týsdagur 6. november 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 215 - 6. november 2007
Fólkaflokkurin verður fyrsti
flokkurin, tá Rás2 í kvøld
byrjar at senda valsendingar
Sendingarnar
verða
á
skránni
klokkan 20 tey trý komandi kvøld
ini. Í kvøld hevur Fólkaflokkurin
mikrofonina, mikukvøldið eigur
Tjóðveldi torn, og hóskvøldið
verður tað Javnaðarflokkurin, ið fer
at senda sín boðskap.
Fríggjakvøldið verður kjaksending
úr Miðlahúsinum, og hendan verður
send frá klokkan 16 til18.
Mánakvøldið hava teir tríggir
flokkarnir aftur ein tíma hvør. Tá
verður byrjað klokkan 20, og verður
raðfylgjan
tá Tjóðveldi,
Javn
aðarflokkurin og Fólkaflokkurin.
Higartil hava hesir tríggir flokkar
boða frá luttøku.
Val á Rás 2
í kvøld
Flokkarnir fara nú at senda sínar egnu
valsendingar á Rás 2. Tann fyrsta
verður í kvøld
Savnsmynd
Fjølmiðlanevndin
staðfestir, at
Dimmalætting átti
at givið Summar
Festivalinum høvi at
svara atfinningunum
í greinini 13. august,
har funnist verður at
trygdini á Summar
Festivalinum. Har
við hevur Dimma
lætting brotið góð
an fjølmiðlasið, er
niðurstøðan hjá
nevndini
Úrskurður
Kári Mikkelsen
karim@Sosialurin.fo
Summar Festivalurin við
Steintór Rasmussen, stjóra,
kærdi til Fjølmiðlanevndina
um eina grein, sum stóð í
Dimmalætting 13. august
2007, ið Summar Festival
urin heldur er brot á góðan
fjølmiðlasið.
Kæran varð send Dimma
lætting til ummælis, og
blaðið hevur í skrivi dagfest
18. september 2007 gjørt
teirra
viðmerkingar
til
kæruna:
Summarfestivalurin
upplýsir at:
Dimmalætting
prentaði
13. august 2007 grein við
yvirskriftini:
»Nógvar
atfinningar móti trygdini á
Summarfestivalinum«.
Greinin var høvuðssøga á
forsíðuni, har yvirskriftin
var: »Ivasom trygd á Summ
arfestivalinum: Alt ov fáar
vaktir«.
Í greinini tosar blaðfólk á
Dimmalætting
við
tvey
fólk, ið starvaðust á Summ
arFestivalinum. Tey greiða
frá
sínum
upplivingum,
siga eisini frá upplivingum
frá øðrum og koma við
hørðum atfinningum ímóti
fyriskipanini og trygdini á
Summar
Festivalinum.
Fleiri ítøkiligir pástandir
eru í greinini, og tey bæði
starvsfólkini sleppa í stóran
mun at siga sína søgu uttan
mótspæl.
Hetta
kærir
Summar
Festivalurin um, tí greinin
eftir teirra tykki stríðir móti
góðum fjølmiðlasiði. Og
álvarsamasta brotið er, at
Summar Festivalurin ikki
sleppur at svara skuldseting
unum.
Víst verður á, at ein av
grunnleggjandi lutunum í
journalistikki er, at ein
partur, sum verður skuld
settur fyri nakað, sleppur at
svara
skuldsetingunum.
Víst verður eisini til før
oyska uppskotið um góðan
fjølmiðlasið, har tað í grein
4.13 verður sagt: „Persónar,
ið verða ákærdir, eiga, um
tað á nakran hátt ber til, at
sleppa at svara aftur sam
stundis, tá ið tað snýr seg
um ítøkiligar upplýsingar.
Orðaskifti, atfinningar og
tíðindaflutningur eiga ikki
at verða forðað av, at partar
ikki vilja bera fram hugsan
sína ella luttaka í orða
skifti“.
Summar Festivalurin varð
ongantíð biðin um eina
viðmerking í samband við
greinina í Dimmalætting
13. august 2007. Vikuna
frammanundan
høvdu
Dimmalætting og Sosialurin
greinar í kjalarvørrinum av
avlýsta festivalinum, og
umboð fyri Summar Festi
valin svaraðu spurningum í
tí samanhanginum. Harvið
hevur Summar Festivalurin
á ongan hátt roynt at sníkja
seg undan ábyrgd ella royna
at sleppa undan at svara
kritiskum fyrispurningum.
Summar Festivalurin vildi
eisini gjarna komið til
orðanna í greinini 13.
august, men fekk ikki
møguleikan til tað.
Summar
Festivalurin
orðaði sjálvur eitt skriv,
sum varð prentað nakrar
dagar seinni í Dimmalætting.
Teir halda, at framferðin
hjá Dimmalætting stríðir
ímóti góðum fjølmiðlasiði.
Í greinini 13. august eru
nýggjar, ítøkiligar atfinn
ingar, sum Summar Festi
valurin kundi svara. Teir
halda, at summar upplýsing
ar eru misvísandi og yvir
tulkaðar, men teir fingu
ongantíð møguleikan at
svara álvarsomu skuldseting
unum.
Víst verður eisini á, at
Dimmalætting gjørdi nógv
burtur úr greinini, og teir
halda, at brotið á góðan
fjølmiðlasið
er
serliga
grovt, tá ið blaðið ruddar
forsíðuna orsakað av hesi
grein.
Harafturat
hingu
sonevndu matarleparnir við
somu skuldsetingum eisini
uppi á sølustøðunum kring
landið. Eftir stendur ein ein
síðug grein, har tann skuld
setti parturin ikki sleppur at
svara fyri seg.
Víðari skrivar Fjølmiðla
nevndin, at Dimmalætting
upplýsir í ummæli sínum
at:
Dimmalætting
skrivaði
fleiri ferð um Summar Festi
valin 2007. Tann 6. og 8.
august vóru greinar um
Summar
Festivalin,
har
fyrireikararnir søgdu frá
um trygdina. Í greinini 13.
august siga fleiri fólk frá, at
tað ikki er so einkult, sum
Dimmalætting hevur skriv
að. Tey vísa á, at trygdin
var ikki so góð.
Dimmalætting førir fram,
at í veruleikanum er greinin
aftursvar til tað, sum millum
annað Steintór Rasmussen
hevur sagt við Dimmalætting
tann 6. og 8. august. Víst
verður á, at í greinini í
Dimmalætting 13. august
verður víst til tað, sum fyri
skiparin Steintór Rasmussen
hevði sagt við blaðið um, at
Summar Festivalurin ikki
hevði sett fólk til at fylgja
við vindmátingunum, og at
fyriskiparunum møguliga
vantaðu dirvi til at taka
avgerðirnar nóg skjótt.
Dimmalætting metir, at
blaðið við hesum hevur lat
ið fyriskipararnar komið til
orðanna, og at dekningurin
hevur verið í samsvari við
góðan fjølmiðlasið. Serliga
tí greinin 13. august er ein
partur av einari avdúkandi
greinarøð, sum Dimmalætt
ing hevur havt um trygdina
á Summar Festivalinum.
Avgerðin hjá
Fjølmiðlanevndini:
Fjølmiðlanevndin hevur á
fundi tann 24. oktober 2007
viðgjørt kæruna. Í viðgerð
ina av hesum málinum lut
tóku Halgir Winther Poul
sen, Ingolf S. Olsen, Johann
Mortensen og Nella Festir
stein.
Fjølmiðlanevndin
kom til fylgjandi úrskurð:
»Viðmerkjast skal fyrst,
at Fjølmiðlanevndin í við
gerðina av kæruni ikki hev
ur tikið støðu til innihaldið
í greinarøðini hjá Dimma
lætting
um
Summar
Festivalin.
Vísandi til tey sjónarmið,
sum síggjast aftur sum
grein 4.13 í uppskotinum
um góðan fjølmiðlasið held
ur
Fjølmiðlanevndin,
at
Dimmalætting átti at givið
Summar Festivalinum høv
ið til at svara atfinningunum
samstundis í greinini 13.
august. Av tí, at Dimmalætt
ing ikki royndi at fáa við
merkingar
frá
Summar
Festivalinum
áðrenn
almannakunngerð,
hevur
Dimmalætting brotið góðan
fjølmiðlasið, jb. grein 43,
stk. 1 í fjølmiðlaábyrgdar
lógini, og hetta avgjørdi
Fjølmiðlanevndin at átala.
Avgerðin er endalig innan
fyrisitingina«. Undirskrivað
vegna Fjølmiðlanevndina,
Nella Festirstein, formaður.
Dimma fær átalu fyri fjølmiðlasið
Greinin í Dimmalætting 13. august brýtur við góðan
fjølmiðlasið, staðfestir Fjølmiðlanevndin