Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mai 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 1. mai 2001 3 gult3 cyan3 magenta3 svart3 2 Nr. 82 - 1. mai 2001 gult2 cyan2 magenta2 svart2 Formaðurin í Føroya Fiskimannafelagi seinastu fjórðings- øldina, Óli Jacobsen, heldur ikki, at altjóða arbeiðaradagurin 1. mai hevur so stóran týdning longur, men hevur heldur súmbolskan týdning enn nakað annað ARBEIÐARADAGURIN Stefan í Skorini Garvaði maðurin í føroysku arbeiðararørsluni, Óli Ja- cobsen, heldur ikki, at hes- in arbeiðaradagurin rørir kenslurnar á sama hátt sum fyrr, tá hesin dagurin mangan kundi fáa fjøldina í kók, og hann viðgongur, at fyri hann hevur hesin serstaki dagurin ikki so stóran týdning. At fólk ikki leggja nakað serligt í henda dagin, sæst á hvørjum ári á Vaglinum, tá tey ikki eru mong, ið halda tað vera ómakin vert at leita sær oman í býin at lýða á røðurnar. Tó metir Óli, at tað er neyðugt hjá arbeiðarafeløg- um at gera vart við seg á onkran hátt, og hetta er eitt gott høvi. Sjálvur plagar hann at leita sær niðan á Vaglið altjóða arbeiðara- dagin. Ein av orsøkunum til hetta heldur Óli vera, at so nógv av málunum hjá fak- felagsrørsluni eru nádd, og tí halda fleiri seg einki hava at stríðast fyri. Her sipar formaðurin serliga til tey ungu, ið ikki altíð eru varug við, hvat stórt arbeiði liggur aftanfyri tað vælferð, ið tey njóta. Kampur um hvørt komma Tó er Óli Jacobsen ikki í iva um, at stríðið hjá fak- felagsrørsluni heldur fram. – Hvør dagur er ein kampur fyri at vinna fram og fyri at varðveita vunnin rættindi, sigur Óli. Hann leggur afturat, at fleiri halda, at øll úrslitini eru komin av sær sjálvum, men so er ikki. Tað er hinvegin ein kampur um hvørt komma, tí einki kemur av sær sjálvum, vísir hann á. Óli heldur lítið um tað føroyska samfelagið, sum tað sær út í dag. Hann heldur okkum vera í mark- inum til eina bananrepu- blikk. – Vit læra í skúlanum, at Føroyar eru so ómetaliga demokratiskar, men so er ikki, tí vit eru heldur á markinum til eina banan- republikk. Hetta byggir Óli á ta viðferð, fakfeløg fáa frá einum samdum løgtingi, sum ikki metir, at allir borgarar eru eins yvirfyri lógini. Óli sigur seg hava víst á, at tann føroyska demokratiska skipanin ikki riggar, sum hon skal, men eingin broyting er at hóma. Støðið er lagt Óli heldur, at 1. mai hevði verið eitt gott høvi hjá skúl- unum at varpa ljós á fak- felagsrørsluna. Hetta kann gerast við at bjóða fak- felagsfólki til skúlarnar, og tey kunnu greiða næming- unum frá teirra virksemi og týdninginum av hesum arbeiði. Hetta hevði verið frægari enn at geva øllum frí henda dagin. Sáttmálin hjá fiskimonn- unum er til 1. desember, tá fiskimannafelagið fer í samráðingar við reiðara- felagið. Flogfarið hjá Maersk vendi sunnudagin aftur til Føroyar, tí nakrir føroyskir sjómenn vóru ógvuliga illa fyri umborð LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Sunnudagin stóð alt løg- regluliðið, bjargingarliðið og sjúkrabilar tilbúnir á flogvøllinum í Vágunum. Orsøkin var, at flogskiparin hjá Maersk hevði boðað frá, at hann vendi aftur til Føroyar, tí seks sjómenn vóru vorðnir ógvuliga sjúk- ir umborð. Flogfarið hevði verið umleið ein hálvan tíma í luftini, tá flogskiparin vendi aftur, tí hann tordi ikki at halda leiðina fram til Keypmannahavnar við álvarsliga sjúkum monnum umborð. Seinni vísti tað seg at vera talan um tveir menn, sum vóru ógvuliga illa fyri vegna ovurnýtslu av rús- drekka. Støðan gjørdist tí ikki so álvarsom, sum fólk vóru bangin fyri. Báðir menninir vóru fluttir á landssjúkrahúsið. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Leygarmorgunin kom løg- reglubilurin framá ein førara, ið teir høvdu ill- gruna koyrdi við kenning. Teir elta bilin og royna at steðga honum, men førarin setir ferð á bilin og roynir at koya undan. Hetta var í Kollafirði. Førarin royndi at koyra undan løgregluni, ið fór aftaná. Ferðin kom heilt uppí 180 kilometrar um tíman millum Kollafjørð og Hósvík. Tað eydnaðist so løgregluni at steðga før- aranum, og tað vísti seg, at hann var ávirkaður av rús- drekka. Førarin kann so- statt vænta sær at missa koyrikortið. Annars hevur verið nakað av húsaófriði í Havn- ini, og tríggir mans vóru tiknir inn á støðina at sova rúsin av sær. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Løgreglan í Eysturoynni gjørdi fríggjadagin ferð- mátingar í Sundalagnum. Ferðin á hundrað bilum varð mátað, men bara ein bilførari var uppskrivaður. Hóast fongurin hjá løg- regluni var lítil, so má hetta sigast at vera góð tíðindi, at so fá trýstu ov hart á spitaran. Annars sigur løgreglan í Eysturoynni frá einum friðgarligum vikuskiftið, og tað sama er at frætta úr Klaksvík. Óli Jacobsen, fakfelagsformaður: – Hvør dagur er ein kampur Óli Jacobsen, formaður í fiskimannafelagnum, heldur ikki, at arbeiðaradagurin hevur eins stóra ávirkan á kenslurnar sum fyrr, men hann vísir tó á, at hvør dagur er ein kampur hjá fakfeløgunum Ferðmátingar í Sundalagnum Rýmdi undan løgregluni Flogfar vendi aftur við sjúkum monnum