Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 214 - 5. november 2007 Síðani henda samgongan tók við hevur gamla búskapar óskilið bert vundið upp á seg, og flokkarnir bjóða seg nú fram til fólkatingið við búskaparligum ruðuleika í rygginum. Spurningurin er so um vit aftur eru á veg, at súgva bróstamjólk Stórsta búskaparliga, mentanarliga og sosiala menning í Føroya søgu Tað tók 6 ár við Tjóðveldi sum lokomotivi, at broyta eitt samfelag í ruðuleika til eitt skipað samfelag eyð­ kent av framburði, dirvi og vón. Minnast tit tíðina? Minn­ ast tit hvussu errin vit vóru? Hvussu hitin og mótið góvu okkum kreftir og møguleikar sum aldri áður? Skuldin til Danmark­ ar og onnur lond varð niðurgoldin við umleið 6 milliardum kr. Ríkisstuðul­ in varð skerdur við 366 milliónum kr. og fyribils frystur. Hetta samstundis sum risaátøk vóru gjørd innan lønir, fólkapensión, fyri­ tíðarpensión, barnafrá­ drátti, barsilskipan. Nýtt Landssjúkrahús í gerð. Ellisheim, røktarheim, sambyli byggd. Øktur les­ trarstuðul, mentur fólka­ skúli og mentan. Sandoyar­ ferja, tunnil undir vest­ mannasund, byrjan til Norð­ oyatunnil, berhol til Gása­ dals, nýtt suðuroyarskip í gerð, fergulega á syðradali í gerð, nýtt vaktarskip o.s.fr. o.s.fr. Ruddað varð upp innan búskapin við ajouføring av landsrokniskapum aftur til 1992, nýtt prístal, tjóðar­ rokniskapur, kapitalvinn­ ings skattaskipan, langtíðar­ ætlan fyri íløgur í tøttum samarbeiði við kommunur. Við stórum fyrisitingar­ ligum førleika, gjøgnum­ skygni og handlikraft vóru 24 mál liðugt fyrireikaði til yvirtøku, uppskot til grund­ lóg og fullveldissáttmála gjørd, hermálsliga støðan kannað, løgtingið staðfest Føroyar við sjálvsavgerð­ arrætti. Harafturat vóru skúlamál, almen forsorg, skipasýn o.a. koma undir føroyskt ræði, dómarar og fulltrúar í Føroya rætti skulu skilja Føroyskt, hjúnarbandslógin dagførd, Løtingsins Umboðsmaður settur á stovn, fjølmiðla­ ábyrgdarlóg liðug, banka­ málið loyst, søkt um sjálv­ støðugan limaskap í Norð­ urlandaráðnum og sam­ starv í útnorðuri. Alt hetta gav Føroyum stóra viðring og áhuga millum lond og Føroyar komu á beddan í útheimi­ num. Vit rættu ryggjin og kundu bera høvdið høgt. At enda varð møguleiki at taka fulla ábyrgd og, at sína í verki hvussu tílíkt kann menna eina tjóð. Tað líkist eitt sindur tí sum hendir, tá ung fólk fara undir at byggja eini hús. Vit onnur halda tað verða óamannaverk. At teirra búskaparliga styrki ikki heldur til hetta. Men tá ein tíð er liðin hevur stolt­ leikin, gleðin, hugurin og evnini vunnið á øllum hes­ um, og glæsiliga borgin stendur sum prógv. Aftur til búskaparligt ábyrgdarloysi Skrúva vit so fram til dag­ sins politisku/búskaparligu støðu síggja vit ein annars skilagóðan fíggjarmálará­ harra standa fram, og lova í minsta lagi 400 milliónir í yvirskoti á fíggjarlógini fyri 2008. Hetta er jú bert rímuligt av tí, at landið nú er í einum óvanliga stórum búskaparvøkstri, so stórur, at kønir menn meta hann sum ovurupphitaðan. Sein­ astu 4 árini eru skattainn­ tøkur landskassan øktar við umleið 1000 milliónum kr. Tá av tornar verður yvir­ skotið 150 milliónir. Er tað so, at 250 milliónir skulu nýtast til valstríðið? Summ­ ir skulu fáa vakrar ballónir og aðrir skattalætta fjóðra árið á rað. Bensin á ovur­ upphitaða búskapin! Ongar bindandi avtalur við komm­ unur um íløgur o.s.fr. Veitslan gjørdist so góð, at onkur í berum ovfara kæti buldraði eitt so triva­ ligt hol í Landsbankan, at landsbamka stjórin fór upp í eitt træ at rópa um hjálp. Hann varð tó skjótt togaður niður aftur av løgmanni og settur uppá pláss. Holið skal nú typpast við at stappa meginpartinum af Føroya Banka í tað. Kenna vit støðuna aftur. Er tað ikki okkurt líknandi sum hendið fyri einum 15 – 20 árum síðani. At lata hánt um serkøn ráð (í hes­ um førum búskaparráðið o.a.), at brúka hvørt oyra sum kemur inn og so helst eitt sindur afturat. Hetta er ábyrgdarloysi sum bert letur seg gerða undir ”running back to mama” viðurskiftum. Tað vil siga, at vit hóast øgi­ ligan búskaparvøkstur held­ ur velja at klatta peningin burtur enn at fáa okkum ein sjálvbjargnan búskap og tá búskapurin sum vænt aftur kemur í ein aldudal er onki at standa ímóti við, men tá kunnu vit altíð renna aftur til mammu (Danmark) og leggja okk­ um at súgva av móður­ mjólkini. Fáa onki samarbeiði á jøvnum føti Nógv føgur orð verða í hesum døgun brúkt til, at greiða frá teimum avrikum ymisk valevni seta seg før­ an fyri, at gerða á dana­ tingi. Men í bestu búskap­ artíðum í Føroya søgu megnaðu tey ikki at minka skuldina munandi, tey megnaðu ikki at minka um ríkisveitingina. Hetta sjálvt um fleiri flokkar hava tað sum stevnuskrá, og tey megnaðu ikki, at fáa eitt líkinda yvirskot á fíggjar­ lógini, samstundis sum gjaldsjavnin er farin heilt út av nálini. Tað er púra greitt, at donsku myndu­ leikarnir kenna alt til hetta og flenna í skeggið. Um ikki annað so áliggur tað ríkisumboðnum, at gerða donsku mynduleikunum hetta greitt Hetta setir eitt møguligt umboð fyri hesar flokkar á danatingi í eina sera veika støðu. Her verður als ikki talan um nakrar samráðing­ ar á jøvnum føti. Og enn minni tá umboðið hvørvur inn í danskan flokk. Ein lítil glotti er tó, at fólka­ flokkurin nú umhugsar, at verða óheftur. Tjóðveldi arbeiðir siðiligt og ábyrgdarfullt Tjóðveldi hevur greiðar liniur. Farið verður ikki upp í nakran flokk, umboð­ anin hjá tjóðveldinum hevur síðani 2001 verið virknasta fólkatingsumboð­ anin í nýggjari tíð. Hevur ikki drigið ósemjur úr Føroyum niður á danating, men lift fram fyri Føroyar týdningarmikil mál soleið­ is, at tey verða viðgjørd og ikki avgjørd í tí dulda. Tjóðveldi fer í hesum valskeiði millum annað at virka fyri, at føroyskur sjálvsavgerðarrættur skal fráboðast ST, rættur skal verða til egna grundlóg og samráðingar á jøvnum føti. Samstarvast skal við aðrar sjálvsstýrisrørslur. Knýta føroyskar útisetar at Føroy­ um og savna føroysku tjóðina um øll landamørk. Eisini verður virkað fyri sjálvstøðugari umboðan í altjóða felagsskapum og varpað verður ljós á støðu Føroya, tá Danmark vænt­ andi gerst partur av ES­ grundlógini. Hetta og mangt annað verður at gerða í góðum samstarvi við Danmark. Aftur at súgva bróstamjólk? valevni hjá Tjóðveldinum til fólkatingsvalið Jákup petersen Val Dimmalætting byrjaði herfyri við einum tátti, sum kallast punktum.fo, ið skal eitast at vera eina serliga djúptøkin viðgerð av ymiskum evnum. Seinasta leygardag var eitt evni rætturin til talu­ frælsi. Í eini grein, sum kallast ”Kiptu sangfuglar­ nar” verður millum annað sagt: Í 2004 verður táverandi formaður í Búskapar­ ráðnum Hermann Oskarsson ákærdur fyri at vera landasvíkjari av formanninum í Føroya Fiskimannafelag og fyri at renna politisk ørindi av landsstýrismanninum í vinnumálum Bjarna Djurholm aftan á ein fyrilestur um búskap­ arligu viðurskiftini í ríkisfelagskapinum. Niðurstøðan hjá blaðnum er, at Hermann á hendan hátt er forðaður fyri at at nýta sín sjálvsagda rætt til at føra fram síni sjónarmið. Eg hevði ikki ætlað mær at draga hetta mál fram aftur, men ein slík beinleið­ is reinging av hesum máli skal ikki vera ósvarað. Tað er rætt, at Dimma­ lætting brúkti orðið ”landa­ svíkjari” um Hermann í eini yvirskrivt aftan á at hava tosað við meg. Men hetta var gjørt uttan mína vitan og góðkenning, sum er í stríð við góðan fjøl­ miðlasið. Annars segði eg í næsta blaðnum, at Hermann var ikki landasvíkjari. Men hinvegin kann sigast við fullari vissu, at tað varð ikki gjørdur Hermanni nakar sum helst órættur í tí, sum annars varð ført fram í hesum máli. Tað var í sambandi við eina ráðstevnu hjá Norður­ atlantsbólkinum í Keyp­ mannahavn, at tað fór ein rættilig herferð fram í donskum miðlum ímóti skattaskipanini hjá fiski­ monnum. Serliga var hetta í Ber­ lingske Tidende og TV2. Hetta førdi til, at danskir topppolitikkarar, og serliga Kristian Thulesen Dahl, formaður í fólktingsins fíggjarnevnd, settu fram krav um, at danskir myndugleikar skuldu leggja seg út í hesi innan­ hýsis føroysku viðurskifti. Keldan til hesi tíðindi var sambært fjølmiðlunum sjálvum formaðurin í Búskaparráðnum. Serliga tíðindini í TV2 vóru heilt út av lagi skeiv. Men tað eydnaðist mær at fáa TV2 at taka hesi tíðindi aftur. Tað stóð nógv á, og at viðganga mistøk ger ein slík tíðindastøð ikki við góðum. At byrja við noktaðu teir at gera tað, men máttu bakka aftaná greiða dokumentatión fyri, at tíðindini stórt sæð einki samband høvdu við verunleikan. Harvið fullu hesar hóttanir burtur. Thulesen Dahl: Eg varð villleiddur Fólkatingsins fíggjarnevnd var í Føroyum fyrst í 2005. Formaðurin var Kristian Thulesen Dahl, sum var fremsti talsmaður fyri, at danska stjórnin skuldu brúka blokkin sum jarnbrot móti skattaskipanini hjá sjófólki. Hann viðgekk tá bæði fyri mær sjálvum og í Dimmalætting, at hann var blivin villleiddur í hesum máli. Tá ið hann so fekk sannleikan at vita, dróg hann í land, sum ein rættur maður. Síðan tá hevur ikki frá hansara flokki komið upp á tal at leggja seg úti føroysk viðurskift. FF­blaðið var einasta blað, sum lýsti hetta mál til fulnar. Hetta skuldi verið ein sjálvsagdur áhugi hjá føroysku miðlunum. Men teirra áhugi var bert at káva útyvir leiklutin hjá formannin í Búskapar­ ráðnum, og at gera hann til eitt blóðvitni í málinum um talufrælsi, meðan eg og onnur sum dittaðu sær at vísa á veruleikan í hesum máli vóru skurkar. Sum Dimmalætting rætt vísir á var ein rættiligur goragangur frá akademisku yvirstættini, har tey, sum sum sagt sannleikan um hetta mál, vóru løgd undir at kúga talufrælsið. Men spurningurin, um talufrælsi eisini umfataði ósannindi við umrøddu avleiðingum, hevði púra ongan áhuga hjá hesum kredsum. Tað er sanniliga ein spurningur, um hvør ið køvir talufrælsið hjá hvørjum. Nú skal henda glorian pussast eina ferð enn. Tað eru trý ár farin og tey fægstu minnast hetta í smálutum. Tí er tað so lætt bert at taka tað við, sum hóskar við ætlaðu lýsingini hjá Dimmalætting av hes­ um máli. Tí kann hetta kallast beinleiðis og tilætl­ að við beráddum huga søgufalsan. Tey, sum hava áhuga fyri veruleikan í hesum máli, kunnu fara inn á heima­ síðuna: www.fiskimannafelag.fo gamla heimasíðan. Leitast kann í Ársfrágreið­ ing fyri 2005 og/ella í FF­ bløðini 320, 323, 324, 325, 326 og 334. Hetta kann so sammetast við hesa frásøgn hjá Dimmalætting. Tað, sum her er skjal­ prógvað, er eitt gott dømi um eina einsrættaðan fjølmiðil. Søgufalsan í punktum.fo Óli Jacobsen