mánadagur 5. november 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 5. november 2007
15
Andlát og jarðarferðir
Andreas Signar Dalfoss vanliga nevndur Signar
Dalfoss andaðist Alla halgannardag á Landssjúkra
húsinum 61 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Eg hevði verið í Havn eini ørindi. Tá
eg komi niðan á Háls, síggi eg Ran
kemur inneftir millum Stong og Eyst
nes. Tankarnir fóru beinan vegin til
Símun. Eg skuldi til Lamba eini ørindi,
og tá eg komi hagar, stendur Sonja klár
at fara til Oyrar eftir Símuni.
Eg geri ørindi míni liðug og skal
fara vestur aftur til Vágarnar, og í tí
eg koyri oman á Lambareið, hyggi eg
niðan til Símun og síggi at bilurin
stendur í túninum. Koyri nakað, men
hugsi so, lat meg líka biðja Símuni
væl afturkomnan, so eg vendi og
koyrdi niðan.
Tey sita og eta nátturða, og ein
gestur er eisini inni, sum eg ikki
kendi. Eg heilsi, so sigur Sonja, at
gesturin hoyrir ikki, og eg síggi
Símun tekur penn og pappír og skriv
ar niður og rættir gestinum, hann pre
senterar meg fyri honum á tann hátt.
Lagið var gott og vit fáa eitt stutt prát
um túrin. Hetta er seinasta livandi
minni, eg havi um Símun. Annan
dagin eftir fara konan og eg av land
inum at ferðast.
Mánamorgunin 8. Oktober, í Oslo,
vakni eg av at fartelefonin ringir og
eg hoyri at Jóni, svágur, er í hinum
endanum. Í hugaheiminum fór eg
beinan vegin at seta navn á, hvør er
tað hesaferð. Men tá hann segði, at
tað var Símun, var sum alt steðgaði
upp. Tað kundu verið fleiri onnur,
sum stóðu fyri tørni áðrenn hann,
men hesaferð bleiv tað hann, bert 52
ára gamal
Okkara leiðir komu saman, tá
Símun giftist við Sonju, sum er systir
konu mína, og vit hava havt mangar
góðar løtur saman síðani, bæði á
sjógvi og á landi. Ikki minst nýggjárs
aftan til ræst kjøt uppi hjá teimum,
næstan øll árini.
Símun var úrmælingur á sjónum,
hevði sjónatúr sum fáur, nervar av
stáli og serligt hegni til at fáa fisk.
Hetta umfatar bæði tann vanliga fisk
in, men ikki minni tann alternativa,
sum búrfisk, háv, stinglaks og konga
fisk. Hann hevði altíð okkurt spenn
andi í huganum, sum hann kundi
hugsa sær at roynt. Hann leitaði upp
nýggjar leiðir og hann hevur verið við
at ført mangan dýran fong til lands,
bæði við Ametyst, Boðasteini, Rock
Amador og nú seinast við Ran.
Bæði fransmenn, Írar og danir
ringdu hann upp og fransmenn vóru
her heima, fyri at fáa hann umborð á
teirra skip, tí teir fingu tað ikki at
bera til, at fáa búrfisk, men Símun
lat seg ikki keypa. Hann vildi var
veita hesa vitan her heima.
Símun var so hjálpsamur. Eg heitti
mangan á hann um hjálp, og hann
bar seg ikki undan. Um tað so var
dagin fyri, at hann skuldi avstað, so
kom hann vestur at fletta, um eg var
burtur, ella ikki livdi væl.
Saknurin er stórur. Tað er sum um,
at tað ikki er satt, sum um hann er á
túri og skal koma aftur. Men so verð
ur ikki hesaferð.
Svárast er hjá tykkum, Sonja,
Sigurjón, Sóley, Sámal, lítla Pól, lítla
Bjørk og svigarbørn, sum hann elsk
aði so høgt og ofraði seg so nógv
fyri. Eisini verforeldrini, Jógvan og
Edith, sum hann var so góður við og
tey við hann og systkini hjá honum.
Høvdu tit tað gott, hevði hann tað
eisini gott. Hevði nakar av tykkum
tað ikki gott, so hevði hann tað held
ur ikki gott
Orð eru fátøk í slíkum umstøðum.”
Sum dagar tínir skal styrki vera!”
stóð á sangblaðnum til jarðarferðina.
Hetta er bøn mín, at tit skulu fáa
styrki frá Guði, sum dagarin eru.
Símun, eg havi so nógv at takka
tær fyri, eg hevði so stóra virðing
fyri tær. Tað var so nógv brúk fyri
tær nú, ikki minst heima. Saknurin er
stórur, men vónin er, at vit aftur
skulu møtast heima hjá Guði, fyri
aldri aftur at skiljast .
Stutt undan deyðsdegnum, sat eg
inni hjá mammu, á ellisheiminum.
Vit koyrdu bandið við møti umborð á
Høganesi frá. Har sat tú millum
aðrar og sang millum annað:
Lat akker falla! Eg náddi havn,
farvæl, tú ótrygga bylgja!
Eg leggi meg í hans kærleiksfavn,
sum trúgvur mær vildi fylgja.
Hoyr, kendar røddir meg bliðar
kalla,
nú stilt mítt akker man niður falla
í tryggu, sælu hvíldarhavn!
Símun mágur og vinur, nú er tú kom
in í havn. Takk fyri tað vit fingu sam
an. Hvíl í friði.
Ingolf
Minningarorð um
Símun Einarsson
Dagurin
6. november. Leonhardus, deyður umleið ár 570.
Munkur og trúboðari í Fraklandi. Hann legði ikki í at
vera valdur til biskup. Kundi øll lás og allar leinkjur at
loysa og gjørdist verndarhalgimenni hjá lásasmiðum og
fangum. Navnið er týskt og merkir leyva og harður.
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum á
ymiskan hátt, heiðraðu meg á 60 ára
degnum.
Bestu heilsanir
Kristian Martin Eliasen
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í dag 5. november fyllir Knút
Larsen í Fuglafirði 70 ár.
Knút hevur verið snikkari alt
sítt virkna arbeiðslív. Hann var
við í snikkaravirkinum á Kambs
dali og hevði eisini verkstað í
kjallaranum. Hann plagar at siga,
at hann fekk ta fyrstu maskinuna í
kjallaran tann dagin, Terji varð
føddur.
Knút hevur verið raskur og sera
nærlagdur í sínum arbeiði, og ofta
hava boð verið eftir honum til
serligar snikkarauppgávur so sum
í ymsum kirkjum kring landið.
Knút er trúgvandi maður, og
hann góður talari, bæði tá tað snýr
seg um tað góða orðið, men eisini
við okkurt skemtiligt høvi. Hann
er hjartagóður, og Valgerð sigur,
at hann hevur verið sum ein pápi
fyri seg.
Knút er giftur við Jonnu, sum
fyllir 65 tann 12. desember. Tey
bæði eiga níggju børn, fimm
dreingir og fýra gentur. Fimm av
børnunum búgva í Danmark trý
í Aalborg, eitt í Keypmannahavn
og vit í Esbjerg.
Jonna er ein av hesum kvinnun
um, sum fáa alt frá hondini uttan
at kæra seg um nakað. Hon er
røsk, hjálpsom og altíð í góðum
lag. Hon er fitt í hondunum og
hevur bundið manga góða troyggj
una upp á børn og ommubørn.
Jonna er sera rólig og sinnilig,
og hon hevur verið okkum ein
góð vermóðir, móðir og omma.
Dóttir okkara, Jonna Eva, er
uppkallað eftir henni.
Góðu tit bæði. Vit ynskja tykk
um hjartaliga tillukku við døgun
um og takka fyri tær mongu góðu
løturnar í tykkara hugnaliga heimi.
Vónandi fáa vit nógvar afturat har,
eins og vit eisini vóna at síggja
tykkum skjótt aftur her niðri.
Terji, Valgerð, Jonna Eva,
Teitur og Rúni
Heilsan til Knút
og Jonnu Larsen
Jonna og Knút Larsen