týsdagur 6. november 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 215 - 6. november 2007
Í morgin byrjar
tveir daga ráðstevna
um »Burturkast
frá skipum og
móttøkuskipanir
í havnum«. Ráð
stevnan, ið er stuðlað
av Norðurlendska
ráðharraráðnum,
verður hildin á Hotel
Føroyum
DÁLKING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Talan er um eina norður
lendska ráðstevnu og rokn
að verður við luttakarum úr
øllum
Norðanlondum.
Stevnan fer tí fram á norður
lendskum máli.
Tað
er
Heilsufrøðiliga
Starvsstovan, sum samskipar
tiltakið, og miðað verður
eftir at:
• kunna
um
vitan
og
nýligar frágreiðingar um
burturkast frá skipum,
• lýsa og taka saman um
reglur og royndir við
handfaring av burturkasti
umborð á skipum og við
móttøkuskipanum í havn
um í Norðanlondum,
• staðfesta, um trot er á at
endurskoða galdandi regl
ur, umsiting av reglunum
og um tørvur er á kunn
ingarátøkum.
Í tí sambandi verða millum
annað hesar norðurlendsku
verkætlanirnar lýstar.
• Håndtering
av
avfall
ombord på fiskebåter og
mindre fartøyer, Tema
Nord 2006:502, ið vísir
tøkni og mannagongdir,
sum
kunnu
brúkast
umborð á smærri skipum
til viðgerð og goymslu av
burturkasti. Frágreiðingin
er eisini á føroyskum,
men er enn ikki prentað.
• Fast avfall från fiskefar
tyg, TemaNord 2005:579,
um reglur í sambandi við
viðgerð av burturkasti
umborð á skipum.
• Ein leiðbeining til havnir
í sambandi við móttøku
skipanir til burturkast og
annað.
Hugburðsbroyting
Tað er Roar Olsen frá Heilsu
frøðiligu Starvsstovuni, sum
samskipar ráðstevnuna. HS
hevur nú í ena tíð framt eina
lýsingarherferð við herrópin
um »Koyr ikki á vestfallið«.
Við hesum hevur verið roynt
at ávirka skiparar og mann
ingar at taka ruskið við aftur
til lands, heldur enn at tveita
fyri borð.
Norðurlond hava í eina
tíð samstarvað á økinum, tí
dálkingin steðgar ikki við
landamørk, serliga ikki á
sjónum. Eisini eru gjørdar
altjóða avtalur á økinum,
sigur Roar Olsen.
Hann sigur, at tankin um
at verja umhvørvið ikki er
heilt nýggjur.
Í Føroyum byrjaðu vit
so smátt at hugsa um
umhvørvið seinast í 70
unum og fyrst í 80unum í
sambandi við, at IRF varð
sett á stovn. Men so tóktist,
sum minkaði áhugin fyri
hesum, og ikki fyrr enn nú
er verulig gongd komin á
aftur við lógarsmíði á økin
um, sigur Roar Olsen.
Men hesi seinastu árini
tykist kortini, sum ein
hugburðsbroyting er farin
fram á økinum.
Mín kensla er, at tað er
eitt sindur ymiskt, hvussu
raskir menn eru at taka burt
urkastið við til lands. Summa
staðni kemur nakað upp á
land, aðrastaðni kemur alt.
Fleiri skiparar siga, at har
teir fyrr tveittu alt fyri borð,
verður nú hvørt nikk og prikk
tikið við til lands aftur, so tað
er nógv sum bendir á, at talan
í nógvum førum er um eina
hugburðsbroyting,
tá
tað
kemur til burturkast umborð
á skipum, sigur Roar Olsen.
Stór ráðstevna
Norðurlendska samstarvið
hevur nú ført til, at fyrsta
ráðstevnan av hesum slagi
verður fyriskipað, og tað er
Norðurlendska
ráðharra
ráðið, ið er stóri fíggjarligi
viðspælarin, men Heilsu
frøðiliga Starvsstovan, sum
samskipar tiltakið.
Ráðstevnan verður hildin
á Hotel Føroyum í morgin
og ovurmorgin, og hevur
luttøku úr øllum Norður
londum.
Talan er fyri tað nógva
um luttøku frá umhvørvis
myndugleikum,
teknisku
deildum hjá kommunum og
havnafútum. Men eisini frá
fólki og stovnum, sum hava
við hesi viðurskifti at gera.
Luttakarar koma úr øllum
Norðurlondum,
og
teir
verða millum 70 og 80 í
tali, sigur Roar Olsen.
Hann sigur víðari, at
hendan ráðstevnan fer at
veita teimum svar upp á
nógvar spurningar, sum til
dømis hvussu ymsu londini
skipa viðurskiftini við burt
urkasti umborð á skipum.
Eisini roknar hann við, at
betri greiði fæst á, hvussu
støðan er her heima hjá
okkum sjálvum.
Tað eru bæði skipaeftirlit
og veiðieftirlit við skipunum,
og tað gerst meiri og meiri
vanligt, at skiparar kunnu vísa
kvittanir fyri, at teir hava latið
burturkastið upp á land. Og
hetta er, hóast eingin bót verð
ur givin fyri ikki at kunna
framvísa kvittan. Og tað er
flott, sigur Roar Olsen.
Tá ráðstevnan er av, verð
ur ein frágreiðing skrivað
til Norðurlandaráðið um
støðuna
við
burturkasti
umborð á skipum.
Bilbukt fáast við havdálking
Taka koyrikortið umaftur
Um vikuskiftið tók løgreglan í Eysturoy tveir bilførarar fyri at
koyra ov skjótt, Millum Fjarða. Og teir koyrdu alt ov skjótt, tí
annar koyrdi 119 kilometrar um tíman og hin koyrdi 115, har tað
annars bara er loyvi at koyra 80. Teir báðir skulu nú upp til
koyriroynd av nýggjum. Standa teir ikki royndina, missa teir
koyrikortið. Standa teir royndina, er ikki sloppið fyri tað, tí teir
fáa samstundis ein treytaðan dóm í trý ár. Tað merkir, at gera teir
nakað revsivert í trý ár, sum annars hevði ført við sær, at teir
høvdu mist kortið, so missa teir tað upp á standandi fót, sigur
løgreglan.
Herverk á apotekinum
Sunnunáttina var herverk við apotekið í Runavík. Har
høvdu ótangar brotið einar 10 av útilyktunum uttanfyri
apotekið. Løgreglan kom á staðið, men hevur ongan
undir illgruna. Annars verða tveir mans skuldsettur fyri
rúsdrekkakoyring. Tað hendi eftir eitt óhapp við Shell
støðina í Gøtudali, har ein bilur rendi á ein lyktapela.
Tveir mans vóru í bilinum, men tað hevur ikki eydnast at
staðfesta, hvør koyrdi. Tí er blóðroynd tikin av báðum
monnum og fyribils verða teir nú eisini báðir skuldsettur
fyri rúsdrekkakoyring.
Løgreglan kring landið
er nú farið runt við saks
inum og er farin at klippa
nummarpláturnar av bil
um, har eigarin ikki hevur
goldið vegskatt. Talan er
um vegskatt fyri seinna
hálvár í ár. Akstovan
hevur
sent
løgregluni
kring landið ein lista við
483 nøvnum á yvir bileig
arar, sum ikki enn hava
goldið vegskattin fyri
seinna hálvár í ár og sein
astu dagarnar hevur løg
reglan havt saksin liggj
andi í bilinum.
Eisini í Eysturoy missa
fleiri bilar pláturnar. Løg
reglan sigur, at hon hevur
ein lista við 130 bilum á,
sum eiga at missa plátur
nar og í gjárkvøldið mistu
eini 1215 bilar pláturnar.
Annars verða pláturnar
tiknar, so hvørt, løgreglan
kemur fram á bilarnar.
Og er løgreglan komin
á gátt er bara ein møgu
leiki at sleppa undan at
missa pláturnar og tað er
at hava eina kvittan fyri
vegskattin at vísa fram.
Tað er dýrt at missa plát
urnar, tí umframt veg
skattin, kostar tað nakrar
hundrað krónur at fáa
nýggjar plátur.
Bilar í
hópatali
missa
pláturnar
Stórur partur av ruskinum,
ið rekist í fjørunum kring
landið stavar frá burturkasti,
ið tveitt verður fyri borð
av skipum. Men Roar
Olsen av Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni heldur, at ein
hugburðsbroyting er á veg, og
at størri og størri partur at
burturkastinum verður tikin
við til lands
Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan