mánadagur 5. november 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 5. november 2007
21
tíðindi
Tað var ein skrúðklæddur Hans Jacob Joensen, bispur, sum vígdi kirkjuna, bað vígslubønina og lýsti vælsignilsi
Dómpróstur og flest allir prestar í landinum handaðu bispi
heilagu bøkurnar og silvurkerini, sum fingu pláss á altarinum
Til urgutónarnar frá nýsetta organistinum Oddvør Johansen,
sang fjøldin sálmin Fedranna kirkja í Føroya tjóð, sum
Gudmund Bruun yrkti í 1937. Eisini vórðu sálmarnir Kirkjan
hon er eitt gamalt hús, eftir Grundtvig og J. Dahl, og Nú takki
Guði øll, sum Gudmund Bruun týddi, sungnir. Síðsti sálmurin
var Boðar tú til allar tjóðir sum Jóannes Patursson yrkti
Skrúðgongan
Bjarni Bæk, dómpróstur, prædikaði
Ung og stásilig, sum ein drotning, brettir hon sær á, meðan hon tignarliga lítur oman yvir býin.
Hoyvíkingar hava fingið sína egnu kirkju – hvít og glitrandi, løtt og savnandi. Stór vindeygu
kransa toppin, hagar nógv fólk leitaðu sær: “Akkurát sum at vera í Eifeltorninum” lat í einum, og
annar kendi tað sum ein viti, sum lýsir í allar ættir. Nýggja kirkjan hevur stevnið sett, og eins og
restina av býlinginum, skjýtur hon beint inn í framtíðina. Av sonnum ein hátíðarløta í Hoyvík í
sunnudagin
Pláss var ikki fyri øllum inni í kirkjuni. Eftir vígsluna vórðu
øll boðin inn til ábit í skúlanum og til drekkamunn í kirkju
kjallaranum