týsdagur 6. november 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fólkatingsvalið 13. november 2007
Løgtingsvalið 19. januar 2008
7
74
Týsdagurin 13. november
kann gerast ein góður
dagur, tí tá hevur føroyski
veljarin møguleika at gera
upp við tað, føroysku
fólkatingsumboðini hava
avrikað í skjótt trý ár. Hetta
er einki minni enn ein
gyltur møguleiki at seta
nýggja leið út í kortið, tí
tað er neyðugt.
Fólkafloksumboðið
hevur verið nakað av tí
gráasta og mest ósjónliga,
føroyingar nakrantíð hava
sent á fólkating, og tað
hevur mesta partin av tíðini
sæð út, sum var Anfinn
Kallsberg bara ein av fleiri
fullkomuliga anonymum
tingmonnum hjá danska
konservativa flokkinum.
Sigast skal so, at tjóð
veldisumboðið hevur verið
munandi sjónligari, uttan
at tað harfyri hevur verið í
serliga stóran mun sum eitt
føroyskt umboð. Ferð eftir
ferð hevur tú ivast í, um
Høgni Hoydal var valdur í
Føroyum ella í Grønlandi,
tí grønlendsk áhugamál eru
farin við tí nógva av tíðini.
Tað sigur seg sjálvt, at tá
føroyingar skulu velja eitt
umboð á fólkating, so má
og skal talan vera um eitt
føroyskt umboð, ið arbeiðir
fyri Føroyum og føroysk
um áhugamálum. Eingin
orsøk er til, sum vit eisini
hava sæð tað hetta val
skeiðið, at flyta føroyskar
ósemjur niður á fólkating,
men at hava eitt virkið og
dugandi umboð, ið fæst
við realpolitikk.
Tí er neyðugt við nýggj
um fólki á fólkatingi, ið
umboðar allar føroyingar
og stendur fyri breiðum
samstarvi. Ábyrgd fylgir
við einum fólkatingssessi,
og ta ábyrgd fer eitt javn
aðarumboð sjálvandi at
umsita samvitskufult, við
at vera eitt gott sambind
ingarlið millum Føroyar og
Danmark.
Eitt valt javnaðarumboð
fer fyrst og fremst at arb
eiða eftir tí politiska veru
leika, sum er galdandi, so
rikin verður realpolitikkur
á fólkatingi vegna allar
føroyingar. Talan verður
hvørki um gráa ella
grønlendska umboðan,
men eitt gott og virðiligt
føroyskt umboð, velur tú
Javnaðarflokkin!
Nú hevur veljarin møguleikan
fólkatingsvalevni
Javnaðarfloksins
Heðin
Mortensen
Val
Vælferðarsamfelagið Før
oyar hevur tað betur enn
nakrantíð. Hóast nógv økir
í okkara samfelag treingja
til meira, so eru framstig
so at siga alla staðni. Nær
um einki arbeiðsloysi er og
tað tykist sum allir møgu
leikar til eitt enn betur
samfelag eru til staðar.
Sosialdemokratski polit
ikkurin og stevnan hevur
alla tíð, síðan Javnaðar
flokkurin var stovnaður,
verið hóvligur og til frama
fyri allar føroyingar og
soleiðis skal arbeiðið hjá
umboðið javnarfloksins
eisini vera á Christians
borg.
Endamálið við slíkum
hóvligum politikki er, at
skapa Føroyum, okkum
sjálvum og eftirkomarum
okkara eina trygga og ljósa
framtíð. Við Yvirtøkulógini
kunnu vit, við okkara egnu
raðfesting og ferð, á skyn
saman hátt taka ræðið og
ábyrgd av øllum
málsøkjum.
Vit føroyingar kenna
okkum sum eitt fólk, við
serstøkum eyðkennum, ið
rættvísgera ynski okkara
um at vera ein tjóð, á jøvn
um føti við aðrar tjóðir
heimsins
Einaferð skulu Føroyar
hava fult ræði í egnum
landi. Tað tykjast tey flestu
samd um. Men hetta má
og skal gerast á skynsaman
hátt, og eigur tilgongdin at
taka ta tíð, ið neyðug er,
soleiðis at tjóðini Føroyar
eisini er lív lagað eftir
møguliga skilnaðin frá
Danmark.
Umboð javnaðarfloksins
í danska fólkatinginum
fara sum fremsta endamál,
at hava jaligt samstarv við
danir um sjálvstýristil
gongd, ið á besta hátt tænir
báðum tjóðunum.
Hetta er partur av mínari
stevnu til fólkatingsvalið
13 november.
Framtíðin
á lista C
editH
daHl
Val
Undirritaði hevur fyri
langari tíð síðani boðað
frá, at eg ikki stilli upp til
komandi løgingsval, sum
veður í seinasta lagi 13.
januar 2008.
Kortini havi eg tikið av
tilboðunm, um at standa á
valevnislista javnaðarflok
sins til fólkatingsvalið,
sum verður týsdgin 19.
november. Hetta verður
sostatt seinastu ferð, at tit
veljarar havi høvið at sýna
mær álit, og tað gera tit við
at geva mær atkvøðuna.
Eg havi drúgvar royndir í
politikki. Varð valdur í
Klaksvíkar býráð í 1974 og
sat sum býráðslimur í 10
ár. Í hesum tíðarskeiði var
eg eisini formaður í Føroya
Kommunufelag í tvey ár. Í
sjeytiárunum var eg
ábyrgdarblaðstjori á
SOSIALINUM. Hetta var
frá 1. januar 1972 til eg
gjørdist landsstýrismaður
20. november 1979.
Tvær ferðir havi eg
umboðað Javnaðarflokkin í
landsstýrinum. Báðu ferð
ina saman við Atla Dam,
sála, ið var løgmaður.
Fyrru ferð frá 20. novemb
er 1979 til 5. januar 1981
og seinnu ferðina frá 10.
januar 1985 til 18. januar
1989. Tað kundu verið
mong og glæslig úrslit at
víst á frá hesum
tíðarskeiðum. Men lat tað
liggja á hesum sinni.
Kortini er tað eitt mál,
sum eg má taka fram, og er
tað Samhaldsfasti Arbeiðs
marknaðareftirlønargrunn
urin. Hetta var eitt av úrs
litunum í tí seinna lands
stýrisskeiðnum. Eitt úrslit,
ið eg eri sera fegin um, nú
útgjaldið úr grunninum frá
1. januar 2008 veður góðar
2.200 kr. til hvønn um
mánaðin. Henda upphædd
fer bert at vaksa í
framtíðini.
Eg varð valdur í løgingið
á løgingsvalinum í novemb
er 1980. Í 27 ár eri eg
valdur og afturvaldur átta
ferðir. Eg kom fyrstu ferð á
valevnislistan til fólka
tingsval í 1979. Á hesum
valinum gjørdist eg vara
fólkatingsmaður við 865
persónligum atkvøðum. Ta
ferðina varð Jacob Linden
skov valdur í fólkatingið.
Hann tók við aftaná Jóhan
Nielsen, sála.
Nú bjóði eg meg so fram
fyri seinastu ferð. Sam
stundis sum eg heiti á
tykkum um at stuðla meg á
valinum, vil eg nýta høvi
til at takka tykkum øllum,
fyri tað alit og tað trúfesti
tit hava sýnt mær øll hesi
árini. HJARTALGA
TØKK ØLL SOMUL.
At enda skal eg heita á
tykkum, um at veita mær
stuðul á hesum valinum
eisini. Eg ynski tykkum
øllum eitt gott val – og eitt
gott val fyri føroyska
samfelagið, er eitt gott
javnaðarval.
Fyri seinastu ferð
løgtingsmaður og
fólktingsvalevni
VilHelM
JoHannesen
Val
Ymisk áhugaverd kjak
inni á kjak.fo seta spurn
ingar við, hvussu nógv
kristindómur og onnur
religión skal fylla í tí
almenna rúminum í
Føroyum.
Ein av kjaktráðunum
snúði seg um hvørt
Zarepta er eitt paradís,
ella ágangur ímóti
børnum. Tráðurin hevur
yvir 300 inlegg og fleiri
av hesum innleggum eru
fyrstahondsupplivingar
frá fólki, sum hava verið
á legum og fingið eina
skelkandi uppliving, sum
hevur merkt tey. Dømir
eru td. um ung børn, sum
á miðjari nátt eru leidd
inn í eitt kamar við
einum ungdómsleiðara,
sum hevur sett sær fyri at
ræða hetta barnið til at
umvenda seg, td. við at
siga: ”Um tú ikki vendir
um og tekur ímóti Jesusi
beinan vegin, so fert tú at
brenna upp í Helviti í
allar ævir”, ella við at
kroysta tey upp at vitna
frammanfyri eini stórari
forsamling, ella við
marathon bøn uppá fleir
tímar osv.
Nú er tað einaferð so,
at foreldur ráða fyri
hvussu børnini verða
uppdrigin. So man kann
sum foreldur sjálvandi
bara velja, at nokta
sínum barni at fara á
hesar legur. Men hvat við
teimum børnum, sum eru
fødd og uppvaksin í
hesum umhvørvinum,
har tey verða
indoktrineraði við bíbliuni
sum hægstu lóg? Hvør
verjir tey? Hava tey
nakrantíð haft eitt frítt val?
Greinar og lesarabrøv
hava seinastu tíðina varpað
ljós á, hvussu lágt religión
skjakið er í Føroyum í dag.
Vit eru á einum støðið, har
fólk ikki enn tora at traðka
fram og siga, at tey ikki
trúgva uppá Gud. Darwin
er eitt av ljótastu banniorð
um í Føroyum. Summi
halda at kristna afturhaldni
er ein forðing fyri menning
í Føroyum, meðan onnur
siga at uttan kristni trúnna,
so er ongin moralur og
ongin vón.
Persónliga eri eg sera lib
eralur á økinum. Eg haldi
at einhvør skal sleppa at
trúgva uppá hvat man hev
ur hug til, og einhvør skal
kunna virka í samfelagnum
sum man hevur hug til.
Eingin skal blanda seg
uppí persónligu trúnna hjá
tí einstaka. Og eg haldi at
jú meira ymisk vit eru jú
betur og meira spennandi
er samfelagið at liva í. Men
farligu spurningarnir, sum
nú verða kastaður út, og
sum eg vóni kunnu skapa
eitt kjak, eru so um tað er í
lagi at tvinga børn at umm
venda seg til eina trúgv,
sum í døminum við Zarep
ta? Hví skal eitt óskyldugt
barn indoktrinerast í eini
tilvildarligari trúgv ímill
um fleiri túsund aðrar? Er
eitt bíbliu sitat ein nóg góð
grundgeving fyri nakað
sum heldst? Onkur kjakari
nevnir, at tað ikki er loyvt
at buka og misbrúka síni
børn, men vísur so á at
sálarliga misnýtslan so
sanniliga eisini er sera
skaðilig, men tó lóglig?
Í dag kann tað saktans
henda at man í Úf, Rás2 og
Lindini samstundis hoyrur
andaligar sendingar. Í Løg
tinginum kann man uppliva
sitatir úr bíbliuni, sum
argumentatión fyri einum
og hvørjum evni. Bløðini
eru full við lýsingum um
møtir kring alt landið.
Kirkjur og samkomuhús
spretta upp sum hunda
lond. Hevði tað ikki verið
spennandi at fingið eitt
ordiligt kjak um hvat vit
vilja við religión í Føroy
um? Religión er ein so stór
ur partur av okkum, at
pláss eigur at vera fyri
einum siðiligum kjaki um
hetta.
Onkur kann so svara at
ikki øll møtir eru so og so,
og ikki allar legur eru so
og so, og ikki allar religi
ónir eru so og so, ikki allir
leiðarar eru so og so, osv,
osv. (rættiliga vanlig argu
mentatión á kjak.fo) Sjálv
andi er tað ikki altíð so og
so. Men tað hendur onkun
tíð, og einaferð er alt ov
nógvaferð vildi onkur sagt.
So lat okkum lyfta kjakið
upp á eitt hægri støði
hesuferð.
Hetta lesarabræv skal
ikki tulkast sum eitt álop á
nakran, ei heldur sum ávar
ing ímóti Zarepta, sum
sikkurt ger nógv gott. Men
skal heldur skiljast sum eitt
sunt tekin uppá at vit eru
sera ymisk í Føroyum.
Modernaði fólk eru indivi
dualistar, sum ikki dáma
propaganda og heldst vilja
velja at inrætta síni persón
ligu viðurskifti sjálvi uttan
at hava eina indoktrinering
við í sjáttuni. Vit eru øll
føroyingar, og her skal vera
pláss fyri okkum øllum, og
jú meira fjøltátta vit eru jú
betur.
Inni á kjak.fo er loyvt at
vera anonymur og kjakast
verður tí um mangt og
hvat, og til tíðir rættiliga
harðliga, men kjakararnir
eru tó sum oftast siðiligir
og virða hvønn annan.
Vónandi kunnu vit øll
onnur í Føroyum eisini fáa
eitt virðligt kjak um hetta
sera áhugaverda evnið.
Kjak um Gud
fólkatingsvalevni
Tjóðveldi
róaldur
Jákupsson
Nr. 215 - 6. november 2007