkið er ein fyrimunur men ikki ein treyt
• royndir innan privata ella almenna fyrisiting
Stovnarnir kunnu bjóða
Eitt sera fjøltáttað og sjálvstøðugt starv við avbjóðandi
uppgávum við stórum týdningi fyri vinnu og borgarar,
sum eru persónliga og yrkisliga mennandi, umframt
møguleika fyri nógvum samskifti við vinnulív, altjóða
myndugleikar og aðrar myndugleikar í Føroyum.
Deildarleiðarin fær høvi til at taka fleiri skeið innan
økini, umframt ráðstevnur o.a.
Setanartreytir og umsókn
Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og BLF. Setanin umfatar Vinnumála-
ráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskriv-
stovuna og onnur stjórnarráð.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst seta teg í
samband við Jógvan Thomsen, stjóra, á tlf. 35 60 20
ella 21 60 20 og t-post: jt@fse.fo
Umsóknir skulu sendast til:
Fjarskiftiseftirlitið
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
og vera stovninum í hendi í seinasta lagi 26. november
2007 kl. 12:00. Umsóknir kunnu eisini sendast við
t-post til jt@fse.fo
Lutakast um 10.000 kr verður á Vinnuháskúlanum
í Havn mánadagin 5. november kl. 14.30. Eisini
verður greitt frá toskamerkingum.
Øll eru vælkomin.
Nóatún · Boks 3051 · FO-110 Tórshavn
lýsingar
Heystmøtir á Argjum
v/ Thorkild Højvig
Fríggjakvøld 2. nov. kl. 20.00
Evnið: Leiða til Kristus (1)
Sangur: Jan og Hans Pauli
Leygarkvøld 3. nov. kl. 20.00
Evnið: At liva í Kristusi
Sangur: Tær tríggjar har vesturi
Sunnukvøld 4. nov. kl. 18.00
Evnið: Leiða til Kristus (2)
Sangur: Manskórið í Thabor, Fuglafjørður
Barnansing øll kvøldini.
ØLL HJARTALIGA VÆLKOMIN!
Stýrið fyri Kirkju- og missiónshúsið á Argjum
Upptøka av lesandi til
SJÚKRARØKTARFRØÐING
Nýggjur flokkur byrjar 4. februar 2008. Um
sóknarfreistin er longd til 15. november 2007
Útbúgving og møguleikar
Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing er spennandi
og avbjóðandi og tekur 4 ár. Hon gevur heitið
bachelor í sjúkrarøktarfrøði Bachelor of
Science (BSc) in Nursing. Útbúgvingin gevur
tær fjølbroyttar starvs og menningarmøguleikar
innan heilsuverkið bæði her á landi og uttan
lands.
Sum útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur hevur tú
nomið tær holla vitan og førleika at útinna
sjúkrarøkt, soleiðis at tú upplivir, at tú veruliga
kanst gera mun.
Hølis- og lestrarumstøður
Hølisumstøður og umstøður skúlans yvirhøvur
eru avbera góðar. Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og
seinni søgu og samfelagsdeildin á Fróðskapar
setrinum fluttu fyrr í hesum árinum í nýggj
nútímansgjørd høli miðskeiðis í býnum. Alt tilfar
og øll útgerð lúka tíðarinnar krøv.
Saman við 120 øðrum lesandi, væl útbúnum
lærarum og starvsfólki verður tú partur av einum
virknum og vinarligum lestrarumhvørvi, har
trivnaðurin er í hásæti.
Lestrarvegleiðing
Lestrarvegleiðari skúlans veitir vegleiðing og
góð ráð. Teldupostbústaðurin er: anne.lise.
winther@skulin.fo, tlf. 325 265.
Umsókn
Teldutøkt umsóknarskjal kann takast niður
av heimasíðu skúlans, www.srfs.fo, ella tú
ringir 352 250 og biður um at fáa tað sent í
postinum. Á heimasíðuni kanst tú eisini lesa um
upptøkutreytir o.a.
Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta
lagi 15. november 2007 og verða sendar til
Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya
Jónas Broncks gøta 25
FO100 Tórshavn
merk brævbjálvan: Umsókn lesandi
SJÚKRARØKTARFRØÐISKÚLI FØROYA
Jónas Broncksgøta 25 · FO-100 Tórshavn · tel: 352 250
fax: 352 251 · heimasíða: srfs.fo · t-postur: srfs@srfs.fo