Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 214 - 5. november 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Eitt av evnunum, tá føroysku fótbóltsfeløg­ ini fara at eftirmeta júst lidna fótbólts­ árið, verður, um kappingin skal broyt­ ast til at verða spæld heyst/vár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fótbóltsárið byrjar 1. januar og endar 31. desember. Soleiðis hevur verið øll árini, sum skipaður fótbólt­ ur hevur verið spældur í Føroyum, men tað er ikki víst, at hetta verður galdandi so øgiliga nógv ár afturat. Av og á hava røddir innan fótbóltsheimin havt á mun­ ni, at fótbóltsárið átti at koppast, soleiðis at byrjað verður í august og enda í juni ella juli. Og tað tykist ikki heilt ósannlíkt, at hetta verður veruleiki. Líkasæla í heyst­ ar­veð­r­i Á Vespureiðrinum á Rás2 fríggjadagin nam Karl Vidt­ feldt, kappingarstjóri, við spurningin. Og hóast hann illa fæst at siga nakað ítøki­ ligt um málið, so sigur hann, at hetta støðugt verð­ ur umhugsað. ­ Longu tá vit longdu kappingina fyri trimum árum síðani, varð tosað um málið. Men í fyrstu atløgu varð hetta tó ikki gjørt. Endamálið ta ferðina var at fáa sjálva landskappingina longri, umframt at ofta lítið áhugaverda undankapping­ in í steypakappingini skuldi burtur. ­ Tá tosaðu vit eisini um møguleikan, at tað kundi gerast keðiligt, um kapping­ in varð avgjørd fleiri umfør undan kappingarloki, men bæði í fjør og í fyrraárið sluppu vit undan tí spurn­ inginum. Í ár sóu vit tó, at NSÍ var mest sum púra víst í gullinum nærum ein mán­ að undan kappingarloki, og eisini var spurningurin um niðurflyting greiddur. Tað gav nógvar líkasælar dystir, og í ruskutum heystarveðri hevði hetta sína ávirkan á áhugan fyri fleiri av seinastu dystunum. Sjálvandi verður kappingin ikki meira spenn­ andi, um vit bara flyta dyst­ irnar. Men tað ber við sær størri spenning á heysti, tá kappingin enn er ung. Og um ikki annað verður veðrið helst munandi betri seinastu dystirnar, soleiðis at áskoð­ ararnir eisini verða fleiri, sigur Karl. Feløgini eiga avger­ð­ina Tað verður tó ikki Karl ella aðrir í FSF, sum einsamallir gera av, hvørt kappingin verður koppað. ­ Fyrst og fremst vilja vit umrøða hetta við feløgini. Tá kappingin nú skal eftir­ metast, verða nógvir spurn­ ingar sjálvandi reistir. Og hetta er so ein av teimum. Hvat víðari hendir í málin­ um verður fyrst og fremst upp til sjálv feløgini at gera av. Tí fæst Karl Vidtfeldt ikki at siga nakað um, hvør víðari lagnan við málinum um at koppa kappingini verður. Heldur ikki, tá vit spyrja hann hypotetiska spurningin, hvørt uppskot verður lagt fyri aðalfundin komandi, um feløgini longu nú eru sinnað at broyta kappingina. ­ Tað er millum annað tað, sum fundurin við feløg­ ini skal umrøða. Eg haldi sjálvur, at fleiri fyrimunir eru at vinna, um hetta verð­ ur gjørt. Men tað viðførir samstundis broytingar. Ikki minst av praktiskum slag, tá sáttmálar við venjarar, spælarar, sponsorar v.m. í flestu førunum fylgja álma­ nakkaárinum. Tí verður spurningurin í fyrsta lagi, um ynski er at broyta kapp­ ingina. Og í øðrum lagi kun­ nu vit so tosa um, hvussu hetta verður sett í verk, sig­ ur formaðurin í Kappingar­ nevndini. NSÍ vissaði sær gullið, tá teir í næst seinasta umfarinum vunnu á VB/Sumba. Men FM-stríðið varð í veruleikanum avgjørt longu tvær vikur undan hesum. Og tað gjørdi endaspurtin minni intensan, enn hann so ofta hevur verið Savnsmynd: Álvur Haraldsen Tosa um at koppa kappingini