Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 214 - 5. november 2007 Í fjør útfluttu danskir fiska­ útflytarar fyri tilsamans 19,4 miljardir krónur í fiskavørum, men í ár vænta teir, at útflutningurin verður størri Hóast minni fiskur kemur upp á land í donskum havn­ um, setir fiskaútflutningur kortini met ­ aftur í ár. Samlaði fiskaútflutning­ urin í fjør var 19,4 miljardir krónur, men í ár vænta útflytarar at seta nýtt met. Nøgdin í landingunum eru minkaðar tað mesta av einum triðingi, men prísir­ nir fyri útfluttu vørurnar eru nógv øktir ­ so nógv, at danskur fiskaútflutningur annað árið á rað fer at seta met í virði. (­vilmund) Met hóast minkandi nøgdir Tað loysir seg at eta fisk, um tú ætlar at minka um vandan fyri at fáa sukursjúku Ein amerikonsk kanning vísir, at børn við typu 1­ diabetes, sum er arvalig, minka um vandan fyri at fáa sukursjúku við 55%, um tey eta omega 3­feitt­ sevjur. Tilsamans 1.779 amerik­ onsk børn í vandabólkinum vóru við í kanningini, og nógv færri av teimum, sum hava etið tran, fingu sjúkuna enn tey, ið ikki ótu tran. Nýggjar kanningar vísa eisini, at olja úr kópi er góð í viðgerðini móti bruna í tarmunum. Hetta kom fram á eini ráðstevnu í Vasa í Finlandi herfyri. Aftur her eru tað omega 3­feittsevjan, sum ger undurverkið, siga gransk­ arar. (­vilmund) Keypa russiskar toskakvotur Íslendsk reiðaríir hava keypt kvotur frá russum sum svara til 3.200 tons av toski. Hetta er ein avleiðing av skerjingini í íslendsku toskaveiðini upp á tilsamans 63.000 tons. 3.200 tons muna ikki nógv, tá ið niðurskurðurin er so stórur, men eisini hesi tonsini gera mun. Tað er Fishupdate.com, sum ber hesi tíðindi. Prísirnir á toski hava leingi verið góðir á markn­ aðinum, og teir eru framhaldandi á veg uppeftir. Íslendingar halda, at keyptu veiðirættindini eru lønandi, hóast prísirnir á kvotunum eru høgir. (­vilmund) Eystursjógvur gerst súrari Dálking ger meira og meira um seg í Eystursjónum. Tað staðfesta mátingar, sum gjørdar eru gjøgnum fleiri ára­ tíggjur. Tey, sum standa fyri hesum mátingum, siga, at ph­innihaldið í Eystursjónum minkar, samstundis sum havøkið gerst súrari. Mett verður, at hetta í fyrsta lagi fer at ganga útyvir føðina hjá fiskinum, sum so aftur verður verri fyri. (­vilmund) Verjir móti sukursjúku Landaðu nøgdirnar í donskum havnum eru minkaðar við sløkum triðingi Flutningurin av smoltinum úr Skotlandi til Ruslands tók sjey samdøgur Eitt skotsk alifelag seldi herfyri 300.000 laksasmolt til Ruslands. Sum skilst, er hetta fyrstu ferð, at skotar hava selt russum smolt. Laksasmoltið úr Skot­ landi gongur nú á Am­ barnaya­fjørðinum, nær Murmansk. Tað tók sjey samdøgur at flyta smoltið upp til Ruslands. (­vilmund) Selja smolt til Ruslands Í nærum øllum bólk­ um, sum fáa fyribils veitingar og í øllum bólkum, sum fáa var­ andi veitingar, er talið av konufólki størri enn talið av mannfólki. Hetta er eisini galdandi við fólkapensjónini, har væl fleiri før­ oysk konufólk enn mannfólk eru fólkapensjónistar í Danmark Føroyskir útisetar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Norðuratlantsbólkurin, sum á tíðindafundi fríggjamorg­ unin hevði framløgu av ymiskum taltilfar um før­ oyskar útisetar í Danmark, hevði nógv ymisk – og áhugaverd – viðurskifti at vísa á. Taltilfarið er í fyrsta lagi sambært hagtølum hjá Danmarks Statestik. Samlaða talið av føroysk­ um útisetum í Danmark, býtt yvir trý ættarlið, er 22.549, sum er út við helm­ ingurin av samlaða fólkatal­ inum í Føroyum. Av hesum eru tey 9.741 fødd í Før­ oyum. Tað var Leivur Persson, sum hevði framløguna vegna Norðuratlantsbólkin, og tað eru Leivur, Gunnar Bjarnason og Annika Smith, sum hava staðið fyri kann­ ingini og hava lagt bóklingin, sum givin er út, til rættis. Menn tjena meira Undir framløguni segði Leiv­ ur, at galdandi fyri allar ald­ ursbólkar av føroyskum úti­ setum í Danmark er, at brutto­ inntøkan hjá mannfólki er væl hægri enn miðalinntøkan hjá konufólki í sama ættarliði og aldursbólki. ­ Hetta er sama mynstur, sum sæst aftur aðrastaðni í vesturheiminum, segði hann og legði aftrat, at fyri øll ættarlið er eisini gald­ andi, at munurin á miðal­ lønini millum kynini er lítil í byrjanini, men hann gerst størri, tess eldri fólk gerast. Hann vísti á, at í fyrsta ættarliði er miðal bruttoinn­ tøkan hjá einum føroyskum manni í Danmark (25­39 ár) stívliga 215.000 krónur, meðan ein føroysk kvinna í sama aldri tjenar smáar 180.000 krónur. Í øðrum ættarliði tjenar maðurin góðar 280.000 krónur og kvinnan góðar 212.000 krónur. Kanning millum útisetar: Føroyskir menn tje