Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 214 - 5. november 2007 Fáa væl av sild Klaksvíkarskipini Christian í Grótinum og Norðborg hava júst verið í Noregi og landað sild, sum tey fingu í norskum sjógvi. Christian í Grótinum var í Kalvåg, har teir landaðu umleið 460 tons, sum teir fingu leygardagin. Norðborg fekk eisini eitt gott kast leygardagin og kom í morgun til Utahug at landa. Uthaug er við Tróndheims­ fjørðin. Norðborg var eisini inni fríggjamorgunin. Tá høvdu teir 300 tons, sum teir landaðu í Tromsø. Góður sildamarknaður Fleiri íslendsk virkir hava fingið væl av sild teir seinastu dagarnar, og sambært fjølmiðlunum stendur tað ikki á hjá virkjunum at sleppa av við fløkini. Eitt nú siga tey á Vinnslu­ støðini í Vestmannaoyggjunum, at eftirspurningurin er stórur í Eysturevropa, og at hann er veksandi í Miðevropa, Týsklandi og Fraklandi. Prísurin er eisini í lagi, og útlitini á marknaðinum eru góð, verður sagt. Vinnslustøðin hevur tvey skip, og sildakvotan er 15.000 tons. Løgreglan hevur havt úr at gera uttanfyri tveir náttklubbar í Havn Harðskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fríggjakvøldið hevði løg­ reglan nokk at gera uttan­ fyri ein náttklubba í Havn. Løgreglan varð boðsend, tí tveir mans høvdu fingið sær tað til ítriv at bróta rút­ ar í náttklubbanum. Teir vórðu báðir tiknir og verða skuldsettir fyri herverk. Men samstundis komu tveir aðrir og blandaðu seg upp í og vildu teimum ann, sum høvdu brotið rút­ arnar. Teir báðir vórðu eisini tiknir og løgreglan helt, at tað var neyðugt at seta báðar tveir í kjallaran á løgreglustøðini. Teir verða skuldsettir fyri at hava brotið politi­ viðtøkurnar. Seinni um náttina mátti løgreglan aftur tvær ferðir upp í á sama staði, tí bar­ dagi hevði aftur tikið seg upp við sama náttklubba. Men hesu ferðina var nóg mikið at skilja stríðshanar­ nar sundur og meiri spurd­ ist ikki burtur úr tí. Annars fekk løgreglan eisini fráboðan um harð­ skap uttanfyri ein annan náttklubba, har ein maður stóð og sparkaði ein ann­ an, sum lá niðri. Tann, sum framdi harð­ skapin varð tikin og tann, sum var fyri harðskapi, varð fluttur á skaðastovuna, men løgreglan sigur, at hann hevði ikki fingið álv­ arsligt mein, men hann hevði ein lítlan skurð omanfyri annað eygað. Løgreglan hevur aftur hetta vikuskiftið tikið nakrar bilførarar fyri at koyra við kenning og sunnumorgunin varð rúsdrekkakoyrari nummar 125 tikin rúsdrekkakoyring Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Aftur hetta vikuskiftið vórðu nakrir bilførarar tikn­ ir fyri at koyra við kenning. Seint leygarkvøldið varð ein tikin fyri rúsdrekkakoyr­ ing mitt í Havnini. Hann varð tikin, tí at løgreglan varnaðist, at koyringin var eitt sindur sløðrandi og tí varð bilurin steðgaður. Tað vísti seg, at bilførarin hevði onki koyrikort. Men tann sum átti bilin var eisini í bilinum og hann verður eisini skuldsettur fyri at hava latið bilin upp í hend­ urnar á einum fullum manni, sum heldur ikki hevði koyrikort. Hann kann vænta sær bót, tí áðrenn hann letur lyklarnar frá sær, hevur hann skyldu at tryggja sær, at tann, sum skal koyra bil­ in, hevur koyrikort og er førur fyri at koyra. Og sunnumorgunin varð aftur ein tikin fyri at koyra við kenning og løgreglan sigur, at tað er rúsdrekka­ koyrari nummar 125 í ár. Her er bara talan um rús­ drekkakoyrarar, sum løg­ reglan hevur steðgað í vanligum kanningum, ella, sum eru meldaðir. Her eru sostatt ikki tey tald við, sum hava koyrt við kenning og sum í hesum sambandi hava elvt til óhapp og vanlukkur. Tann, sum varð tikin sunnumorgunin, varð tikin í sambandi við ferðsluvan­ lukkuna í Ringvegnum sunnumorgunin. Í hesum sambandi varð løgreglan á staðnum og skipaði ferðsl­ una og tá varnaðust tey, at lítið skil var í koyringini hjá tí eina føraranum. Umstøðurnar vóru so óhepnar sum hugsast kunnu, tá ið ein maður doyði av ferðsluvanlukku í gjára­ morgunin Vanlukka Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað var so óheppið, sum tað kundi vera, tá ið ein maður doyði í eini ferðsluvanlukku í Havn klokkan hálvgum sjey sunnumorgunin. Maðurin gekk á gongubreytini, men kortini varð hann yvirkoyrdur og So hóast tann 55 ára gamli maðurin gekk, har hann átti at ganga, slapp hann ikki undan, tá ið ein bilur koyrdi upp á gongubreytina og rakti hann so meint, at hann doyði á staðnum. Maðurin hevði koyrt hýru­ vogn um náttina og hevði júst sett bilin til tann, ið skuldi yvirtaka koyringina og skuldi spáka sær til hús, tá ið vanlukkan hendi. Vanlukkan hendi á Marknagilsvegnum, ella Ringvegnum, beint við íbindingina í Dalavegin. Ein bilur kemur koyrandi norður eftir Ringvegnum, tá ið førarin av onkrari orsøk miss­ ur tamarhaldið á bilinum. Tað er greitt, at bilurin rakar “oynna” mitt á vegn­ um og fer slongjandi yvir í vinstru síðu, har hann rakar mannin á norðaru gongu­ breytini. Eftir ákoyringina, fer bil­ urin fer bilurin víðari eftir ringvegnum, framvegis utt­ an at førarin hevur tamar­ hald á honum og síðani fer hann omanum aftur vegnum og útav í niðaru síðu og oman í bøin. So hóast løgreglan ikki enn veit, hví førarin misti tamarhaldið á bilinum, metir hon í øllum førum, at ferðin hevur verið í meira lagi. Ongan møguleika at bjarga lívinum 125 tikin við kenning Aftur hetta viku­ skiftið var tað ein, sum helt at tað var stuttligt at vísa løg­ regluni sín nakna afturpart Ósømiligur atburður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað kemur oftari og oftari fyri, at fólk halda tað vera stuttligt at vísa løgregluni reyv. Og aftur hetta vikuskiftið máttu løgreglufólk standa modell til hendan nýggja tjóðarítróttin í náttarlívin­ um í høvuðsstaðnum. Tað var mitt í býnum leygarkvøldið, at løgreglan var mitt í býnum í Havn og tá gjørdi ein maður ikki mætari enn at loysa sær buksurnar niður um og stakk sí nakna afturpart upp í eyguni á løgreglu­ fólkunum. Tey sóu kortini ikki at tað stuttliga í hesum, so maðurin varð tikin við sær á støðina, har hann slapp at gista í kjallaranum. Hann verður nú skuld­ settur fyri brot á politivið­ tøkurnar og fyri ósømiligan atburð. Løgreglan sigur, at tað kemur oftari og oftari fyri, at løgreglufólk skulu standa modell til slíkan atburð. Vísti løgregluni nakna reyv Ófriðarligt við náttklubbar Tað var her á Ringvegnum, beint við Dalavegin, at ferðsluvanlukka kravdi mannalív, eftir at ein bilførari misti tamarhaldið á bilinum og rendi upp á gongubreytina