týsdagur 6. november 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
viðmerkingar
Nr. 212 - 1. november 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Framsýning
Myndir: Jens Kristian Vang
Í hesum døgum hevur lista
maðurin Bjørn Thomsen
framsýning av málningum
og standmyndum í Smiðjuni
í Lítluvík. Bjørn Thomsen
er 69 ára gamal og hálvur
føroyingur, mamman er før
oysk og pápin íslendingur.
Ein stórur partur av fram
sýningini í Smiðjuni eru
málningar í akryl. Teir eru úr
Grønlandi, har Bjørn Thom
sen hevur búð eina tíð
Leif Erik Niclasen gull
smiður, ið sjálvur fæst við
list, hevur fingið nógv burt
urúr hesi framsýning, ser
liga standmyndunum, sum
hann vónar ikki fara av land
inum aftur, tá framsýningin
er liðug.
Talan er um tilsamans 7
standmyndir úr bronsu. Leif
Erik hevur eitt ynski um at
tær koma at standa, har fólk
hava stundir at hyggja eftir
teimum sum t.d. í bíðirúm
um og aðrastaðni har nógv
fólk koma, tí allar stand
myndirnar hava ein serligan
boðskap.
mg
Standmyndirnar
hava ein serligan
boðskap
Listamenn hittast, Bjørn Thomsen og Leif Erik Niclasen. Standmyndirnar hava ein serligan boðskap, sigur Leif Erik, sum vónar at
tær verða eftir í Føroyum, tá listamaðuriner farin aftur til Danmarkar
Listamaðurin Bjørn Thomsen við framsýning síni í
Smiðjuni
Nú fólkatingsvalið verður,
fara vit at sita og fylgja við
valúrslitunum so hvørt tey
verða lisin upp. Tað er sera
stuttligt at síggja hvussu
atkvøðurnar koma frá teim
um ymsu valstøðunum.
Tað, sum vit ikki geva
okkum far um, er, at tað
sum er stuttligt fyri okkum,
er vandamikið fyri bygd
irnar og brot á eina
demokratiska høvuðsreglu.
Hendan regla sigur, at
veljarin skal sleppa at velja
á ein slíkan hátt, at eingin
skal kunna eftirkanna,
hvussu hann hevur atkvøtt.
Hetta ideal er als ikki í
samsvari við tann veru
leika, sum veljararnir úti
um landð liva í sum er. Har
ber til at hava eyguni við
veljarunum, og tað kann
koma teimum aftur um
brekku.
Valini í Føroyum eru tí
ódemokratisk, og tað ein
asta rætta er at løgtingið,
nú tað hevur gjørt allar
Føroyar til eitt uppstilling
ardømi, tekur avleiðingina
av hesum og broytir lógina
um val til Føroya løgting
soleiðis, at allar atkvøður
úr øllum valstøðum koma í
stórapott og at eingin kann
siga um ein ávís atkvøða
kemur úr Sumba ella av
Viðareiði.
Í eini grein herfyri vísti
eg við einum konkretum
dømi á hvussu vandamikil
henda skipan hevur verið
higartil og segði, at hildu
vit fram at telja atkvøður
nar upp á teimum smáu
valstøðunum, kom skilið at
gerast enn verri. Í hesum
sambandi nevndi eg skyld
mann mín Kjartan Mohr,
og ein annar skyldmaður
hansara heldur, at eg havi
nakað ímóti Kjartani. Hetta
er so langt burturífrá veru
leikanum sum nakað kann
vera. Vit øll í familjuni eru
errin av at vera í ætt við
Kjartan Mohr, tí hann er
ein av teimum heilt stóru
slóðbrótarunum í føroyska
vinnulívinum. Ikki bert
dugdi hann at hugsa stórar
tankar, men hann dugdi
eisini at seta teir í verk. Tí
gjørdist hann ikki bert
stovnsetari, men megnaði
eisini at menna og
útbyggja virkið so hann
førdi Føroyar inn á
framleið. Hetta var tí hann
hevði sera góð evni til at
meta um fólk. Hetta vísti
seg ikki bert við at hann
fekk eina góða konu, men
eisini við at hann í virki
sínum samstarvaði við
fyrsta floks menn, sum
hann fekk at leggja alla
orku sína í fyritøkuna.
Eisini politiskt var
Kjartan ein vinningur fyri
land okkara. Hann var altíð
fúsur at stuðla góðum
nýggjum uppskotum, og
sum kunnugt var tað hon
um fyri at takka, at eitt tað
besta landsstýrið, vit hava
havt, sjálvstýrislandsstýrið,
kom í lag. Har lá hansara
partur ikki eftir, og tað var
avgjørt ikki av hansara
ávum, at ikki so nógv kom
burturúr sum vónað.
Men tað er greitt, at eing
in er lýtaleysur, og skulu
vit læra nakað av søguni,
noyðast vit at viðgera lýti
og dygdir hjá almennum
persónum, sum hava tikið
politiskar avgerðir. Tað
sum dømið mítt vísti, var
ein vansi sum er við
skipan okkara. Nógvir eru
teir politikarar, sum hava
fingið fyrimun burtur úr
hesum lýti, og tekur løg
tingið ikki annað skinn
um bak nú, verður talan
um eitt stórt afturstig fyri
demokratiið.
Stuttligt – men farligt
Zakarias
Wang
i