Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 213 - 2. november 2007 Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Trivnaðartænastan Hjálparfólk til Verkstaðið á Bakka Hjálparfólk - 30 tímar um vikuna - søkist til Verkstaðið inni á Bakka í Vági. Talan er um eitt fast starv til setan 1. desember 2007. Verkstaðið er eitt vart arbeiðspláss, har vit gera ymiskt handaligt arbeiði. Førleikakrøv Tí er sera umráðandi at umsøkjarin • Er handaliga væl fyri. • Er umsorgarfullur. • Er tolin og dugir at læra frá sær. • Hevur samstarvsevnir. • Er røkin og dugur at leggja arbeiðsuppgávur til rættis eftir førimuni hjá brúkaranum. • Kann arbeiða sjálvstøðugt, bæði við framleiðsluvørum og við sosialt mennandi arbeiði, saman við teimum, sum eru á Verkstaðnum. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambart avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsókn Umsóknir við viðmælum og cv. skulu sendast til: Verkstaðið inni á Bakka. Eggjarvegur 2. FO 900 Vágur. Stílað: Joan Nolsøe, leiðari Umsóknarfreist: 16. november 2007. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Pedagogar til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum Søkt verður eftir pedagogum at arbeiða 40 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu, at byrja 1. mars 2008. Vit ynskja • At tú hevur hug og árræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum • At tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur • At tær dámar væl at vera úti og sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum • At tú verður við til at mynda og menna okkara pedagogiska umhvørvi Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv, har tú saman við góðum starvsfelagum fært møguleika at byggja upp eitt spennandi pedagogiskt um­ hvørvi á einum nýggjum stovni. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommuna Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Bjørg Olsen, varaleiðara á tlf. 47 27 44 / 23 27 47. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. nov. 2007, kl.12.00. Dagstovnurin Lítlifløttur Fløtuvegur 82 490 Strendur lýsingar Lýsið við brúktum bilum Lesið Sosialin November-kappiNgiN Hvønn dag í november mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mikudagin 5. desember 2007 kl. 10.00 og viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«. Vinningur í november er 2 M-semiflex flogferðaseðlar við Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,- Drigið verður aðru vikuna í desember. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Vinningurin í november 2 M-semiflex ferðaseðlar frá Atlantic Airways. Virði Kr. 6.304,-