Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 214 - 5. november 2007 tíðindi Sannur hátíðardámur eyðkendi vígslugudstænastuna í Hoyvíkar kirkju sunnudagin, tá omanfyri túsund fólk høvdu leitað sær niðan á ovastu rók í býnum at fagna nýggjastu kirkjuni í landinum Trúarlív Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Hýrurin var góður á fólki, tá ið kirkjan í Hoyvík varð vígd. Tá ið sjálvt hátíðarløtan var av, ynsktu fólk hvørjum øðrum til lukku – bæði tey, sum hava borðið verk­ ætlanina til dyrnar, kirkjufólkið, politikarar og prestar. Tí, sum tikið varð til: Vit eiga øll kirkjuna. Samstundis gekk prátið dúgliga, og lýsingarnar vóru nógvar: “Her er næstan ein katólskur stemningur, við hesum reydliga og hugnaliga ljósinum”, segði onkur. Onnur hildu kirkjuna vera jólaliga við øllum ljósperunum. Annars vóru tað orð sum fjálg, heit og intim, sum gingu aftur. Fleiri kendu kirkjurúmið endaleyst, sum at ongin byrjan og endi er. Rúmið er ikki so høgt, og tí helt onkur hana verða fólksliga, tætta og fløvandi. Fjálgur kirkjufagnaður í Hoyvík Javnan leitaðu eyguni á stáskløddu kirkufólkunum upp ímóti hválvinum, har hundraðtals glampandi ljósperlur rúnabundu bæði vaksin og børn Kórverk eftir Kára Bæk við sangi og floytuspæli varð framført. Verkið “Himin boðar..” varð skrivað til høvið Stásiligt og veitsluskrýtt í Hoyvík sunnudagin