mánadagur 5. november 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 214 - 5. november 2007
tíðindi
– Eg hugsaði
bara eitt, meðan
eg lá her í kalda
sjónum: “Slepp
for alt í verðini
ikki trolinum”.
Um eg misti takið,
so var illa statt og
deyðin mær vísir,
sigur 35 ára gamli
skopuningurin, Fríði
Marston Petersen.
Fyri trimum árum
síðani varð hann
sligin fyri borð úr
norskum trolara,
og lá í sjónum í 20
minuttir. Á undur
fullan hátt varð
hann bjargaður. Á
fyrsta sinni sigur
hann frá øllum tí,
sum hendi
Sjólív
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Fríði var til arbeiðis á dekk
inum umborð á norska trol
aranum Atlantic Star ein
kaldan
novemberdag
í
2004.
Meðan teir eru í ferð við
at kasta trolið út, fær trol
arin ein ordans skvamp.
Gronin verður lyft upp og
hekkan so langt niður, at
sjógvur fossaði inn á dekk
ið.
Hetta kom so óvart á, at
hann verður drigin út, fast
krøktur í trolið. Í vindi, aldu
og kulda stríddist hann fyri
at bjarga lívinum.
Eftir áheitan frá monnum
sum hava við sjógvin at gera
og kenna Fríða, ynskir hann
nú at siga frá hendingini.
Ein hending, sum lættliga
kundi gjørt eina 10 mánaðar
gamla gentu faðirleysa.
– Ja, eftir røttum átti eg
ikki at kunna sitið her og
greitt tær frá hesi hendingi.
Prosentvísi møguleikin at
sleppa við lívinum, tá ein
soleiðis verður slongdur fyri
borð, er nærum null. Men
eg var sera heppin.
– Mín tími var ikki kom
in. At Várharra hevur ásett
okkara livitíð her á fold, tað
eri eg vitni uppá. Hann er
Slepti eg trolinum
”
Halt munn, - tað
er jú stór skomm
at vera sligin út
- Tá veðrið er ringt, hugsi eg
um hvat hendi henda minniliga
fríggjadagin út fyri Lofoten. Jú, eg
havi nógv at takka fyri, at eg kom
livandi frá tí, sigur Fríði Marston
Petersen
Mynd: Jens Kr. Vang