mánadagur 5. november 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 214 - 5. november 2007
Í góðveðrinum leygar
dagin lá ein lítil kópur
so fittur og svav uppi
á landi í Rituvík
Rituvík
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Vit vóru farin ein lítlan túr
oman á lendingina í Rituvík
stutt fyri skýming seinna
partin leygardagin. Komin
oman um lunnarnar, sum
liggja heilt av bakkanum og
oman á sjógv, sást okkurt
ljós og at síggja til loðið
liggja ovast undir brimgarð
inum har suðuri.
So hvørt, vit nærkaðust,
sást, at hetta var ein kópur.
Tá ið vit vóru komin heilt
oman til hansara, byrjaði
hann so smátt at remba
sær.
Hann hugdi róligur
upp, klóraði sær undir øsin
um við ”labbanum”, geisp
aði og hevði líka sum hug
at leggja seg aftur.
Nósin vísti eingi tekin til,
at hann ætlaði sær á sjógvin
undan okkum.
Undir liðini á honum lá
ein nýdeyður summarseiður
og bíðaði eftir, at nósin
gjørdist svangur aftur.
So hvørt, sum hann gjørd
ist meira vakin og klárur,
skimaðist hann stillisliga
rundan um seg, geispaði aft
ur og klóraði sær enn eina
ferð.
Hevði hann kunnað tosað,
hevði hann helst biðið um
at fingið frið til at lagt seg
aftur.
Vit tóku nakrar myndir
og fóru síðan niðan aftur á
bakkan.
Neyvan vóru vit komin
heilt niðan aftur á bakkan,
áðrenn hesin fitti nósi aftur
var fallin í svøvn á lending
ini í Rituvík.
Ein nósi leitaði sær uppá land
Minni
fiskur í
Hanstholm
Fiskurin, sum kemur upp
á land í Hanstholm og
verður seldur á uppboði,
verður nú allur skildur hjá
Hanstholm Samlesentral
Eftir at fýra sonevndir
samlisentralar hava verið í
Hanstholm í Danmark,
eru nú bara tveir eftir. Á
samlisentralunum verður
fiskurin, sum skipini føra
til lands, skildur eftir
stødd og dygd, áðrenn
hann verður bjóðaður út á
fiskamarknaðinum.
Fiskurin verður nú skild
ur hjá Hanstholm Samle
sentral, sum er sera væl
útgjørdur og effektivur við
nútímans skiljimaskinum.
Orsøkin til, at tørvurin á
skiljing er minkandi í
Hanstholm, er, at minni
fiskur kemur upp á land,
samstundis sum fleiri skip
pakka fiskin umborð.
Tað er Fiskeri Tidende,
sum ber hesi tíðindi.
Ein nýggj frágreiðing
staðfestir annars, at havnin
í Hanstholm er týdningar
miklasta fiskivinnuhavnin
í Danmark.
Eisini á ferðavinnuøkin
um er stórur flutningur. Ein
týðandi orsøk er siglingin
hjá Master Ferries, Fjord
Line og Smyril Line.
Havnastjórin, Hans Kjær,
sigur, at tilsamans flyta hesi
trý reiðaríini 530.000 ferð
andi, 119.000 persónbilar
og 21.000 lastbilar um
Hanstholm um árið.
(vilmund)
Hells Angels óynsktir í Íslandi
Tá tríggir limir í Hells Angels komu til Keflavíkar við flogfari herfyri, gjørdi íslendska
løgreglan av at senda menninar og konur teirra av aftur landinum. Íslendska netávísin mbl.
is skrivar, at Hells Angelsfólkini komu úr Oslo, og ætlanin hjá teimum var at hátíðarhalda
11 ára dagin hjá íslendska MCfelagnum Fafnir. Íslendska løgreglan váttar yvirfyri
netávísini, at teir hava noktað hesum trimum Hells Angelsmonnunum og konum teirra
innferðarloyvi. Tí vórðu fólkini steðgaði á flogvøllinum í Keflavík. Sum skilst, er hetta
ikki fyrstu ferð, at íslendska løgreglan hevur noktað Hells Angelsfólkum at koma til
Íslands. Íslendska løgreglan heldur ikki, at MCfelagið Fafner formelt hevur tilknýti til
Hells Angels, men heldur kortini, at sterk bond eru millum partarnar. (vilmund)
Ein nósi og ein summarseiður á lendingini í Rituvík
seinnapartin leygardagin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Havnin í Hanstholm
er týdningarmesta fiski
vinnuhavnin í Danmark
ena meira enn kvinnur
Taka vit triðja ættarlið,
tjenar
maðurin
208.000
krónur og kvinnan stívliga
181.000 krónur.
Hyggja vit at einum øðr
um aldursbólki (4049 ár),
er miðal bruttoinntøkan hjá
manninum í fyrsta ættarliði
stívliga 310.000 krónur,
meðan
kvinnan
tjenar
238.000 krónur.
Í øðrum ættarliði í sama
aldursbólki er inntøkan hjá
manninum 364.500 krónur,
meðan hon er góðar 280.000
krónur hjá kvinnuni.
Í triðja ættarliði er lut
fallið ávikavist 288.900 og
259.900 krónur.
Tølini vísa eisini, at teir
føroysku útisetar, sum tjena
mest í Danmark, eru tey, sum
eru millum 40 og 59 ár.
Almennar veitingar
Sambært hagtølunum, fáa
tilsamans 5.890 føroyskir
útisetar í Danmark ymisk
sløg av almennum veiting
um, sum koma í staðin fyri
inntøku. Hesar kunnu býtast
í tveir bólkar, fyribils veit
ingar og varandi veitingar.
Samanlagt fáa 3.814 úti
setar fyribils veitingar, með
an 2.076 fáa varandi veit
ingar.
Í bóklinginum verður víst
á, at 550 av teimum, sum fáa
fyribils veitingar, fáa hesar
vegna barnsburðarfarloyvi.
Millum útisetar er
vanligasta fyribils veitingin
arbeiðsloysisstuðul,
og
vanligasta varandi veitingin
er fólkapensjón.
Leivur Persson vísti á, at
í nærum øllum bólkum av
fyribils veitingum og í øll
um bólkum av varandi veit
ingum eru tað fleiri konu
fólk enn manfólk, sum fáa
hesar veitingar.
Hetta er eisini galdandi
við fólkapensjónini, har
væl fleiri konufólk enn
mannfólk eru fólkapen
sjónistar, segði hann.
Sambært hagtølunum, sum Norðuratlantsbólkurin hevur fingið
frá Danmarks Statestik, fáa tilsamans 5.890 føroyskir útisetar í
Danmark ymisk sløg av almennum veitingum, sum koma í staðin
fyri inntøku. Hesar kunnu býtast í tveir bólkar, fyribils veitingar og
varandi veitingar. Fyribilsveitingar er eitt nú barnsburðarpeningur
Mynd: Álvur Haraldsen