mánadagur 5. november 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 214 - 5. november 2007
tíðindi
Stutt Sagt
Ætlar
sjálvur
til Iran
Verður Barrack Obama
amerikanskur forseti aftan
á valið næsta heyst, ætlar
hann sær til Teheran at
ringast við teir iransku
leiðararnar fyri at fáa eina
loysn á ósemjuni um
landsins kjarnorkuætlanir.
Obama heldur, at tað
kemst ongan veg við teirri
hørðu kósini, sum stjórnin
í Washington hevur sett í
hesum máli, og at ósemjan
skal loysast við tingingum.
Og verður hann forseti,
fer hann at átaka sær
uppgávuna
persónliga,
sigur hann.
Merkel
skottrygg
Rættiliga óvæntað var
týski kanslarin, Angela
Merkel, í Afghanistan og
vitjaði leygardagin. Týsk
land hevur 3.000 hermenn
í Afghanistan, og higartil
hava 23 týskir hermenn
latið lív í samanbrestum
og atsóknum har. Undir
vitjanini
hitti
Angela
Merkel leiðararnar hjá
teimum týsku hermonn
unum og afghanska for
setan,
Hamid
Karzai.
Vitjan hennara var hildin
loynilig, hon koyrdi alla
tíðina í einum hernaðar
akfari og var alla tíðina í
skottryggum vesti.
Dýrt avfall
Tað regnaði óvanliga illa í
Danmark nakrar dagar í
summar, og nú hava
tryggingarfeløgini roknað
seg fram til., at tað nógva
regnið gjørdi skaða fyri
næstan 600 mió. krónur.
Grimdarregnið
kom
í
trimum umførum. Tað
fyrsta var á Sælandi fyrst
í juli, tað næsta á Keyp
mannahavnarleiðini
ein
mánað seinni, og tað sein
asta var í Suðurjútlandi
síðst í august. Tryggingar
feløgini fingu fráboðan
um meiri enn 32.000 skað
ar. Nógv tær flestu fráboð
aninar komu frá privat
fólki, men fleiri vinnu
virkir fingu eisini stóran
skaða av regninum.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Fleiri av okkara limum vórðu bukaðir við koyrli, og
fleiri vórðu tiknir og settir í varðhald
(sakføraraformaður í Pakistan)
útlond
Minst átta fólk, teirra millum eitt barn, doyðu, tá eitt lítið
flogfar datt niður í ein býling í brasilska stórbýnum Sao Paulo
í gjár. Bara tveir menn vóru í flogfarinum, og sum skilst átti
annar teirra flogfarið. Loftferðslumyndugleikarnir siga, at
flogfrarið var júst farið á flog, tá tað datt niður
Flogfar
datt niður í
Sao Paulo
Pakistanska løgreglan
fer harðliga fram
fyri at forða ófriði,
nú landið er sett í
undantaksstøðu
Fleiri hundrað løgreglu
menn høvdu kringsett rætt
arbygningin í pakistanska
býnum Karachi, tá ein mót
mælisgonga við fleiri hun
drað sakførarum á odda
kom hagar í morgun. Sak
førararnir sýttu fyri at steð
ga uttanfyri, men tá teir
royndu at sleppa inn í rættar
bygningin, legði løgreglan
uppí.
Fleiri av sakføarunum
vórðu slignir og bukaðir, og
í Karachi vórðu umleið 50
av okkara limum tiknir og
settir í varðhald, sigur
Akhtar Hussain, fyrrverandi
formaður í sakførarafelag
num í Sindhlandspartinum,
við AFP.
Aðrar tíðindastovur vistu
at siga, at umleið 2.000 fólk
vóru komin saman uttan
fyri rættarbygningin í La
hore, og at meiri enn 300
sakførarar
vórðu
tiknir.
Eygnavitni greiddu frá, at
fleiri av teimum tiknu vóru
bundnir, og at summir
bløddu.
Pakistanska
dómarafe
lagið kunngjørdi í morgun,
at løgreglan hevði forðað
fleiri dómarum at sleppa til
arbeiðis. Tað ljóðaði, at
nakrir dómarar høvdu roynt
at sleppa inn um byrging
arnar hjá løgregluni, og at
løgreglan hevði tikið teir og
sett teir í húsavarðhald.
Pakistanski forsetin, Per
vez Musharaf, sigur, at
undantaksstøðan er neyðug,
skal landið ikki sindrast
orsakað av islamistiskum
ágangi. USA og fleiri lond
hava heitt á forsetan um at
seta tær demokratisku skip
aninar aftur í gildi sum
skjótast.
Pakistanska løgreglan fer harðliga fram ímóti teimum, sum seta seg upp ímóti undantaksstøðuni
Sakførarar bukaðir og dómarar
settir í húsavarðhald
Tvíburðarnir Dounaa
og Ihsane hava hvør
sín kropp, men felags
heila
Tær báðar genturnar vórðu
føddar á einum sjúkrahúsi í
marokkanska høvuðsstað
num Rabat fyri næstan
trimum vikum síðani.
Tær hava hvør sín kropp
við ørnum og beinum, og
tær hava síni eygu og egna
nøs,
men
høvdini
eru
samanvaksin.
Professarin Ittaibi, sum
arbeiðir á Avicennesjúkra
húsinum, sigur við fronsku
tíðindastovuna AFP, at tað
ber ikki til at skilja tær
báðar genturnar frá hvør
aðrari.
Tískil
noyðast
Dounaa og Ihsane at liva
saman alt lívið, men vanliga
fáa siamesiskir tvíburðar
ikki so langt lív.
Tær hava felags heila
Læknarnir siga, at tað ber ikki til at skilja Dounaa og Ihsane frá hvør aðrari