mánadagur 5. november 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 214 - 5. november 2007
Eitt skip afturat til Mærsk
Leygardagin fekk seinasti nýbygningur á Odense Staalskibsværfts
til A. P.. Møller-Mærsk navn. Talan eru eitt 11.000 tons stórt
bingjuskip, sum fekk navnið Edith Mærsk. Hetta er sjeynda skipið
av sínum slag, sum verður sett inn í heimsumfatandi
bingjusiglingina hjá stóra danska reiðarínum. Í tíðindaskrivi boðar
reiðaríið frá, at hesi skipini lúka øll tey nýggjastu krøv og
standardardir innan umhvørvi og trygd.
Óverulig mylluætlan
Norska stjórnin hevur sett sær sum mál at loysa
trupulleikarnar við luftdálking við at byggja eina
røð av flótandi vindmyllum fram við strondini. Men
nú skrivar tíðarritið Energi, at tað eru fleiri vansar
við at seta vindmyllur upp á sjónum. Eitt nú hevur
tað víst seg, at myllurnar tola ikki saltið í sjónum,
og so ber ikki til at umvæla myllurnar, uttan at tað
er slætt í sjónum. Tíðartitið fer so langt sum at siga,
at mylluætlanin hjá stjórnini er óverulig.
Fáa vit eina lykla
støðu á Fólkatingi,
fara vit at selja okkum
til hægstbjóðandi, var
greiði boðskapurin
hjá Tjóðveldinum,
tá flokkurin legði
fram valskrá sína
á tíðindafundi í
morgun
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var tann tíð, at Tjóðveldi
als ikki vildi stilla upp til
danska
fólkatingsvalið.
Almenna støðan var, at før-
oyingar høvdu einki at gera
á Fólkatingi. Men nú er søg-
an ein onnur, og sum einasti
flokkur ætlar Tjóðveldi nú
at selja seg til hægstbjóð-
andi um so er, at teir fáa
eina lyklastøðu á danatingi.
- Verða vit tungan á vág-
skálini fara vit at seta fram
nøkur ítøkilig krøv til tess
at stuðla øðrum politiska
blokkinum á Fólkatingi,
segði Høgni Hoydal millum
annað, tá valskráin hjá
flokkinum varð løgd fram.
Formaður Tjóðveldisins
førdi fram, at umboð flok-
sins seinastu seks árini hava
skapt virðing á Fólkatingi.
Á tíðindafundinum varð
ført fram, at tað er av stór-
um týdningi, at eitt føroyskt
fólkatingsumboð
kann
ávirka danska hugsunar-
háttin soleiðis, at danir fáa
vitan um og kunnu skilja
føroyingar. Tað er neyðugt,
at danir í størri mun síggja
málini út frá føroyskum
sjónarmiðum.
Eins og hjá hinum flokk-
unum er sjálv valskráin
stutt og greið. Boðskapurin
er, at umboð floksins sein-
astu árini hava skapt fleiri
úrslit á danatingi, og at
hetta arbeiði fer at halda
fram, verður flokkinum víst
álit aftur.
Valskráin umfatar fimm
punkt, har tað fyrsta snýr
seg um rættindi føroyinga.
- Fær umboð Tjóðveldisins
avgerandi atkvøðuna mill-
um politisku bólkarnar á
fólkatingi, verða hesi krøv
sett fyri at stuðla aðrari
síðuni: Føroyskur sjálvsav-
gerðarrættur skal fráboðast
Sameindum Tjóðum, rættur
føroyinga at seta egna
grundlóg í gildi skal virðast
og rættur føroyinga til
javnbjóðis samráðingar um
framtíðarstøðu Føroya skal
virðast, sigur flokkurin í
skrá síni.
Týdning at ávirka
Víst varð eisini til týdningin
av at ávirka málini á Fólka-
tingi. Flokkurin leggur stór-
an dent á, at skal landið
framhaldandi kunna menn-
ast, er neyðugt, at vit fáa
størri ávirkan á uttanríkis-
politikkin.
- Tað er avgerandi, at vit
sjálvi sleppa at føra okkara
egna uttanríkispolitikk í
nógv størri mun enn nú,
løgdu valevnini dent á.
Høgni Hoydal nýtti eisini
høvið at mana vanligu
hugsanina um, at Tjóðveldi
fer niður á Fólkating at taka
loysing, í jørðina.
- Vit ætla ikki at fara nið-
ur á Fólkating av taka
loysing. Men tað er greitt,
at vit stríðast fyri somu
politiskum álunum bæði á
Fólkatingi og á løgtingi,
segði Høgni Hoydal.
Hann førdi fram, eins og
aðrir flokkar hava gjørt, at
verður atkvøðan hjá einum
tjóðveldisumboði tungan á
vágskálini, taka teir støðu
uttan mun til um teir
atkvøða ella ikki.
- Tað er ein reellur møgu-
leiki, at vit kunnu gerast
tungan á vágskálini, og
hendir tað, fara vit at selja
okkum til hægstbjóðandi.
Tað er tað, politikkur snýr
seg um, vilja vit fáa framt
nøkur mál, vísti Sjúrður
Skaale á.
- Tað hevur týdning at
vísa á, at sjálvstýrisstríðið
er ikki eitt stríð móti Dan-
mark, men eitt stríð fyri Før-
oyum, segði Høgni Hoydal.
Formaður Tjóðveldisins
vísti á, at teir hesi seinastu
árini hava víst dønum á, at
tað finst ein føroysk sjálv-
stýrisrørsla.
- Valið snýr seg um, hvørt
vit vilja framá á sjálvstýris-
leið, ella um vit framhald-
andi vilja skvatla í danska
dunnuhylinum, segði Høgni
Hoydal.
Flyta avgerðir heim
Páll á Reynatúgvu vísti á,
at tað er av stórum týdningi,
at tað er eitt samanfall
millum føroyska umboðið á
Fólkatingi og eina komandi
stjórn í Føroyum. Tað verð-
ur tí gingið út frá, at Tjóð-
veldi ikki bert fer at vinna
annan fólkatingssessin aft-
ur, men eisini kemur til
valdið í Føroyum eftir valið
í januar.
Sjálvandi
varð
eisini
Norðuratlantsbólkurin
nevndur, og dentur varð
lagdur á tann stóra týdning,
sum hesin bólkurin hevur
fyri sjálvstýristilgongdini.
- Vit fara til val við nøkr-
um ítøkiligum krøvum, og
vit fara at arbeiða hart fyri
at fáa flutt avgerðarrættin
heim til Føroya, segði
Høgni Hoydal.
Hann nevndi eisini stríðið
fyri at broyta danska hugs-
unarháttin men viðgekk, at
krevur nógv at bróta fordóm-
arnar niður, tí tað hevur
tikið ártíggjir at uppbyggja
hesar.
- Og tí er tað av so alstór-
um týdningi, at eitt føroyskt
umboð er sjónligt á dana-
tingi. Og tað hava umboð
Tjóðveldisins megnað. Vit
vilja nýta fólkatingssessin
til at skapa samstarv, eisini
til sjálvstýrisrørslur í øðrum
londum, segði Høgni Hoy-
dal.
So Tjóðveldi er til reiðar
at taka enn eitt tørn á Fólka-
tingi, og gerast teir avger-
andi atkvøðan, so fara teir
at útnytta støðuna til egnan
og Føroya fyrimuns.
Vit hava virðing á Fólkatingi
Valevnini
Annita á Fríðríksmørk
Bergtóra H. Joensen
Bjørt Samuelsen
Heidi Petersen
Heini O. Heinesen
Hergeir Nielsen
Høgni Hoydal
Jórun Høgnesen
Olga Biskopstø
Óluva Klettskarð
Petur í Gong
Róaldur Jákupsson
Sjúrður Skaale
Sólfríð Fjallsbak
Tórbjørn Jacobsen
Páll á Reynatúgvu
Maria Kristiansdóttir
Jákup Petersen
Tjóðveldi hevur stillað níggju menn og níggju kvinnur upp til fólkatingsvalið komandi týsdag. Flokkurin hevði tíðindafund í morgun, har valskráin varð løgd fram
Mynd: Jens Kristian Vang