Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 214 - 5. november 2007 tíðindi endi eg, um eg ikki komi livandi frá hesum?!, sigur hann álvarsamur. 60 metrar frá bjargingini Sum gamal sjómaður veit Fríði, at skal hann hava nakran møguleika at bjarg­ ast, má hann halda fast í trolið. Ja, hetta er í roynd og veru hansara einasta bjarging. Fleiri metrar frá trolaran­ um, hangandi fastur í trolin­ um og rennvátur og kaldur, byrjar Fríði nú at flyta seg spakuliga inn móti skipin­ um. Hetta var ikki bara sum at siga tað, tí aldurnar tókt­ ust vilja trýsta hann niður aftur í sjógvin. ­ Eg veit ikki, hvussu eg fekk megi til hetta. Men eg stríddi meg spakuliga fram­ eftir við spjaddum beinum fyri at halda balansuna. Hetta tóktist sum ein kilo­ metra long ferð, hóast tað bert vóru einir 50­60 metrar inn til trolarin, greiðir hann álvarsamur frá. Hóast hann nú mundi síggja bjargingina fyri sær, var hepnið ikki við Fríða enn. Tað vildi nevniliga so illa til, at trolið brádliga strammast við einum slík­ um rykki at hann verður slongdur av og missir takið í trolinum. Hetta átti at verð­ ið tann vissi deyði fyri hann við stórari aldu og nógvum vindi rundan um seg. Nøkur fá sekund liggur hann soleiðis í leysum sjógvi, men tá hendir nakað so ótrúligt sum tað, at Fríði fær fatur á trolinum aftur. Slíkt er so ósannlíkt, at hetta kann ikki metast øðr­ vísi enn eitt satt undur. Tað eigur rætt og slætt ikki at henda. – Tað var greitt fyri mær, at trolið var mín einasta vón um bjarging. Eg krøki meg fast í trolið og byrji aftur at toga meg inn móti skipin­ um. Seinasta vón um bjarging Tað er greitt, at nógv av tí sum fór fram hesa løtuna, hevur hann ikki skrásett til fulnar. Ein løtu seinni – eingin dugir at siga, hvussu drúgv hon er – upplivir Fríði tað næsta undrið hesa minniligu løtuna: Hann merkir okkurt nema við ryggin. Hetta var úthálarin, sum er ein av weirunum við hekkuna í bakborði. Hann dugir ikki til fulnar at siga hvussu og hvaðani hann fekk megina til tað, men við vinstru hond síni fekk hann á einhvønn hátt fatur á úthálaranum og varð hangandi. – Hetta var mín seinasta vón um bjarging. Hóast eg var uppblástur í sjógvi og útasaður, kláraði eg hóast alt at hanga her eina løtu. Eg føldi, at her kundi ikki hanga so leingi. Eg mátti royna at fáa fatur á trolinum aftur. – Tað eydnaðist og eg fekk hálað meg upp til hekkuportrið. Síðani merkti eg bara, at tveir av mann­ ingini tóku í meg, og fingu hivað meg tað seinasta strekkið inn á dekkið! Vátur, útsligin og illa á holdi komin føra teir hann inn í netarúmið. Fyrsti tanki hansara var at fáa orð á skip­ aran og siga frá, at alt var í lagi. – Eg ringdi upp til skip­ aran og segði honum, at alt var OK. Men veitst tú, hvat hann svaraði mær?: “Kom upp á brúnna og práta við meg. Og tak tveir koppar av kaffi niðan við!” – Eg tonkti við mær sjálv­ um, hvat hetta hevði at siga. Eg meini, – eg havi akkurát ligið í sjónum og barst fyri lívinum, og so vil hann bara hava kaffi!! Skræddi seingjar­ klæðini Fríði fór í onnur klæði og var lítla løtu seinni á brúnni hjá skiparanum við kaffi­ koppunum. Hesin hevði alla tíðina verið róligur og nú teir hittust aftur, var alt gjørt í profesjonellum stíli. Skiparin visti nevniliga, hvussu ein skal bera seg at, mótvegis einum manni í sjokki og sum beint framm­ anundan hevur úti fyri slíkari ógvusligari hending: Afturvið einum kaffikoppi fingu teir prátað út um støð­ una og hendingina – Fríði ikki sørt uppøstur av tilburð­ inum, meðan skiparin á sín róliga hátt lurtaði eftir hin­ um. – Eg sigi so við hann, at tú mást for alt í verðini halda hetta innanborða. Eingin í landi má fáa nakað at vita um tað. Halt munn, – tað er jú stór skomm at vera sligin út. – Hetta var so flóvisligt, at eg ynskti ikki at daman, familjan hjá mær ella nakar annar skuldi frætta um tað, greiðir hann frá. Niðurkomin í messuna sótu fleiri av manningini har og drukku kaffi. Í mess­ uni segði eingin eitt einasta orð. Tí, sum Fríði sigur: – Hvat skal man egentliga siga? Allir vóru takksamir fyri, at alt gekk so gott sum tað kundi! Kastað varð ikki meiri henda dagin, men hendingin hevði veruliga ørmaktað Fríða, og hann ynskti bara at sleppa sær í koyggjuna at fáa sær ein vælfortjentan blund. Júst hvussu langur hesin blundurin var, minnist hann ikki. – Eg vaknaði við, at eg lá bakaður í sveitta. Eg hevði havt marruna, og hevði í svøvni pettað øll seingjar­ klæðini sundur – ikki bert klæðini, men eisini dýnuna og koddan! – Hetta var tann fyrsta reaksjónini uppá alt sum var farið fram hesa løtuna uttanborða, sigur Fríði álvar­ samur. Dagin eftir kom tann veruliga reaksjónin. Tá fyrst gekk tað upp fyri hon­ um, hvussu heppin hann í roynd og veru hevði verið. – Eg eri uppvaksin við at signa meg og at biðja. Nú mátti bara niður á knæ at takka Honum fyri bjarging­ ina. Eg tútbrølaði. – Ja, eg havi nógv at takka Honum fyri. Men – eg gloymi alt ov ofta at siga Jesusi takk, sigur Fríði ikki sørt rørdur á málinum. Tveir aðrir sjólótust Teir næstu dagarnar var Fríði ikki á dekkinum. Men hann avgjørdi, at best var at fara aftur til arbeiðis, so­ leiðis at lívið kundi halda fram. Tveir dagar seinni var hann aftur á sínum plássi í verksmiðjuni og eisini á dekkinum. Men sum hann viðgongur: – Eg ansaði nú betur eftir mær og var ikki líka djarvur sum áður! Fríði slapp við lívinum, men tað gjørdu ikki tveir av starvsfelagum hansara um­ borð á einum russiskum trolara. Dagin eftir ógvu­ sligu hendingina umborð á Atlantic Star hoyrdu teir neyðarkall frá russiska trol­ aranum “Malakit”, sum lá beint við hjá teimum. – Vit vóru fyrsta skipið til staðið. Hóast bjargingar­ liðini vóru skjót á staðnum, komu ikki allir frá hending­ ini við lívinum. – Eg slapp við lívinum, men tað gjørdi teir ikki. Eg skilji tað ikki enn, men hvat – vit skulu helst ikki skilja alt, sigur hann. Fleiri søgur Vit á blaðnum eru vitandi um, at fleiri sjómenn hava verið úti fyri líknandi tilburðum sum Fríði. Og vit eru eisini vitandi um, at nógvir teirra kanska ongatíð hava greitt alment frá tí, sum fór fram. Ert tú ein teirra sum hevur hug at greiða lesarum okkara frá eini slíkari hending, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sosialin. Hetta kann gerast við at ringja 341800 og spyrja eftir Snorra ella við telduposti snorri@sosialurin.fo Vælkomin. – Tað var so flóvisligt at eg var sligin út, at eg ynskti hvørki at daman, familjan ella nakar annar skuldi fáa nakað at vita um tað sum fór fram, sigur Fríði. Beint yvir høvdi hansara hongur weirurin – úthálarin – sum var hansara seinasta vón um bjarging Mynd: Jens Kr. Vang Framhald av síðu 17 Handilslærlingur Vit sóknast eftir einum lærlingi til okkara HVS-handil. Tín førleiki Vit vóna at tú ert fyrikomandi, íðin, nærlagdur, sjálvstøðugur og skilur týdningin av góðari kundarøkt. FHS ella onnur miðnámsútbúgving er ein fyrimunur. Afturfyri bjóða vit Eitt starv har ið tú saman við øðrum kemur at taka tær einum spennandi og fjøltáttaðum handli. Tú fært møguleika at hjálpa og leiðbeina kundum okkara, samstundis sum tú fært ábyrgd og møgu­ leika til at menna okkara handil – Stutt sagt eitt spennandi starv í einari fyritøku í støðugari menning. Seinasta freist at senda inn umsókn við prógvum er, mánadagin 10. desember. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at ringja til okkara á tel. 312 000 Maria Poulsen pf Postmoga 182 FO-110 Tórshavn