Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 214 - 5. november 2007 Elin byrjað á Rás 2 Í síðstu viku byrjaði útvarpsmaðurin, Jón Brian Hvidsfeldt, á nýggju Rás 2 í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Í dag kom ein annar av kendu útvarpsrøddunum úr Kringvarpi Føroya oman í Rás 2. Talan eru um Elin Winther Poulsen, ið her lesur sína fyrstu tíðindasending upp í studionum á loftinum í Miðlahúsinum. Elin Winther Poulsen er útbúgvin løgfrøðingur, men hevur seinastu fimm árini arbeitt sum tíðindakvinna í útvarpinum hjá Kringvarpinum. Kapping um slagorð Photocare og Sosialurin skipa í felag fyri eini kapping, har lesarin skal finna eitt slagorð at prenta á t-shirts, sum skulu seljast í PhotoCare- handlinum í Havn. Tú kanst vera við í kappingini við at senda slagorðið inn einsamalt ella saman við mynd, sum tú helvur passar til títt slagorð. Hevur tú eina vakra mynd, sum prýðir eina t-shirt saman við tínum slagorði, er tað eisini í lagi. Fyri at vera við í kappingini, skal slagorð og møguleig mynd sendast til photocare@sosialurin.fo frá 5. november og í seinasta lagi 16. november kl 16. Í teldupostinum skal standa navn, bústaður og telefonnummar. Vinningarnir eru: 1. Hitachi upptøkutól, virði 6.000 kr, 2. 1.000 myndir + album, virðir 3.000 kr. 3. Fimm T- shirts, virði 1.000 Undir slagorðinum Vit skapa úrslit, legði Javnaðarflokkurin fram valskrá sína til fólkatingsvalið komandi týsdag. Og sum einasti føroyski flokkur peikar Javnaðarflokkurin á Helle Thorning- Smith sum komandi danskan stjórnar- leiðara POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark hevur Javnaðarflokkurin altíð ver- ið flokkurin, sum hevur gingið nýggjar leiðir og funnið loysnir. Hetta gjørdu vit í 1948 við Heimastýris- lógini, við avtaluni um ráevnini í undirgrundini í 12992 og við Yvirtøkulógini í 2005, segði løgmaður, Jóannes Eidesgaard á tíð- indafundinum í morgun. Hann vísti á, at skráin úti- lokandi snúði seg um mál, sum viðkomu viðurskiftun- um millum Føroyar og Dan- mark, meðan tey heimligu málini ikki blíva umrødd. Flokkurin hevur annars onga avgjørda støðu til ríkis- felagsskapin sum so, men vil altíð velja tær loysnirnar, sum eru best fyri føroyingar. Tað er føroyska vælferðin, sum hevur størstan týdning. Fáa vit hana innan fyri ríkisfelagsskapin, so er tað har, vit vilja vera. Og fáa vit størri vælferð sum sálv- støðug tjóð, er tað tað vit vilja, segði Jóannes Eides- gaard. Skulu vit framhaldandi kunna menna okkum sum tjóð er neyðugt, at vit sleppa fram at altjóðagerðini. Vit mugu royna at fáa all- ar forðanir burtur, so vit í størri mun kunnu fremja uttanríkismál, segði løgmað- ur. Hann vísti annars á, at við yvirtøkulógini hava før- oyingar fingið besta amboðið, vit nakrantíð hava havt. Nú er tað fullkomiloiga upp til løgtingið at gera av, nær yvirtøkurnar verða framdar. Atlimaskap í FAO Vit vilja taka altjóða ábyrgd, og vit vilja sita við borðið, tá altjóða veðurlagsstevnan verður í Keypmannahavn í 2009, segði løgmaður. Hann metir tað hava alstóran týdning fyri okkara umdømi, at vit eru við og eru sjónlig á altjóða pallin- um, tá tað ræður um menn- ingarhjálp. Tað er av stórum týdningi, at vit hava vunnið okkum sóma úti í heimi við at lata menningarhjálp. Seinastu árini er hendan játtanin vaksin úr 300.000 krónum upp í fýra milliónir, vísti Jóannes Eidesgaard á. Eitt annað mál, sum løg- maður metir hevur stóran týdning, er atlimaskapur í FAO, sum er altjóða mat- felagsskapurin. Føroyskur atlimaskapur í FAO verður viðgjørdur í Rom í komandi viku, og tað er alt, sum bendir á, at vit fara at fáa hendan lima- skapin, segði løgmaður. Sum fiskivinnutjóð er tað av stórum týdningi, at vit fáa atlimaskap í FAO, tí hesin felagsskapur umsitur øll matvøruviðurskifti. Eisini umhvørvi hevur stóran týdning fyri flokkin, og víst var á, at Javnaðar- flokkurin var einasti flokk- ur, sum tók fult undir við Kyoto-avtaluni, eisini tá tað snúði seg um at binda okk- um til niðurskurðin í CO2- útlátinum. Saman við sosial­ demokratunum Spurdur, hvat eitt javnaðar- umboð fór at gera, um tað gjørdist tungan á vágskálini segði løgmaður, at teir søgu- liga hava verið í tøttum sam- starvi við Sosialdemokrat- unum. Einasta tíðarskeið vit ikki hava havt eitt samstarv við sosialdemokratarnar, var í skeiðinum, sum byrjaði í 1998. Tá var eg sjálvur fólkatingslimur og valdi at vera leysgangari orsakað av vánaligu viðurskiftunum, sum tá vóru millum Føroyar og Danmark. Men viður- skiftini eru nógv betri nú, og vit eru einasti flokkur, sum peikar á Helle Thorn- ing-Smith sum komandi danskan stórnarleiðara, segði Jóannes Eidesgaard. Men líka vist tað er, at eitt javnaðarumboð fer sam- an við sosialdemokratunum, líka greitt stendur tað, at Norðuratlantsbólkurin fær økta umboðan, verður Javn- aðarflokkurin at finna á danatingi. Vit fara ikki upp í Norður- atlantsbólkin undir verandi líki. Bólkurin er ein reinur loysingarbólkur sum er, og tað síggja vit onga meining í, slegði løgmaður fast. Annars fer eitt javnaðar- umboð at arbeiða fyri før- oyskum limaskapi í EFTA, eins og arbeitt fer at verða fyri, at beina forðingar av vegnum so Føroyar sleppa fram at slíkum skipanum sum eitt nú EBS-skipanini. Hinvegin er spurningurin um loysing ella samband ikki nakað, sum flokkurin hevur nakra avgjørda støðu til. Tað, sum flokkurin er mest áhugaður í, er at skapa ein dynamiskan felagsskap, har føroyska vælferðin er í hásæti. Og tað er fyrst og fremst vælferðin, ið Javnaðarflokk- urin leggur størstan dent á, eisini til fólkatingsvalið komandi. Javnaðarflokkurin hevur framt líkarætt í uppstillingini, har ellivu kvinnur og ellivu menn eru at finna. Flokkurin presenteraði valskrá sína á tíðindafundi í morgun Mynd: Jens Kristian Vang Valevnini Kirstin Strøm Bech, Vágur Edith Dahl, Tórshavn Jóannes Eidesgaard, Tvøroyri Gudny Diana Hentze, Sandur John Johannessen, Tórshavn Jónleif Johannesen, Klaksvík Vilhelm Johannesen, Klaksvík Randi í Jógvanstovu, Leirvík Gerhard Lognberg, Skopun Kristian Magnussen, Tórshavn Heðin Mortensen, Tórshavn Helena Dam á Neystabø, Tórshavn Óluvá Niclassen, Velbastaður Jóngerð Nielsen, Vestmanna Nita Næs, Hvalba Andreas Petersen, Gøta Dan Reinert Petersen, Fuglafjørður Eyðgunn Samuelsen, Klaksvík Hans Pauli Strøm, Vestmanna Mamy Dahl Sørensen, Viðareiði Mikkjal Sørensen, Porkeri Eileyg Weihe, Sørvágur Vóna danskt stjórnarskifti