týsdagur 1. mai 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 1. mai 2001
5
gult5 cyan5 magenta5 svart5
4
Nr. 82 - 1. mai 2001
gult4 cyan4 magenta4 svart4
Ísrael er offur fyri
arabiskum ágangi, og
tað ber ikki til at fáa
frið í lag í Miðeystri,
fyrr enn hesin ágang-
ur steðgar, sigur
Yitzhak Eldan, sum
heldur, at føroyingar
skilja væl ísraelsku
støðuna
SENDIHARRI
Eyðun Klakstein
Um vikuskiftið vitjaði ísra-
elskur sendiharri í Føroy-
um, og hann hevði sína
greiðu fatan av støðuni í
Miðeystri, har ófriðurin
hevur verið umfatandi sein-
astu nógvu mánaðirnar.
Yitzhak Eldan, sum hev-
ur verið sendiharri í Dan-
mark síðani 1999, var fyri
fyrstu ferð í Føroyum um
vikuskiftið, og hann heldur,
at føroyingar skilja væl
ísraelsku støðuna. – Føroy-
ingar hava verið sera fyri-
komandi mótvegis mær. Eg
havi kent vinarlag og opin-
leika frá føroyingum, og eg
haldi eisini, at føroyingar
skilja støðuna hjá Ísrael,
sigur Yitzhak Eldan.
– Ísrael er offur fyri arab-
iskum ágangi, og tað ber
ikki til at fáa frið í lag í
Miðeystri, fyrr enn hesin
ágangur steðgar. Álopini
móti Ísrael mugu steðga, tí
annars ber ikki til at sam-
ráðast um frið, sigur hann.
Ísraelski
sendiharrin
heldur tó, at fyri fyrstu ferð
í langa tíð er í løtuni ein
vón fyri at fáa frið í lag
aftur í Miðeystri.
Fer úr
Keypmannahavn
Yitzhak Eldan varð boðin
til Føroya av felagnum Vin-
ir Ísraels, og hann tók av
hesi innbjóðing, nú tað bara
eru tveir mánaðir til hann
fer úr Keypmannahavn og
fer í nýtt starv í Paris.
Yitzhak Eldan hevur ver-
ið útsendur av ísraelsku
stjórnini í fleiri londum,
men síðani 1999 hevur
hann verið sendiharri í
Keypmannahavn.
Síðani 1995 hevur hann
verið leiðari fyri deildini,
sum tekur sær av upplær-
ingini av sendiharrum hjá
Ísrael, og hann hevur eisini
skrivað bøkur um hetta.
Eldan var føddur í Mar-
okko í 1942, men flutti sum
13 ára gamal til Ísrael.
Hann hevur lisið søgu og
politikk, og hann hevur eis-
ini útbúgving í samskifti
við universitetið í Paris,
hagar hann í juli mánaði fer
at starvast sum sendiharri í
UNESCO og Europaráðn-
um.
Hitti løgmann
Á ferðini í Føroyum hitti
Eldan Anfinn Kallsberg,
løgmann, og hesin fundin
letur Eldan væl at.
– Vit tosaðu um, hvussu
vit kunnu økja samstarvið
millum Føroyar og Ísrael,
og eg greiddi honum eisini
frá politisku støðuni í
Ísrael.
Bjarni Djurholm var fyri
kortum í Ísrael, og Eldan
hitti
eisini
landsstýris-
mannin í vinnumálum á
ferðini í Føroyum.
Aðrir politikarar fingu
eisini høvi at hitta ísraelska
sendiharran. Borgarstjórin í
Havn, Jan Christiansen, var
ein teirra, og umboð fyri
Tvøroyri og Skopun, sum
hava vinarbýir í Ísrael, hittu
eisini Eldan.
Leygarkvøldið
helt
Yitzhak Eldan fyrilestur í
føroyska-ísraelska vinafel-
agnum um støðuna hjá Ísra-
el.
Einvegis kritikkur
Danski uttanríkisráðharrin,
Mogens Lykketoft, fanst
fyri stuttum harðliga at
Ísrael, sum hevði framt her-
naðarlig álop. Hetta dámdi
ikki Yitzhak Eldan.
– Vit tola væl at fáa krit-
ikk, men tá hesin kritikkur
er so einsíðis og órættvísur
sum hjá Lykketoft, so mugu
vit tala at, sigur Eldan. Og
tað gjørdi hann eisini í
donskum fjølmiðlum. Síð-
ani hevur danski statsmin-
istarin eisini funnist at
ísraelsmonnnum.
– Nyrup fanst at einum
ísraelskum álop, sum hevði
til endamáls at staðfesta
mótvegis arabarum, at vit
góðtaka ikki støðugu álop-
ini á Ísrael, men Nyrup
fanst bara at Ísrael. Hetta
gjørdi hann, hóast Ísrael í
heilum verður álopið, sigur
Eldan.
Yitzhak Eldan fór mána-
dagin aftur til Danmarkar
eftir nakrar dagar í Føroy-
um, og hann var væl nøgd-
ur við ferðina.
– Tit hava eitt sera vakurt
land, og fólkið er sera vin-
arligt. Hetta er ein ferð,
sum fer at verða sera minn-
ingarrík fyri meg, sigur
Eldan.
Ísraelski sendiharri vitjar í Føroyum:
– Føroyingar skilja okkara støðu
– Tað ber ikki til at fáa frið í
lag í Miðeystri, fyrr enn
ágangurin móti Ísrael
steðgar, sigur ísraelski sendi-
harrin, Yitzhak Eldan, sum
vitjaði í Føroyum um
vikuskiftið.
Mynd: Jan Müller
Aftur í ár verður Leikudag-
ur '98 tann 3. mai. Innsaml-
ing verður bæði í Syðuroy
og í Havn. Fyrireikarin Elin
Mouritsen
sjónleikari,
takkar øllum, sum seinastu
árini gjørdu leikudagin so
væleydnaðan. Hon vónar,
at fólk taka líka væl undir
við Leikudegið '98 í ár. All-
ar leikur eru kærkomnar,tó
helst ikki vápn. Leikurnar
verða lætnar børnum úti í
heimi. Í fjør fingu børn í
Rumenia gleði av leikun-
um.
Innsamling verður frá kl.
13-18 tann 3. mai á hesum
støðum:
Í Hvalba – hjá Jeannine
Mine
Í Havn – Uttanfyri Ide-
møblar á Hálsi, har ein
bingja stendur til endamál-
ið.
Leikudagur ' 98