Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 215 - 6. november 2007 Tíðindaskriv Hósdagin 8. november kemur nýggja bókin „Tekn­ arin og vinurin Ólavur“ í handlarnar. Bókin er sett saman av beinraknum og livandi tekningum eftir Ólav á Váli, harumframt eru myndir og frásagnir um persónin Ólav. Tekningarnar spenna víða, heilt frá 12 ára aldri, til Ólavur andaðist einans 49 ára gamal. Tað er vinurin og svág­ urin, Eli Smith, ið hevur lagt bókina til rættis. Mikudagin 7. november kl. 16 verður bókin signerað á torginum í Miðlon, har ein av stuðlunum, Norðoya Sparikassi, skipar fyri. Eisini verða sangur og hugleiðingar á skránni. Bókin hevur 248 blað­ síður og kostar 350 krónur. Bók um teknaran Ólav á Váli Tíðindaskriv Hósdagin 8. november kl. 19.00 hevur Heimaforbund­ ið hjá Frelsunarherinum stóru árligu Árasøluna í Havn. Nógvir góðir lutir eru at vinna m.a. føroysk krov, gávukort, sodavatn, bundnir lutir og nógv annað gott. Í støðginum verður ókeypis kaffi og køkur at fáa. Heimaforbundið vónar at nógv fólk koma at stuðla arbeiðnum. Peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til arbeiðið hjá Frelsunar­ herinum í Havn. Árasøla í Frelsunarherinum Andlát og jarðarferðir Kistan við Andreas Signar Dalfoss fer úr Landssjúkrahúskapellinum mikudagin kl 19. Jarðarferðin verður Havnar kirkju hósdagin kl 13. Kathrina Hansen úr Árnafirði, van­ liga nevnd Trina, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsið ímorgun, 92 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinri. Sámal av Reyni úr Tórshavn andaðist sunnudagin, 55 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi í stóru sorg okkara, tá høgt elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Símun Einarsson Lamba so brádliga andaðist. Tøkk til portørar, sjúkrasystrar, læknar og politiið. Tøkk til Meinhard Bjartalíð, prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar. Tøkk til tykkum, sum høvdu andakt og til tykkum, sum sungu so vakurt í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Nýggju Kirkju á Glyvrum. Tøkk fyri vitjanir og uppringingar har góð og troystarrík orð vóru givin okkum og til tey, sum hava biðið fyri okkum. Tøkk til tykkum, sum bakaðu og til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri góð minningarorð í bløðunum. Og tøkk til øll, sum mintust hann á leikvølli. Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vóru í kapellinum, til kórseting og sum, fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Sonja Sigurjón, Sóley og Sámal Dagurin 7. november. Engel­ brekt, deyður í 1225. Týskur munkur, sum longu 30 ára gamal gjørdist erkibiskupur í Köln. Sum kirkju­ politikari tók hann sær fyri at bøta um mong viðurskifti, sum vóru farin av lagi. Fekk, sum vera man, nógvar fíggindar, sum gingu saman í ráð og myrdu hann. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaði pápi og verpápi Andreas Signar Dalfoss ættaður úr Froðba og búsitandi í Havn Vanliga nevndur Signar Dalfoss andaðist hósdagin hin 1. nov. 2007 á Landssjúkrahúsinum, 61 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum mikudagin 7. nov. 2007 kl. 19.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin 8. november 2007 kl. 13.00. Familjunnar vegna Heidi, Poul og Chiharu Heimaforbundið hjá Frelsunarherinum hevur Árasølu hósdagin kl. 19.00