mánadagur 5. november 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 214 - 5. november 2007
ÍLØGUSPÆLIÐ
Hilmar Simonsen
Íløguspælið hevur verið í gongd í
gott og væl ein mánað. So tíðin
er komin til at taka temperaturin
á spælinum. Hóast luttakararnir í
spælinum eru minni virknir nú enn
í byrjanini við at gera íløgur, so er
áhugin framvegis stórur. Vit hava
hitt Suna Justinussen, sølumann
hjá Kaupthing, fyri at frætta um
gongdin higartil.
- Bakka vit aftur til byrjanina av
spælinum, so vóru vit spent eftir
at síggja, hvussu tað fór at hilnast,
eftir at spælið varð blivið seinkað.
Men allur ivi varð beindur av
vegnum, og skjótt høvdu yvir
4000 meldað seg til. Í byrjanini
vóru fólk sera spent at keypa og
selja partabrøv, og hesin áhugin
er kølnaður nakað nú, men tað
høvdu vit roknað við, greiðir
Suni Justinussen, sølumaður hjá
Kaupthing frá.
Spurnarkassin nógv brúktur
Hann vissar tó um, at áhugin
framvegis er stórur, og tað sæst
millum annað við teimum nógvu
spurningunum, sum Kaupthing
fær fær frá luttakarum. Fólk
kunnu spyrja um Íløguspælið við
at senda teldupost.
-
Spælarar
brúka
dúgliga
møguleikan at senda okkum
spurningar. Spurt verður um
mangt og hvat, sum hevur við
íløgur at gera. Men fólk nýta eisini
hetta høvið at siga okkum, um tey
halda onkran snýta, heldur Suni
Justinussen flennandi fyri.
Serliga vóru nógvir spurningar um
teir spælararnar, sum fyri nøkrum
vikum síðani vórðu koyrdir úr
spælinum, tí teir høvud brúkt vitan
framíhjá um realtíðar kursir. Hetta
er ikki loyvt sambært reglunum
fyri Íløguspælið.
- Summi skrivaðu inn til okkara fyri
at vísa, hvussu glað tey vóru fyri, at
hesir vórðu koyrdir úr spælinum.
Onnur vildu vit, um ein skuldi vera
bangin fyri at verða blakaður út,
um hann stóð til at vinna. Men eg
kann vissa um, at eingin verður
koyrdur úr spælinum, sum hevur
hildið seg til spælireglurnar, sigur
Suni Justinussen.
Leggjast kann í hesum sambandi
afturat, at fyri at sleppa undan
líknandi hendingum aftur var ein
lítil broyting gjørd eftir hetta, so
at ikki ber til at gera sær dælt av
realtíðar-kursum longur.
Kvøld fyri tvey á Gourmet
Fyri at kveikja áhugan aftur
hjá teimum spælarunum, sum
eru dotnir heldur langt niður á
støðulistan,
hevur
Kaupthing
sett vikuligar vinningar til tann
spælaran, sum fær best úrslit
fyri eina viku. Tað hevur víst
seg at gagna onkrum av aftastu
spælarunum, hóast øll sjálvandi
hava sama møguleika at vinna
vikuligar vinningar.
- Tann eini vinnarin av vikuliga
vinningingum var komin heilt
niður á minus 70 prosent. So
eingin ivi er um, at væl ber til
at vinna eitt kvøld fyri tvey á
Gourmet, sum hevur eitt virði á
umleið 700-800 krónur, hóast ein
er á niðurflytingarstrikuni, heldur
Suni Justinussen fyri.
Áðrenn vinningar verða útlutaðir
verður altíð kannað eftir, um
spælarin hevur ”reint mjøl í
posanum”.
- Ein sum stóð at vinna vikuligan
vinning vísti seg at hava tveir
profilar og varð tí strikaður, vísir
Suni á.
So um ein vil vinna, so loysir
tað seg best at halda seg til
spælireglurnar, sær tað út.
Kvøld
fyri
tvey
á
Gourmet til vikuvinnaran í
Íløguspælinum
Sum kunngjørt fáa spælararnir,
sum
standa
seg
best
í
Íløguspælinum hvørja viku,
vinningar frá Kaupthing Bank.
Besti spælarin er tann, ið
hevur havt størsta vinning
í prosentum farnu vikuna.
Vinningurin hesaferð er eitt
gávukort fyri tvey til eitt kvøld
við serligari vín- og matskrá frá
Gourmet.
Besti spælarin í viku 44:
Playsir
Avkastið
hjá
vinnaranum
hesa vikuna: akr 312.616,81
(+34,17%)
Vinnarin fær beinleiðis boð.
Hjartaliga tillukku
Kaupthing Bank
2,000
1,900
1,800
1,700
1,600
1,500
1,400
30/10
31/10
3/11
4/11
5/11
1/11
2/11
Gongdin hjá topp 3 (vika 44)
navijoe
Ollysan
hanna21
www.kaupthing.fo
Íløguspælið á ilogur.com - 6. vika
Taparar kunnu gerast vinnarar
sansir.fo
Topp 10 (5. nov. 2007 kl. 11.09)
Leikari
Reiður peningur Partabrævaogn
Ogn
Avkast
navijoe
272,83 kr.
1.975.609,00 kr.
1.975.881,83 kr.
+97,59 %
Ollysan
8,92 kr.
1.610.569,70 kr.
1.610.578,62 kr.
+61,06 %
hanna21
68,57 kr.
1.592.968,50 kr.
1.593.037,07 kr.
+59,30 %
bjarnass
183.051,92 kr.
1.337.700,00 kr.
1.520.751,92 kr.
+52,08 %
TNT
929.159,20 kr.
591.478,00 kr.
1.520.637,20 kr.
+52,06 %
Mazda323
7.264,28 kr.
1.419.867,26 kr.
1.427.131,55 kr.
+42,71 %
GoogleInvest
24,82 kr.
1.419.052,80 kr.
1.419.077,62 kr.
+41,91 %
jubiijan
1.396.353,70 kr.
0,00 kr.
1.396.353,70 kr.
+39,64 %
partabrov2
105,00 kr.
1.362.330,00 kr.
1.362.435,00 kr.
+36,24 %
nr28
32.204,00 kr.
1.327.950,00 kr.
1.360.154,00 kr.
+36,02 %
Eingin grund er til at setast aftur, hóast ein liggur á
niðurflytingarstrikuni og bert hevur reyð tøl. Ein kann saktans
gerast vikuvinnari, hóast ein liggur aftast í spælinum. Tann eini
vikuvinnarin hevði minus 70 prosent, men vann eitt kvøld fyri tvey
á Goumet.