Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fólkatingsvalið 13. november 2007 Løgtingsvalið 19. januar 2008 Nr. 214 - 5. november 2007 8 75 Heimurin hitnar. Heimsins leiðarar hava gjørt umhvør­ vi til heitastu politisku felagssak. Vit skulu vísa, at vit bæði kunnu og vilja taka okkara ábyrgd at steðga veðurlagsbroyt­ ingunum. Hetta skal fólkatingssessurin nýtast til, tí øll heimsins eygu verða vend ímóti Keypmannahavn í 2009. Tá verður Danmark vertur fyri altjóða veður­ lagsráðstevnu, har avloys­ arin hjá Koyto­sáttmála­ num væntandi verður undirskrivaður – ein uttan iva munandi skarpari lútur enn Kyoto. Heimsins topp­ leiðarar fara at streyma til hesa veðurlagsráðstevnu, tí einhvør politikarar við bara einum minstamarki fyri viti og skili, tekur í dag CO2­hóttanina í størsta álvara. Vilja til ábyrgd Okkara fólkatingsumboð skal slóða fyri, at vit verða sjónlig á altjóða veðurlags­ ráðstevnuni í Keypmanna­ havn. Vit skulu vísa á okk­ ara hollu royndir innan havgransking. Vit skulu vísa á, at Føroyar eru sera væl egnaðar til orkuspar­ andi og reinari­orku verk­ ætlanir. Vit skulu vísa á, at nýggja føroyska landsstýr­ ið hevur umhvørvi sum eitt hjartamál og slóðar fyri, millum annað við at øll almenn nýbyggjarí nýta reina orku. Føroyska vinnan hevur langt síðani yvirhálað politisku skipanina og rópar eftir møguleikum at spara og nýta reinari orku. Vinnan vil taka ábyrgd. Tú og eg vilja taka ábyrgd. Higartil hevur haltað at fáa ráðandi politikarar við á liðið. Bjørt SamuelSen Val Hot or not á Fólkatingi Tjóðveldi hevur havt um­ boð á fólkatingi síðani seinasta fólkatingsval. Synd er at siga, at nakað er komið burturúr. Men tað kann tað heldur ikki, tá eitt fólkatingsumboð hevur sett sær fyri, bert at sáa split í ríkisfelagskapin. Tað er hent ferð eftir ferð, tá Høgni Hoydal hevur sett einum ráðharra fyri, og øðrum eftir, spurn­ ingar um mál, sum als einki hava við Føroyar at gera. Seinasta nýggja hjá formanninum í Tjóðveldi, er, at hann fer at stuðla Anders Fogh Rasmussen, um hann lovar, ikki at fara í eitt líknandi kríggj, sum í Irak, uttan at spyrja Høgna Hoydal fyrst??? Hvar er logikkurin. Einstakir føroy­ ingar vóru í danska heri­ num sum var í Irak. Vóru teir tvingaðir til tað? Nei, teir gjørdu tað av egnum vilja. Og júst soleiðis eigur tað at vera. Sambandsflokkurin bjóðar seg fram, til at menna góða samstarvið sum hevur verið í ríkis­ felagskapinum. Tí øll vita, at ríkisfelagskapurin hevur verið okkum hollur, bæði á ein og annan hátt. Danir tóku um endan, tá ringast stóð til, fyri 15 árum síð­ ani. Tað gjørdu teir, hóast loysingarvongurin stríddist ímóti av øllum alvi. Seinasta fólkatingsskeið­ ið hevur prógvað, at tað ikki tænir nøkrum enda­ máli at lata Tjóðveldi umboða Føroyar á fólka­ tingi. Tað einasta sum vit fáa burturúr, er, at vit vera verri fyri. Tí framferðin hevur verið, og er, at allar brýr skulu brennast, um gjørt ikki verður eftir teirra høvdi. Tí hevur tað so stóran týdning at fáa eitt umboð fyri Sambandsflokkin aftur í fólkatingið. Tí bert við tí umboðnum, fáa føroyingar beinleiðis ávirkan. Vit eru klár, og kenna okkum sann­ førd um, at viðurskiftini í ríkisfelagskapinum bert kunnu gerast betri. Brekkstein.com Valevni sambandsflokksins annfinn BrekkStein Val Tað kann bara gerast betri! Eg síggi Kai Leo fyri mær í urtagarðinum. Tað man fara at verða ymiskt hvussu røktin verður, tí Kai Leo hevur nógv tað styrsta minni, sum sætt er á Føroya Løgtingi. Tá eg las greinina hjá Kai Leo Johannesen "Formaður Javnarfloksins: Hasard at spyrja Føroya fólk", ógvaðist eg við. Tað var ikki tað, at land­ sins stóru kanónir nú eru farnar at sitera brot úr skila­ góðum javnarrøðum, sum skelkaði meg. Tað gjørdi Sjúrur Skaale eisini. Nei, skelkurin kom til mín, tí formaður Sambandsflokk­ sins er so stuttmintur. Ja nærmast ómintur. Hann sigur soleiðis í Dimma­ lætting 30.0kt: "Eg hevði ikki droymt um at nakar politikari ella rættari sagt demokra­ tur var bangin fyri at spyrja sítt egna fólk" Hetta sigur Kai Leo, hóast hann, einans 5 dagar framman undan, stemmaði nei ímóti at lata føroyingar fáa orðið. Tann 25. oktobur ætlaðu tingmenn at spyrja føroyingar, hvat tey hildu um, at vallógin var broytt í óðum verki. Hetta kundi gerast uttan nakað hóasták, tí Føroya fólk skuldi á Fólkatings­ val kortini. Tá atkvøddi Kai Leo Johannesen nei. So Kai Leo Johannesen, hvat tú droymir ella ikki droymir. Vit eru tíbetur fleiri, sum minnast longri enn 5 dagar Vísið ónøgd Hetta er eitt ræðandi dømi um, hvussu lætt teir ráðandi fara um egnar dáragerðir. Latið teir ikki sleppa so. Vísið ónøgd. Farið á val og setið x við meg á lista c. Eg eri eitt óskrivað blað í poli­ tikki. Mítt ark er snjó­ hvítt í hesum høpi. Setið x við meg og latið stemmu tykkara standa sum eina undirskrift ímóti tí galskapi, vit sóðu, tá maktgreðingar­ nir gróvu demokratiið undan okkum. Tín atkvøða er ein undirskrift. Gev mær hana, so eg áhaldandi kann minna teir á hetta óamannaverk. Teir eiga ikki at gloyma, men læra av sínum feilum. Vísið ónøgd Setið x við lista c, ein­ asta flokkur sum vísti ábyrd 25. okt Minnini liva, tó ikki hjá øllum jónleif johanneSen Val Fyri fáum døgum síðani samtykti ein meiriluti í Løgtinginum, at Føroyar skulu gerast eitt valdømi. Tað var spell, at henda samtykt slapp at klúgva bæði fólk og løgting, tí í veruleikanum er breið semja um málið, hevði tað bert verið framt á ein hóvligan hátt, og tvørtur um tvey løgtingsval. Vit fingu eitt skúladømi um avleiðingarnar av, at menn leypa frá gjørdum avtalum. Tá ið tað kom fram, at summir tingmenn fóru at spýta blóð fyri at steðga broytingini í næsta valskeiði, so var semjan og avtalan sjálvandi fokin. Og meirilutin valdi at fremja broytingina í vallógini í bráðskundi. Tað er tílíkur óbúgvin atburður, sum forðar fyri, at stór politisk mál verða loyst á skilagóðan hátt. Harmiligast er kortini, at tað nógva fólkið, sum búleikast úti um landið, følir, at teirra minniluta­ verja er horvin, og at einki er komið í staðin. Á fólkatingi síggja vit sama glantrileik. Heldur enn at slóða fyri semjum og at opna dyr út í heim, verður fólkatingssessurin brúktur til at vinna mót­ støðufólki í Føroyum politiskar neisur. Tá ið føroyskur fólkatingsmaður herfyri til dømis fór á røðarapallin at boða frá loysingini í næsta val­ skeiði, so er úrslitið sjálvandi, at føroyskar ósemjur verða drignar niður á danating til lítlan sóma fyri okkum sum fólk. Fólkatingsumboðanin skal brúkast til at tryggja okkum ávirkan á tey mongu mál, sum vegna Føroyar framvegis verða avgjørd í Fólkatinginum. Tað eru uttanríkismál, verjumál, rættarskipan og onnur týðandi mál. Óbúgvin framferðarháttur valevni Javnaðarfloksins helena Dam á neyStaBø Val Vilt tú venda konfrontatión til dialog? Vilt tú venda gerðarloysi til virkisfýsni? Vil tú víðka okkara rása­ rúm úti í heimi og taka altjóða ábyrgd? Vilt tú hava eina nýggja byrjan? So er eitt at gera. At velja Javn­ aðarflokkin á fólkating týsdagin. Fyri tína atkvøðu lovi eg tær eina nýggja byrjan. Tað er avgerandi neyðugt fyri vælferðina, at vit fáa ræði á okkara egna uttanríkis­ politikki. Tí vil eg sum fólkatingslimur virka fyri einum heilt nýggjum samstarvi við danir á jøvnum føti. Einum jøvnum samstarvi, har føroyskar avgerðir verða tiknar í Føroyum á føroyskum grundarlag. Søguliga hevur Javnað­ arflokkurin altíð staðið fyri teimum framstigum, sum eru tikin á sjálvstýrisleið. Avgerðirnar eru altíð tiknar, tá tær hava verið neyðugar fyri menningina av samfelagnum. Nú er aftur ein nýggj byrjan neyðug. Nýggj byrjan og verulig úrslit www.john.fo john johanneSSen Val