Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 2. november 2007 41 Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Stuðulstænastan 3 stuðlar til Stuðulstoymið í Eysturoy Søkt verður eftir 3 stuðlum til nýggja Stuðulstoymið í Eysturoy Stuðulstænastan hevur til endamáls at veita sosialpedagogiska hjálp, fylgi, eftiransan og umsorgan til brúkarar um alt landið. Málbólkurin hjá stuðulstoyminum er heimabúgvandi fólk omanfyri 18 ár, ið hava ein skerdan virkisførleika. Arbeiðið hjá stuðulstoyminum fevnir um: • At stimbra og menna praktiskar og sosialar førleikar hjá brúkaranum. • At bøta um møguleikan hjá brúkaranum at fáa eitt trygdarnet. • At stimbra ígongdsetan av virksemi, ið brúkarin ynskir ella hevur tørv á. • At geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum virki, so sum matgerð, reingerð, klædnavask, handilsørindum, peningaviðurskiftum og øðrum, við atliti til, hvat tann einstaki brúkarin megnar. • At vegleiða og samskipa samstarv við t. d. Almannastovuna, Økispsykiatriina, Psykiatriska Depilin og aðrar myndug­ leikar. • At skipa so fyri, at brúkarin fær møguleika at leggja gerandisdag sín soleiðis til rættis, at tað verður í samsvar við egnan tørv og normar. Førleikakrøv Vit vænta, at tú: • Kann arbeiða sjálvstøðugt og einsa­ mallur í heimi brúkarans og samstundis kann átaka tær at arbeiða í einum øki, har tað ræður um intuitión. • Vísir áhuga og virðing fyri brúkaranum og samstundis arbeiðir professionelt. • Er stuðlandi og hjálpir brúkaranum uttan at taka ábyrgdina fyri lívinum frá honum. • Hevur eina positiva menniskjafatan. • Hevur hug og hegni til at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. • Er opin, virkisfúsur og menningar­ kunnaður. • Kann handfara og trívast við einum arbeiðsdegi, ið einki kann sigast um frammanundan. • Er sterkur bæði til likams og sálar. • Hevur eina viðkomandi útbúgving. Stuðulstænastan kann bjóða: • Eitt spennandi arbeiðspláss við møguleikum fyri persónligari og fakligari menning • Ein virknan tvørfakligan starvsfólkahóp • Samávirkan á gerandis uppgávur • Kunning í arbeiðinum og supervision Lønar- og setanartreytir: Talan er um 3 føst størv innan Nærverkið og roknast má við, at arbeiðstíðirnar av og á eru skiftandi, dag­, kvøld, og viku­ skiftisarbeiði. Løn sambært avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Fleiri upplýsingar um størvini eru at fáa hjá ergoterapeuti Anniku Hansen, tlf. 554037 og deildarleiðaranum Regin Johansen, tlf. 360000. Størvini verða sett 01.01.2008 ella skjótast møguligt aftaná. Umsóknir skulu sendast til: Nærverkið Stuðulstænastan stílað.: Regin Johansen Argjavegur 26 160 Argir Umsóknarfreist: 17. nov. 2007. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna­ og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Stuðulstænastan Stuðlar til fjølbrekaða kvinnu Stuðulstænastan søkir eftir stuðli at arbeiða 30 tímar um vikuna hjá ungari fjølbrekaðari kvinnu á Skálafjørðinum. Stuðulin kemur at arbeiða í einum toymi saman við 6 øðrum starvsfólkum. Eisini verður søkt eftir avloysara til toymið. Størvini verða at seta sum skjótast. Arbeiðsuppgávur: At stuðla og vera um kvinnuna eftir loknan skúladag. At fara við henni til ymisk tiltøk, og soleiðis stuðla henni í at hava ein innihaldsríkan gerandisdag. Arbeiðstíðin: Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag-, kvøld- og náttarvaktir – bæði gerandis- og halgidagar. Førleikakrøv: Umsøkjarar, ið hava eina heilsufrøðiliga útbúgving hava fyrimun til størvini. Hvat viðvíkur øðrum útbúgvingum, sum primært ikki eru ætlaðar til arbeiði innan almanna- og heilsuøkið, verður víst til hjálparfólkasáttmálan hjá Føroya Pedagogfelag. Lønar- og setanartreytir: Talan er um størv innan Nærverkið við fyribils setan í Stuðulstænastuni. Løn sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um størvini frá Anniku Hansen ella Karin á Heygum á tlf. 360000. Umsókn saman við prógvi, c.v. og møguligum viðmælum, skulu sendast til: Stuðulstænastan Løkjatún 1, FO–160 Argir Umsóknarfreistin: 16.11. 2007. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Við hesum verður søkt eftir einum hjálparfólki/assistenti til Smyril at seta í fast starv. Umsóknarfreistin er 16. novembur. Sí lýsingina á heimasíðu okkara www.ssl.fo Hjálparfólk/Assistentur lýsingar