týsdagur 6. november 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Fólkatingsvalið 13. november 2007
Løgtingsvalið 19. januar 2008
7
74
Tað er úti í heimi vit
skulu vinna meiri
vøkstur og føroyska
vælferð
Í Føroyum er alt ov lítið
gjørt við uttanríkismál.
Hóast tað í heimastýris
lógini er ásett at uttanríkis
mál er danskt málsøki,
munnu øll vita at danir
brúka sínar kreftir til dan
skan og ikki føroyskan
uttanríkispolitikk. Taka vit
uttanríkispolitisku heimild
arlógini, gevur hon okkum
betur møguleikar, men ikki
nógmikið. Vit kunnu siga,
tað er ein lóg sum gevur
okkum loyvi at spæla
”harri í húsið”. Uttanríkis
politikkur hoyrir til suv
erenitetin, og tí er neyðugt
at broyta okkara ríkisrætt
arligu støðu, um vit skulu
virka frítt og frælst á uttan
ríkispolitiska økinum.
Frælsan felagsskap
Aliðið vil tí á Fólkatingi
slóða fyri einum frælsum
felagsskapi millum Føroya
og Danmarkar. Ein felags
skap við tveimum líka
pørtum. Ein ríkjafelagskap,
heldur enn ríkisfelagsskap.
Slíkur felagskapur tryggjar
føroyingum somu rættindi
í Danmark sum danir hava
og tryggjar donum somu
rættindi í Føroyum sum
føroyingar hava. Men hesin
ger okkum til suverenan
samstarvspart í samráð
ingum við øll heimins
lond. Vit mugu víðari.
Landsstýrismann í
Uttanríkismálum
Hóast løgmaður hevur
roynt at ment okkara uttan
ríkispolitiska pall, er tað
bert ein partur av hansara
málsøkjum. Vit eiga beinan
vegin at seta landsstýris
mann við uttanríkismálum
burturav. Okkara sendi
stovuvirksemi má mennast
og koma longur út í heim.
Sum lítið land eiga vit at
samstarva við okkara norð
urlendsku familju. Har vit
ikki sjálvi hava sendistovu,
eiga vit at gera samstarvs
avtalu við tað norðanland
ið, sum gevur okkum
bestu møguleikarnar,
eisini sæð í mun til
kostna.
ES og EFTA
Á Fólkatingi og í
Tinganesi vil
Fólkaflokkurin slóða fyri
EFTAlimaskapi og ES
avtalu um tey 4 frælsini.
Gjøgnum EFTA fáa vit
handilsavtalur við hópin
av londum uttan fyri ES.
Eisini kunna vit gjøgnum
stóra EFTAaparatið
tryggja størri tyngd í
samráðingum, eisini við
fjarskotin lond.
Avtalan um tey 4
frælsini við ES tryggjar
vørum, tænastum, kapitali
og persónum frítt at fara
millum Føroya og ES. Ein
avtala sum tryggjar
okkum stórar møguleikar
í alheimsgerðini.
Mest framkomnu
smátjóðir, hava vunni
stórt ríkidømi uttan fyri
síni lond. Nevnast kunnu
Ísland, Hong Kong,
Singapor, Luksemborg og
Liktinstein.
Framá við Aliðnum
Føroyskt uttanríkisráð
floksformaður
Fólkaflokkurin
Jørgen
niclasen
Val
Javnaðarflokkurin býður
seg fram til
Fólkatingsvalið við tí fyri
eyga at gera eitt
dygdargott arbeiði fyri
Føroyar og tað fólkið, ið
her býr.
Javnaðarflokkurin hevur
eina langa siðvenju at sita
á Fólkatingið og at
arbeiða saman við
donskum politikkarum og
sjálvandi saman við
donsku sosialdemokrat
unum sum hava sama hug
sjónargrundarlag sum vit.
Hetta samstarv hevur søgu
liga sæð givið úrslit soleið
is, at Føroya fólk hevur
fingið lut í teimum væl
ferðarframbrotum sum eru
hend í hinum norðanlond
um, her hugsið eg um t.d.
fólkapensiónina á sinnið,
útbúgvingarstuðulin,
heimahjálpina o.s.fr.
Javnaðarflokkurin var
høvuðsarkitekturin aftan
fyri heimastýrislógina,
sum hevur verið grundar
steinurin undir tí politisku
og samfelagsligu
menning, ið er farin fram
her á landið, síðan 1948.
Men tíðir broytast, einki
stendur í stað. Í hesum
valskeiðinum, við Javnað
arflokkinum á odda í Før
oya landsstýri, er gjørt
ískoyti til heimastýrislóg
ina, tann sokallaða yvir
tøkulógin, har avgerðir um
framtíðar yvirtøkur verða
lætnar upp í hendurnar á
Føroya Løgtingi og harvið
Føroya fólki og ongum
øðrum.
Eftir hesi lóg, hevur
henda samgonga, undir
skipaðum viðurskiftum,
uttan samanbrest við danir,
yvirtikið fjølmiðlaábyrgd
ina, tilbúgvingina, vinnu
lóggávu og ikki minst
fólkakirkjuna. Vit í Javn
aðarflokkinum eru nøgd og
errin av hesi gongd. Okk
ara samfelag mennist, vit
fáa fyrisitingarførleika og
vit fáa høvi at smíða nýggj
ar lógir, sum hóska til
okkara samfelag. Eingin
yvi er um, at vit við yvir
tøkulógini fara at mennast
framyvir og vit fara at
útbyggja okkara land og
okkara førleika um vit fara
fram hóvliga og skilagott.
Tað standa nógvar
avbjóðingar fyri framman.
Nógvar avbjóðingar har
Javnaðarflokkurin á Fólka
tingið kann gera mun, um
hesin sessur verður nýttur
rætt, til at ávirkað og upp
lýsa tað donsku politisku
skipanina til okkara fyri
mun. Tá kunnu átrokandi
og avgerðandi mál fyri
Føroyar og føroyska væl
ferð loysast. Eg hugsið her
um okkara tilgongd at
koma við í felagsskapin
EFTA, har Ísland, Noreg,
Sveits og Lichtenstein eru
limir, og okkara møguleika
at fáa samstarv við ES
felagsskapin umvegis
EFTA.
Ein onnur avbjóðing í
mun til ES, er okkara
roynd at fáa lut í undir
vísingar og granskingar
samstarvinum í ES. Har
eigur eitt arbeiði, at ávirka
donsku politisku skipanina,
ígjøgnum fólkatingsum
boðan, at hjálpa til at fáa
loyst hetta sera átrokandi
mál. Tað er ein avgerðandi
fortreyt fyri menning og
framburð her á landi, at vit
sleppa at luttaka á jøvnum
føti innan hetta útbúgv
ingar og menningararbeiði,
so vit ikki gerast eftirbátar
á hesum øki, men ístaðin
byggja eitt nútímans
alheimsgjørt samfelag, har
fólkið og serliga ungdóm
urin fær virkað í alheims
gerðini, og á tann hátt
tryggja vit støðuga menn
ing, bæði mentunarliga og
vinnuliga, so at Føroyar
framhaldandi eins og nú,
verða eitt gott valferðar
samfelag at vaksa upp í, at
virka í, og at eldast í.
Vel tí Javnaðarflokkin á
Fólkating.
Avbjóðingar á Fólkatingi
við Javnaðarflokkinum
løgtingsmaður
Javnaðarflokkurin
andrias
Petersen
Val
Aliðið vil slóða fyri út
bygdum møguleikum fyri
útbúgving og heilsurøkt.
Framstig eru hend innan
útbúgvingarmøguleikar,
men vit vilja longur.
Føroyskur ungdómur skal
hava betri og fjølbroyttari
møguleikar at útbúgva seg.
Eisini skal granskingar
samstavið við danmark og
ES økjast.
Innan heilsurøkt mugu
vit koma longur. Ríkis
sjúkrahúsið er staðið,
flestu føroyingar kenna
sum møguleikan uttan fyri
Føroyar. Eitt fólkafloks
umboð á Fólkatingi vil
slóða fyri víðkaðum heilsu
samstarvi, bæði í Danmark
og eisini víðari inn í ES.
Vit rinda fyri allar okkara
viðgerðir og eiga tí at geva
føroyskum sjúklingum eina
nógv størri viftu at velja
ímillum. Sjúklingar eiga at
fáa bestu viðgerð, og tað er
ikki altíð Ríkissjúkrahúsið,
sum kann bjóða tað.
Okkara heilsustarvsfólk
eiga eisini at fáa møguleika
at koma á sjúkrahús runt
um í Europa. Hetta fyri at
menn teirra førleika.
Víðka heilsusamstarv
eigur eisini at virka við til
at serfrøði úti í heimi kann
koma til Føroyar at veita
okkum heilsubót.
Aliðið vil víðka um
møguleikarnar til útbúgv
ing og tryggja okkum
bestu sjúkraviðgerð í
Europa.
Fram við Aliðnum
Betri sjúkraviðgerð og
útbúgvingarmøguleikar
floksformaður
Fólkaflokkurin
Jørgen
niclasen
Val
Týsdagin 13. november
skulu vit øll avgera um vit
velja loysnirnar ella
konfrontatiónirnar.
Javnaðarflokkurin hevur
meiri enn nakar annar flokk
ur verið tann, sum hevur
víst á gongdar leiðir, eisini
í ríkisfelagsskapinum.
Tað er ein sannroynd, at
vit undir heimastýrisskip
anini hava megna at upp
bygt vælferðarsamfelagið
Føroyar. Javnaðarflokkurin
var arkitekturin aftanfyri
skipanina.
Meðan onnur bert síggja
forðingar, hava vit í Javn
aðarflokkinum bert
avbjóðingar.
Meðan onnur siga, at
einki skal broytast, so
trýsta vit á fyri at flyta
mørk, har tað er neyðugt
fyri okkara virkisføri.
Javnaðarflokkurin hevur
altíð slóða fyri yvirtøkum
og fyri størri sjálvræði,
men samstundis hava vit
varðveitt gott samstarv við
Danmark.
Javnaðarflokkurin spælir
ikki hasard við vælferð og
trivnaði okkara, men vit
eru einasti flokkur, sum
áhaldandi flytir mørkini í
ríkisfelagsskapinum.
Latið okkum á valinum
standa saman um, at varð
veita og økja um okkara
vælferð og virkismøgu
leikar, eisini á fólkatingi.
Vit velja loysnirnar
Løgtingslimur og valevni
Javnaðarfloksins
Kristian
Magnussen
Val
Lesið
-so eru tit við!
Nr. 215 - 6. november 2007