Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 214 - 5. november 2007 Avlopið hjá Føroya Banka áðrenn skatt fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 134 mió. kr. Hetta eru 37 mió. krónur størri enn fyri sama tíðarskeið í fjør. Eftir skatt var avlopið 106 mió. krónur samanborið við 80 mió. krónur fyrstu níggju mánaðirnar í fjør fíggjarheimur Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Hóast munandi minni avlop enn kappingarneytin, Eik Banki, so heldur fram­ gongdin hjá Føroya Banka fram. Fyrstu níggju mánað­ irnar í ár var avlopið hjá Føroya Banka áðrenn skatt 134 mió. krónur samanborið við 97 mió. krónur sama tíðarskeið í fjør. Rentingin av eginognini var 8,2 prosent. Úrslitið sjálvan 3. árs­ fjórðing 2007 var 22 mió. kr. samanborið við 42 mió. kr. í 2006. Hetta er nøktandi havandi í huga, at bankin hevur havt 25 mió. krónur í útreiðslum í sambandi við stovnan av dótturbankanum Føroya Bank A/S í Danmark, skriv­ ar Føroya Banki í tíðinda­ skrivi. Nettorentuinntøkurnar fyrstu níggju mánaðirnar í ár vóru vóru 212 mió. krón­ ur. samanborið við 174 mió. krónur í fjør. Tænastu­ og provisiónsinntøkurnar øktust úr 25 mió. krónur fyrstu níggju mánaðirnar í 2006 upp í 29,6 mió. krónur sama tíðaskeið í 2007. Til­ samans eru nettorentuinn­ tøkurnar og tænastu­ og provisiónsinntøkurnar øktar 22 prosent, skrivar bankin. ­ Bankin hevur havt eina góða framgongd í inntøk­ unum í ár, men árið hevur eisini verið merkt av ein­ gangsútreiðslum í sambandi við børsskrásetingina og stovnanina av Føroya Bank A/S í Danmark. Samanum­ tikið hevur Føroya Banki skapt sær eitt gott útgangs­ støði til at økja um avlopið komandi árini, sigur Janus Petersen, forstjóri, í tíðinda­ skrivi. Útlánini hjá bankanum vóru 30. september í ár 6,8 mia. kr. Útlánini eru økt 1,4 mia. kr. síðan ársbyrjan 2007 ella tilsamans 26 prosent. Innlánini vóru 5,4 mia. kr. Tey eru økt við 746 mió. kr. síðan ársbyrjan ella 16 prosent. Eginpeningurin hjá Føroya Banka er nú 1.352 mió. kr. Fíggjarjavnin er 8,6 mia. kr. Javnin er síðan ársbyrjan øktur 1.386 mió. kr. ella 19 prosent. Solvensurin er 19,2 pros­ ent. 15.000 nýggir partaeigarar Føroya Banki varð børsskrá­ settur á virðisbrævamarkn­ aðunum í Íslandi og Dan­ mark 21. juni 2007. Tá vórðu eisini tveir triðingar av bankanum einskildir, og bankin fekk 15.000 nýggjar partaeigarar. Í august í ár boðaði Føroya Banki frá, at bankin fer at stovna dótturbanka í Danmark. Søkt hevur verið eftir fólki til danska dóttir­ bankan, og áhugin hevur verið ovurhonds stórur, upp­ lýsir Føroya Banki. Tveir stjórar í Føroya Bank A/S eru settir. For­ stjóri er Carlo Chow, og stjóri Kim Linnemann. Báð­ ir koma úr leiðandi størvum í danska fíggjarheiminum. Føroya Banki væntar eitt ársúrslit í 2007 á millum 135 og 150 mió. krónur fyri áðrenn burturleggingar og skatt. Hetta er ein øking samanborið við meting bankans 17. august 2007, sum var 125­140 mió. kr. áðrenn burturleggingar og skatt. Samlaða úrslitið fyri 2007 verður væntandi mill­ um 165 og 180 mió. krónur áðrenn skatt. Í oktobur mánaða í ár komu og fóru 17.725 fólk um floghavnina. Hetta er ein afturgongd uppá 3,7 prosent í mun til sama mánaða í fjør, tá ferðafólkatalið var 18.405 LoftferðsLa Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Hóast afturgongd í oktober, so er samlaða ferðafólkatalið um flogvøllin vaksin fyrstu 10 mánaðarnar í ár í mun til í fjør. Allar farleiðir um flog­ vøllin í Vágum í oktober hava havt afturgongd uttan Bretlandsleiðirnar. Haraft­ urat hevur ongin frálanda­ ferðsla verið higartil í ár. Fyrstu 10 mánaðarnar í ár eru tilsamans 189.937 fólk farin og komin um flog­ havnina. Hetta er 3,7 prosent meiri enn sama tíð­ arskeið í fjør, tá talið var 183.086. Í oktobur fóru og komu 455 flogfør. Hetta er 22,8 prosent færri enn í oktobur í fjør, tá 589 flogfør komu og fóru um floghavnina. Afturgongdin er bæði í rutu­ og frálandaferðsluni. Higartil í ár eru tilsaman 4.672 flogfør komin og farin um floghavnina. Hetta er 18,7 minni enn sama tíð­ arskeið í fjør, tá 5.744 flog­ før komu og fóru um flog­ havnina, skrivar floghavn. fo Fundamentalistur heldur fram Eftir at hava spælt eina viku fyri fullsettum húsum hevur sjónleikarbólkurTvazz gjørt av at spæla fleiri sýningar av leikinum Fundamentalisturin. Spælt verður týskvøld til fríggjakvøld klokkan 20 og leygardag og sunnudag klokkan 18. Seinasta sýning verður sunnudagin 11. nov. Ummæli í bløðunum og í útvarpinum hava givið leikinum sera góð viðmæli. Millum annað seks av seks møguligum stjørnum í sendingini Bylgjan og Sosialurin sigur í sínum ummæli millum annað »Lat ikki hesa serstøku uppliving fara aftur við borðinum«. So enn er møguleiki at síggja Fundamentalistin ­ fram til 11. November, skrivar Tvazz í tíðindaskrivi. Vaktarskifti hjá Mærsk Í dag er vaktarskifti í ovastu leiðsluni hjá donsku stórfyritøkuni A.P. Møller­Mærsk. Jess Søderberg, sum hevur verið aðalstjóri síðani 1993, er farin frá, og í hansara stað er Niels Smedegaard komin. Hann var ein av stjórunum í Carlsberg frammanundan, og har fekk hann góð úrslit. Donsku fjølmiðlarnir hava í mong ár kært saeg um, at landsins størsta fyritøka er ov afturlatin, men eygleiðarar vænta ikki nakra broyting í so máta nú. Vaksandi avlop í Føroya Banka Færri ferðafólk 3,7 prosent færri ferðafólk komu um flogvølllin í Vágum í oktober í mun til sama mánaðar í fjør Savnsmynd