leygardagur 28. apríl 2001síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 28. apríl 2001
31
gult31 cyan31 magenta31 svart31
30
Nr. 81 - 28. apríl 2001
gult30 cyan30 magenta30 svart30
Sálarfrøðilig
ráðgeving og viðgerð
Frá 1. apríl arbeiði eg sum privatpraktiserandi
sálarfrøðingur.
Ring um nærri upplýsingar.
Ása Ellefsen
autoriseraður sálarfrøðingur
Tlf. 318464 og 218464
Starvið
Í Mentamálastýrinum/Landsmiðstøðini
eru nakrir tímar sum ráðgevi leysir at
søkja til setanar frá 1. august 2001.
Ráðgevingin fatar um lærugreinirnar
landalæru og søgu/samtíð. Dentur
verður lagdur á, at arbeitt verður í
tvørgreinaligum høpi,og møguleiki er
at søkja eina ella fleiri lærugreinir.
Samanlagt eru 8 lønartímar um vik-
una at søkja (ein lønartími svarar til
umleið 11/2 fyrisitingartíma). Vanliga
verður ráðgevi settur við 8 til 12 lønar-
tímum um vikuna.
Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at hava hollan ástøði-
ligan kunnleika og starvsligar royndir í
viðkomandi lærugrein/-um og starvs-
økjum, starvið fatar um. Væntað verður,
at lærugreinaráðgevin hevur førleika
og er hugaður at nýta KT í ráð-
gevastarvinum.
Setanar- og lønartreytir
Lærugreinaráðgevin verður settur eftir
avtalu millum Fíggjarmálastýrið og
Føroya Lærarafelag. Tann, ið settur
verður, skal undirvísa írestandi tímar-
nar í skúlanum, har viðkomandi starv-
ast dagliga.
Ein starvslýsing er galdandi fyri ráð-
gevastarvið. Lagt verður upp til eitt
skipað samstarv millum ráðgevarnar,
møguliga í tvørgreinaligum bólkum.
Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skal verða
Landsmiðstøðini,
Hoyvíksvegi
72,
Postrúm 3084, 110 Tórshavn í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 4. mai 2001.
Gjøllari upplýsingar fáast frá leiðar-
anum á Landsmiðstøðini, tlf. 318825.
Mentamálastýrið og
Landsmiðstøðin
Lærugreinaráðgevi
Mentamálastýrið
Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, menta-
mál og gransking. Harumframt hevur stýrið uppgávur, ið viðvíkja kirkju, loftmiðlum,
ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Landsmiðstøðin er tænastustovnur í undirvísingarverkinum. Landsmiðstøðin sýnir
fram og lænir út undirvísingaramboð, hevur verkstaðarmøguleikar, hevur saman við
Mentamálastýrinum eina lærugreinaráðgevaskipan og skipar fyri fak- og
inspiratiónsskeiðum fyri lærarum.
Bilur við front-
skaða til sølu
Merki: Opel Astra G Club, 5 hurðar, turbo diesel
Árg.: 1998
KM.: 62.000
Eyka útgerð: 5 gear, el-rútar, centrallás, umdr.telj-
ari, servostýring og air-bag.
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
Magni Petersen
t-postur: mpe@trygging.fo
beinl. tlf. 345728
fax nr. 345607
at hitta mánadag–hósdag millum kl. 8.00–10.00
og fríggjadag kl. 08.00–16.00.
Leikhúsið Gríma
sýnir leikin
Eitur nakað land
Week-end?
av Jóanes Nielsen
leikstjórn Eyðun Johannessen
á Meiarínum
Farið verður undir seinastu sýningarnar av
»Eitur nakað land Week-end«
leygardagin
28.04.2001 kl. 18.00
sunnudagin
29.04.2001 kl. 16.00
Atgongumerki á kr. 100,- fáast á Kunningar-
stovuni og við dyrnar 1 tíma undan sýning.
Bólkar uppá 10 ella fleir fáa 20% avsláttur.
Fólk til
byggiarbeiði
Til nýggja byggipláss okkara – útbygging av
Landssjúkrahúsinum – sóknast vit eftir forskallar-
um, jarnbindara, førara til tornkrana og royndum
betongblandimeistara. Byrjað verður miðjan mai
mánaða.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:
E. Pihl & Søn Føroyar P/F
Sten Balle, tlf. 225030, ella
Boga Hansen, tlf. 0045 45277266
Til sølu
Um hóskandi boð fæst, verður sethúsaognin
Garðsgøta 4 á Argjum seld.
Húsini eru í tveimum hæddum, hvør 125 m2. Tey
eru bygd í 1997. Grundøkið er 600 m2.
Í neðra er vaskirúm, stórt kamar og kjallararúm 74
m2, sum kann innrættast. Í erva er gangur, grov-
køkur við útgongd til hjall, 2 baðiverilsi, nið-
urgongd í kjallara, stórur køkur og stór stova við
útgongd til altan, hjúnarúm og 2 kømur.
Gjørt er rundan um húsini við urtagarði og terassu.
Á stykkinum er eisini garaga.
Talan er um eina sera snotiliga ogn bæði innan og
uttan, ið liggur væl fyri við góðum parkerings-
møguleikum, tætt við skúla og spælipláss.
Nærri upplýsingar fáast um ognina við at venda
sær til
Advokatskrivstovuna
Fr. Petersensgøtu 9
100 Tórshavn · Tlf. 311145
att.: Fríða Patursson, adv.
Reingerðarfólk
Søkt verður eftir avloysara fyri reingerðarfólk við
Miðvágs/Sandavágs Skúla frá 21/05 til 15/10-2001.
Umsóknir skulu vera Miðvágs kommunu í hendi
seinast fríggjadagin 11/05-2001.
Miðvágs
kommuna
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
Privatpraktiserandi
sálarfrøðingur
Sálarfrøðilig ráðgeving og viðgerð.
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Marita Sámalsdóttir Petersen, aut. sálarfr.
Magnus Heinasonargøta 20,Tórshavn
Tlf. 31 32 29,Teldupostur: marisam@post.olivant.fo
MANNING
Hervið verður søkt eftir
manning
til M/F Norrönu, til summar-
siglingina 2001, sum byrjar 19. mai
Størvini, ið sett verða, umfata allar deildir innan
catering so sum:
Pursarar, kokkar, bakarar, sleiparar, barrfólk, cafe-
teriafólk, tænarar, kioskgentur, koytugentur og
informatiónsgentur.
Fylgjandi krevst:
•
Heilsuprógv fyri sjófólk, ikki eldri enn 2 ár.
Skrivlig umsókn verður at senda til:
P/F SMYRIL LINE
Postboks 370
FO-110 Tórshavn
Toll- og Skattstova Føroya
Streymoyar Øki
Starv leyst at søkja
á Toll- og Skattstovu
Føroya,
Streymoyar Øki
Á Toll- og Skattstovu Føroya,Streymoyar Øki,toll-
avgreiðslan,Eystara bryggja,Tórshavn er eitt starv
leyst at søkja.
Arbeiðsuppgávan
Talan er um tollavgreiðslu av vørusendingum,
EDV-viðgerð og kannan av tollingaráheitanum og
annað arbeiði í sambandi við tollavgreiðslu.
Førleikakrøv
Tann,
sum
settur
verður,
skal
hava
skrivstovuútbúgving, hava kunnleika til EDV,
verða fyrikomandi og kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Umsøkjarar,
sum
hava
royndir
innan
tollavgreiðslu, hava fyrimun.
Setanarviðurskifti
Starvið skal setast skjótast gjørligt. Starvið verður
sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og
Starvsmannafelagið.
Umsóknir
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving og
møgulig viðmæli skulu vera Toll- og Skattstovuni í
hendi í seinasta lagi 7. mai 2001.
Toll- og Skattstova Føroya
Streymoyar Øki
Postboks 3139
FO 110 Tórshavn
(umsókn)
Prutl við skaða
til sølu
Merki: Aprilia 50 RS
Árg.: 2000
KM.: 5.123
Fróði Müller, sýnsmaður
t-postur: fm@trygging.fo
beinl. tlf. 345727
fax nr. 345607
at hitta mánadag–hósdag millum kl. 8.00–10.00
og fríggjadag millum kl. 08.00–16.00.
Musikkskúla-
skipanin
Søkir eftir lærarum í hesum greinum til setan í
august 2001.
Sello. Fulltíðarstarv. Bústaður verður í Klaksvík.
Undirvísingarstøð: Klaksvík og Eysturoy. Førleiki á
øðrum ljóðføri er fyrimunur.
Messing. Fulltíðarstarv. Bústaður verður í Vágum.
Førleiki í orkesturleiðslu er fyrimunur.
Rútmiskari tónleikanámsfrøði. Fulltíðarstarv.
Bústaður verður í Eysturoy.
Undirvísingarstøð: Eysturoy og Klaksvík.
Fakini eru gittar, el bass, slagverk, samanspæl og
forskúli.
Sangi og klaver. Fulltíðarstarv. Bústaður og undir-
vísing verða í Suðuroy.
Royndir í barnasangi og kórleiðslu krevjast.
Blokkfloytu/klarinett/saxofon/fagott. Starvið er
3/4 av fulltíðarstarvi.
Undirvísingarstøð: Norðurstreymoy og Tórshavn.
Royndir í bólkaundirvísing er fyrimunur.
Sangi. Fulltíðarstarv. Bústaður verður í Tórshavn.
Undirvísingarstøð:Tórshavn og Norðureysturoy.
Undirvísingarroyndir í rútmiskum sangi krevjast.
Klaver. Fulltíðarstarv. Bústaður verður í Tórshavn.
Undirvísingarstøð:Tórshavn og Norðurstreymoy.
Hollur dugnaskapur í fylgispæli krevst.
Klaver. Tíðaravmarkað 3/4 starv skúlaárið 2001/
2002.
Undirvísingarstøð:Tórshavn og Nes Sókn.
Førleikakrøv: Musikkpedagogiskt prógv frá
konservatorium ella onnur javnsett hægri
tónleikaútbúgving. Framførsluroynd krevst í
sambandi við setan.
Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og Musikklærarafelagið.
Umsóknarfreist: 7. mai 2001
Meira fæst at vita hjá leiðaranum.
Umsókn skal sendast til:
Musikkskúlaskipanin
Martin Mouritsen, leiðari
Hoyvíksvegur 72
FO 100 Tórshavn
T-postur: martin@mms.fo
Tlf 316462 / 216462
Fax 316991
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Í musikkskúlaskipanini eru í løtuni tilsamans 1150 næmingar.
Skúlarnir
eru
Tórshavnar,
Klaksvíkar,
Suðuroyar,
Norðurstreymoyar, Vága, Nes Sóknar, Fuglafjarðar, Norðljómur,
Sandoyar,Leirvíkar,Stranda,Skála,Oyndarfjarðar og Fossánesar
Musikkskúlar.
Kommunalir myndugleikar skipa karmar, sum leiðari á staðnum
fyrisitur.
Lærararnir
hava
hægri
tónleikaútbúgving.
Mentamálastýrið hevur fakligu og námsfrøðiligu ábyrgdina av
undirvísingini.
www.sosialurin.fo