Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 214 - 5. november 2007 ] Breiddin vantar Rógvi Weihe ásannar, at gongdin hjá KÍF ikki hevur verið nøktandi fyrstu umførini Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Heldur ikki sunnudagin fekk KÍF stig við sær av hallargólvinum. Eft­ ir dystin móti Kyndli hittu vit Rógva Weihe, men hann hevði ikki nakra einfalda frá­greið­ ing til gongdina, sum hevur verið. – Tað eru helst fleiri lutir, sum spæla inn. Men tað er kanska fyrst og fremst breiddin, sum vantar hjá­ okkum. Eis­ ini hóast fleiri av yngru spælarunum fá­a møgu­ leikan í dag. Tað vísir seg, at vit alla tíðina renna eitt fet aftan fyri Kyndil, og so verður tað sera tungt. Og uppskriftin upp á­ eina vend er kanska bert hart arbeiði? – Sjá­lvandi skulu vit arbeiða nógv. Hinvegin vita vit eisini, at ein spælari sum Gert Han­ sen skjótt er tøkur aftur. Og tað kann gera heilt góðan mun hjá­ okkum. Eg rokni við, at vit hava eitt nógv sterkari lið, tá­ hann aftur er tøkur. Við sigri á H71 togaði VÍF seg upp á talvuni í bestu mansdeildini Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 10 má­l frá­ Áka Olsen vóru fremsta orsøkin til, at VÍF sunnudagin aftur fann á­ slóðina. Vestmenningarnir teljast vanliga millum domi­ nerandi kreftirnar í føroysk­ um manshondbólti, men í á­r hevur gingið illa fyrstu dystirnar. Helst ein avleiðing av, at liðið nú spælir uttan Inga Olsen, sum meira enn nakar annar hevur verið ímyndin av VÍF seinastu mongu á­rini. H71 hevur hinvegin snoddað uppeftir fyrstu umførini, og vunnu teir í Vestmanna, so vóru teir heilt nær oddinum. Vestmenningar vóru tó støðugt betra liðið hesaferð. Frá­ byrjan tóku teir leiðsl­ una, og hóast hendan ikki gjørdist nakað serliga stór, so hildu teir støðugt gestir­ nar aftanfyri. Eina løtu eftir steðin var tó um at gerast heilt spenn­ andi. Fleiri ferðir var bert tað eina má­lið á­ muni, og tí hevði H71 alla tíðina vónina um, at nakað kundi spyrjast burturúr. Fimm minuttir fyri leiklok eydnaðist enntá­ H71 at koma upp á­ javt, men við trimum má­lum á­ rað punkteraðu vestmenn­ ingar eisini ta vónina. Hóst teir undan kappingini vórðu mettir millum favorittarnar, hevur einki vilja borið til hjá KÍF, sum framvegis leitar eftir fyrsta stiginum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast Kyndil enn ikki hevur funnið nakað, sum heilt lík­ ist meistaraforminum enn, so høvdu teir ikki teir heilt stóru trupulleikarnar av KÍF sunnudagin. Kollfirðingar hava havt eina tunga byrjan, og fyrstu longu løtuna var lítil og eingin ivi um, hvønn vegin stigini skuldu fara. Hóast verjuspælið gekk á­ eini leið, so gekk á­lopsparturin hjá­ KÍF sera illa, og spaku­ liga kundi Kyndil byggja sær eina leiðslu. Sálarligt trýst Hendan minkaði tó skjótt eftir steðgin. Fyrstu fimm minuttirnar vann KÍF seg upp á­ 13­15, men teir mis­ nýttu møguleikan, tá­ teir kundu vinna seg heilt nær, og so slapp Kyndil aftur at økja. Júst hetta eyðkendi meira enn nakað dystin fyri KÍF sunnudagin. Viljanum bilti einki, og teir royndu fleiri ferðir at stríða seg aftur í dystin. Men bert ta einu ferðina komu teir upp á­ javnt. Og einar fýra ferðir misnýttu teir gyltar møgu­ leikar, tá­ møguleikin veru­ liga var til at leggja trýst á­. Uttan iva eitt úrslit av tungu gongdini fyrstu dystirnar, sum hevur sett djúpar foyrur á­ sjá­lvsá­litið á­ spælarun­ um. Og so fekk tað illa gingið øðrvísi. Seinastu løtuna vann Kyndil seg aftur frá­, og tó at KÍF eina løtu spældi við einum spælara í yvirtali, so skalaði hetta ikki teir grønu. Og meðan KÍF framvegis leitar eftir fyrsta stiginum, tykist Kyndil veruliga hava fótað sær. Talan varð annars um stórtap teir bá­ðar fyrstu dystirnar, men nú er mun­ urin upp til oddin bert tvey stig. Atli var millum teir bestu Frem spældi í gjá­r dyst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Dysturin var á­ útivølli ímóti oddaliðnum Vejle. Hóast Frem kom betur frá­ byrjan og legði seg á­ odda 1­0 eftir stívliga eitt kort, var tað Vejle sum vann dystin. Vejle javnaði beint fyri steðgin, og í seinna há­lvleiki skoraði Vejle tvey má­l afturat. Atli Danielsen spældi allan dystin á­ miðvøllinum hjá­ Frem, og sambært heimasíðuni hjá­ felagnum spældi hann ein góðan dyst. Frem liggur nummar 8 við 18 stigum fyri 14 dystir. Kyndil-KÍF 26-23 (14-8): Sørir kollfirðingar VÍF-H71 31-29 (14-11) Málskjúttar VÍF: Áki Olsen 10(2), Agnar Joensen 6(1), Niels Andreasen 6, Sámal Joensen 4(2), Regin Joensen 2, Dávur Traber 1, John M. Andreasen 1, Rúni Joensen 1 H71: Dánjal Tórgarð 8, Esbern Patursson 8(3), Halgir Dahl Olesen 6(1), Janus Sørensen 5, Johnny Durhuus 2 Brotskøst: VÍF 6, H71 5 Útvísingar: VÍF 4, H71 6 Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen FAKTA Kyndil-KÍF 26-23 (14-8) Málskjúttar Kyndil: Hans Áki Dal- Christiansen 9(1), Hjalti M. Jacobsen 5, Finnur Hansson 4, Rani Ellingsgaard 3, Ken Zachariasen 2(1), Hanus Johansen 2, Bárður Johannesen KÍF: Damir Oros 8(1), Rógvi Weihe 6, Dean Jankovic 4, Teitur Joensen 3(1), Niklas Reginsson 1, Ingi Johannesen 1 Brotskøst: Kyndil 2, KÍF 2 Útvísingar: Kyndil 4, KÍF 1 Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen FAKTA VÍF-H71 31-29 (14-11): VÍF fann slóðina Kyndil er spakuliga farið at leita móti oddinum á stigatalvuni. Kollfirðingar eru hinvegin púrasta sørir eftir fyrstu fimm dystirnar Mynd: Álvur Haraldsen Liverpool fann ikki málið Í einari roynd at røkka toppinum í Premier League var Liverpool leygardagin á­ vitjan hjá­ Blackburn. Einki má­l kom í dystinum, hóast liðini høvdu góðar møguleikar at skora. Eitt nú hevði David Bentley hjá­ Blackburn tvær royndir á­ stongina. Við eina stiginum lyftir Blackburn seg upp á­ eitt deilt 5. plá­ss, meðan Liverpool liggur á­ 7. plá­ssi. Samstundis roynir Blackburn nú at fá­a venjaran Mark Hughes at leinja sá­ttmá­lan við felagið. 24