mánadagur 5. november 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 5. november 2007
17
tíðindi
m hevði eg doyð
mentur at gera meiri enn,
hvat eg dugi at skilja, sigur
Fríði.
200 tons eftir
átta døgum
Hesin minniligi fríggjadag
urin byrjaði annars sum
allir aðrir. Klokkan er farin
nakað av sjey, og Fríði hev
ur fingið sær ein góðan
blund eftir eina harða vakt
frammanundan.
Teir liggja á góðari fiski
leið, Røstbankanum út fyri
Lofoten, og fiskiskapurin
hevur verið rættiliga góður:
200 tons av upsa eftir 8 døg
um, er ikki at forsmáa!
Fríði verður purraður út,
fer í klæðini og inn í mess
uni og fær sær ein bita. Tað
er ójavnt, hvussu er við
práti í messuni og hvørji
evni verða tikin upp eina
slíka løtu.
Í morgun er helst lítil ivi
um, hvat evnið er: Ringa
veðrið, fyri ikki at siga ill
veðrið á bankanum. Kring
Atlantic Star leikar hann í
av megi útnyrðingur, ein
ar 20 metrar um sekundið.
Sum um tað ikki var nóg
mikið, so er aldan eisini
sera høg, einar 8 metrar.
Ein heitur drekkamunnur
er góður, men tíð er ikki at
verða sitandi. Vaktin byrjar
um lítla løtu, og Fríði fer
frá borði at gera seg kláran
til dagsins gerning.
Tá hann løtu seinni er
klárur til arbeiðið sítt á verk
smiðjuni, grunar hann ikki,
at tað skal standa um lív hjá
honum minni enn fýra tímar
seinni.
Eitt stríð við deyðan
Klokkan er stundisliga 8, tá
Fríði byrjar arbeiðið sítt við
kryvjiborðið. Tað er týðiligt
at merkja, at skipið er óró
ligt í sjónum – tað høggur í
og klamsar so niðuraftur.
Fyri ein royndan sjómann
er hetta lítið at tosa heim
um.
Tríggjar
tímar
seinni
skilst á lagnum at teir skulu
rigga til at fáa trolið umborð
aftur um eina lítla løtu. Hes
um arbeiði luttekur Fríði
eisini í.
Umframt arbeiðið sítt á
sjálvari verksmiðjuni, er
hann ein av teimum kønu,
tá trolið verður hálað og
kastað
út
aftur.
Hetta
arbeiðið hevur hann gjørt
mangar ferðir. Allar hinar
ferðirnar varð hetta arbeiðið
gjørt, uttan at hann ella
nakar annar av manningini
hugsaði stórvegis um hvat
og hvussu.
Men henda fríggjadagin
19. november 2004 varð alt
øðrvísi. Hesa løtuna gloyma
hvørki Fríði ella nakar
annar av manningini onga
tíð. Um teir ikki høvdu
roynt tað áður, so vórðu teir
nú vitni til, at ein av teirra
egnu stríddist við deyðan –
og vann á honum!
Tann vissi deyðin
Nú er klárt at hála trolið inn
anborða. Saman við Fríða
fara tríggir aðrir upp á dekk
ið. Klokkan er júst farin av
hálvgum tólv.
Var veðrið sjaskut, tá teir
skaffaðu fyrri um morgunin,
er tað ikki vorðið betri nú.
Teir merkja, hvussu trolarin
framvegis livir í sjónum:
Gronin verður lyft upp í
loft og hann gerst tungur aft
uri á hekkuni.
– Jú, veðrið var sera vána
ligt. Eingin ivi um tað, men
vit hava kortini fiskað í
verri veðri enn hetta, greiðir
Fríði frá.
Teir á dekkinum fáa veið
una til høldar, hóast arbeiðs
líkindini ikki eru av teimum
bestu í ringa veðrinum.
Einki er at bíða við, og nú
verður gjørt klárt at fáa
trolið út aftur. Fiskiskapurin
er góður, og tað ræður um
at fylla skipið, so menn
sleppa heima aftur til síni
kæru á jólum.
Klokkan er farin av nærk
ast middegi, og enn hevur
alt gingið eftir ætlan. Nú
skal trolið út aftur, og her
eigur Fríði sítt fasta pláss
og sína føstu uppgávu.
Um fáar minuttir verður
hann drigin við trolinum út
í kalda havið – og undir van
ligum umstøðum tann vissa
deyða!
Klokkan er júst farin av
middegi og nú kemur róp í
um at gera klárt at kasta út
aftur. Tveir minuttir seinni
stendur alt stilt fyri menn
inar á dekkinum, hóast
stormurin leikar í rundan
um teir: Ein teirra stríðist
fyri lívinum!
Drigin móti havinum
Hetta hálið hevði verið eitt
av teimum góðu, og tað ræð
ur tí um at skunda sær at
fáa trolið út aftur.
Teir leggja nú til merkis,
at ein sensor á trolinum –
eitt sonevnt troleyga – má
skiftast út. Hetta verður
gjørt eftir lítlari løtu, og nú
er stundin so komin.
Fríði er inni í bananum,
har trolið skal renna. Hann
stendur á bellinum (tí lætta
og leysa partinum av trolin
um) við rygginum til hekk
una, og veit einki um, at
hann um fá sekund skal
síggja deyðan í eyguni.
Í einum sekundi fær trol
arin ein skvamp framman
fyri. Gronin lyftist upp móti
vindinum, og førir hetta
samstundis við sær at hekk
an fer so mikið langt niður,
at dekkið fyltist við sjógvi.
– Eg stóð soleiðis, at eg
hevði ongan møguleika at
síggja sjógvin sum kom inn
á dekkið. Onkur rópti at eitt
brot kom, men alt hendi
bara so skjótt, at eingin
fekk stundir at reagera.
– Tað var sum trolarin var
í leysari luft, og eg merkti
bara, at føturnar verða
skræddar undan mær, og at
eg spakuliga verði drigin
móti hekkuni – og havinum,
sigur Fríði álvarsamur.
Tað ringasta var kortini
tað, at hann gjørdist fastur í
trolinum, og hevði ongan
møguleika at ríva seg leys
an.
Púrasta í sjokk
Teir á dekkinum eru greiðir
yvir, at her stendur ikki væl
til. At støðan er sera álvar
som.
Fríði er sjálvur greiður
yvir, at nú er tað ein spurn
ingur um lív ella deyð. At
her mugu góð ráð og hepni
fylgjast at, um hann skal
koma aftur til síni kæru –
damuna, familjuna og ikki
minst 10 mánaðar gomlu
dóttrina.
Hóast støðan er sera álvar
som, nær hann kortini at
fáa eygnasamband við ein
av manningini sum stóð við
sliskuna, samstundis sum
bellurin so líðandi nærkast
havinum.
– Eg sá álvarsama bragdið
í andliti hansara. Allir vænt
aðu bara tað ringasta, og
eingin fekk gjørt nakað fyri
at bjarga mær, tí alt hendi
so skjótt.
– Teir høvdu nóg mikið
við bara at halda sær á fót
um í illveðrinum. Teir stóðu
har pinnastívir, tigandi og
vóru púrasta í sjokk, sam
stundis sum trolið rann út í
kalda sjógvin og við mær
hangandi føstum í, sigur
Fríði.
Hann steðgar á eina løtu
og sigur so: – Tað eru slíkar
løtur, ið ein sær hvussu
stórt tað er at liva!
Ein evigheit í
20 minuttir
Ringt er at greiða frá teim
um
næstu
minuttunum,
meðan Fríði berjist fyri lív
inum í kalda sjónum á Røst
bankanum út fyri Lofoten.
Alt gekk so skjótt fyri
seg, samstundis sum tíðin
nærum var uppsteðgað fyri
Fríða, her hann liggur at
kalla hjálparleysur á víðopn
um havi, fastur í trolinum
– og sera langt frá bjarg
ingini umborð á trolaran
um.
– Eg havi ikki ánilsi um,
hvussu leingi alt hetta vardi.
Onkur segði fimm minuttir
og onkur annar helt 20
minuttir. Líka veit eg, men
fyri mær tóktist tað sum ein
evigheit, sigur hann.
Í øllum førum er greitt, at
tað sum hendir hesa løtuna
er slíkt sum sjáldan endar
gott. Talið á teimum sjó
monnunum sum hava sligið
út og eru vorðnir bjargaðir,
man vera nærum á null!
Liggjandi í sjónum fær
Fríði eyga á ljóskastarin frá
trolaranum, og hann sær
eisini menninar sum standa
har og hyggja út í hav. Hann
heldur seg hoyra teir rópa
eitthvørt, men hann skilir
ikki eitt orð av tí teir rópa.
Tey hvørva í vindinum og
aldubrotunum.
Ringt var at halda eyguni
vend móti trolaranum, tí
rundan um hann brúsa ald
urnar, vindurin leikar í og
hann liggur tungt í sjónum í
vátu klæðunum. Teir hava
bundið fyri gummistyvlar
nar soleiðis at sjógvur ikki
skal koma niður í teir.
Nú er hetta ein beinleiðis
orsøk til at tyngja Fríða enn
meiri í stríði sínum fyri lívi
num.
– Eg veit ikki, hvat ein
hugsar eina slíka løtu. Í
allari rokanini hugsaði eg
um tað hægra valdið. Hvar
”
Eg slapp við lívinum, men tað
gjørdi teir ikki. Eg skilji tað ikki
enn, men hvat – vit skulu helst
ikki skilja alt
”
Prosentvísi møguleikin at sleppa
við lívinum, tá ein soleiðis
verður slongdur fyri borð, er
nærum null
”
Hann dugir ikki til fulnar at siga hvussu
og hvaðani hann fekk megina til tað,
men við vinstru hond síni fekk hann á
einhvønn hátt fatur á úthálaranum og
varð hangandi
Fríði var við Atlantic Star eitt ár aftrat eftir hendingina á Røstbanken. Nú hava vit júst havt minningardag teirra sjólátnu, og tað
vísir seg at tað hendir altíð okkurt álvarsligt beint undan ella beint eftir hesum degi, sigur Fríði
Mynd: Jens Kr. Vang
Framhald á næstu síðu