týsdagur 1. mai 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 1. mai 2001
7
gult7 cyan7 magenta7 svart7
6
Nr. 82 - 1. mai 2001
gult6 cyan6 magenta6 svart6
Tummas Hanus
Dam, nýggi bretski
konsulin í Føroyum
viðgongur, at hann
bleiv ikki sørt forelsk-
aður í Bretlandi, tá
hann fyri skjótt 30 ár-
um síðani gekk á
skúla har. –Eg fekk
alt fyri eitt tokka til
hetta landið og fólkið.
Mær dámar væl
bretska mentalitetin
og mentanina og ikki
minst mátan bretar
arbeiða uppá.
KONSLASKIFTI
Jan Müller
Tummas Hanus Dam er
fegin um at hava fingið litið
upp í hendi álitisstarvið
sum bretskur konsul í Før-
oyum. Hann sær tað sum
sína uppgávu at røkja
bretsk áhugamál í Føroy-
um. Sum so er tað bert eitt
framhald av sínum dagliga
arbeiði í dag, har hansara
fyritøka DAMFAR umboð-
ar nógvar bretskar fram-
leiðarar av eitt nú góðgæti.
-Konslastarvið
røkkur
sjálvandi nógv longur enn
tað eg arbeiði við í dag. Tað
snýr seg um at arbeiða fyri
allar fyritøkur í Bretlandi,
sum hava áhuga í at etabl-
era seg í Føroyum ella fáa
eitt samstarv við føroyskar
fyritøkur og marknaðin her.
Tí skal eg eisini hjálpa før-
oyskum fyritøkum við tí.
Hóast hetta verður ein
stór avbjóðing og ábyrgd,
so sær Tummas Hanus Dam
fram til arbeiði sum bretsk-
ur konsul. Tað er so heldur
ikki uttan orsøk, tí hann
hevur havt rættiliga nógv
við Bretland og bretar at
gera nú í meira enn 30 ár.
Hann fór longu til Bret-
lands í 1971 og var har í
tvey ár. Har gekk hann á
bankaskeiði og lærdi seg
enska málið.
Tummas Hanus Dam
viðgongur, at hann bleiv
ikki sørt forelskaður í Bret-
landi. –Eg fekk alt fyri eitt
tokka til hetta landið og
fólkið. Mær dámar væl
bretska mentalitetin og
mentanina og ikki minst
mátan bretar arbeiða uppá.
Tí bleiv hetta eisini uppaft-
ur meira spennandi, tá eg
fór at samvinna við bretsk-
ar fyritøkur í 89 í sambandi
við
góðgætisfyritøkuna
Damfar. Tað var ein stór
frøði at koma at arbeiða
saman
við
bretskum
fyritøkum. So hetta sum nú
hendir er eitt slag av fram-
haldi av tí.
Tummas Hanus vísir ann-
ars aftur, at konslaheitið er
ein tøkk fyri gott útint
handilsarbeiði fyri Bret-
land. Tummas Hanus hevur
annars ítróttarhandlar í
Havn og á Glyvrum. Í Havn
byrjaði hann í 1977 og lat
so upp enn ein ítróttarhand-
il í Eysturoynni fyri fýra
árum síðani. Tummas Han-
us heldur tað vera eina
góða harmoni í at selja
góðgæti og so at hava ein
ítróttarhandil.
Næsti grannin
Hóast vit hava havt nógva
samvinnu við Norðurlond
og serstakliga Danmark, so
heldur
Tummas
Hanus
Dam, at tað er náttúrligt, at
vit menna samstarvið við
Bretland, sum jú er okkara
næsti granni. Hann ivast
ikki í, at hetta samsarvið
kundi verið nógv størri.
Fyri at økja um samstarv-
ið við Bretland so metir
nýggi bretski konsulin, at
tað er náttúrligt og rætt, at
fleiri føroyingar útbúgva
seg í Bretlandi, á tann hátt
knýtir tú eisini týðandi vin-
arbond. –Eg haldi, at hetta
við at kunna útbúgva seg í
einum øðrum landi er besti
mátin at knýta sambond
millum tvey lond. Tí vóni
eg eisini, at føroyingar fara
at taka lut í skeiðvirksemi í
oljuvinnuni í Bretlandi.
Málið í oljuvinnuni er
enskt, og eg haldi, at okkara
ungdómur má til at duga at
tosa flótandi enskt og ikki
sum okkara aldursbólkur
bara at kunna“halta” okk-
um ígjøgnum bretska mál-
ið.
Tummas Hanus Dam sær
stórar møguleikar fyri tætt-
ari samvinnu millum lond-
ini ikki minst nú ein olju-
vinna er við at taka seg upp
á Atlantsmótinum. Hann
sær eisini fyri sær, at fiski-
vinnusamstarvið og sam-
handilin á tí økinum menn-
ist.
Tummas Hanus Dam, bretskur konsul saman við bretska sendiharranum í Danmark, Philip Astley.
Mynd Jan Müller
Dámar væl Bretland og bretar
KONSLASKIFTI
Jan Müller
Fríggjadagin var lítil sam-
koma á Hotel Føroyum í
sambandi við, at Tummas
Hanus Dam er útnevndur
til bretskan konsul í Før-
oyum. Í hesum sambandi
vitjaði bretski sendiharrin
í Danmark, Philip Astley í
Føroyum saman við kon-
uni. Á samkomuni nýtti
bretski sendiharrin høvi til
at takka fráfarna konsulin-
um, Johan Mortensen fyri
væl útint starv. Hann helt
fyri, at Johan Mortensen
hevði røkt hetta álitis-
starvið bæði væl og virðil-
iga, men nú hann meira
ella minni burturav vildi
halga seg komandi olju-
vinnuna, sampakkaði tað
ikki so væl at halda á fram
við
konslastarvinum.
Hann metti konslaembæt-
ið hava verið í góðum og
tryggum hondum, meðan
Johan Mortensen hevði
umsitið tað og metti eis-
ini, at samvinnan millum
Føroyar og Bretland er
nógv ment.
Men maður kemur í
mans stað. Um sama
mundið
ynskti
hann
nýggja
konsulinum
Tummas Hanus Dam til-
lukku við álitisstarvinum
og vónaði, at hann fór at
trívast í tí og at tað góða
samstarvið, sum Johan
Mortensen hevði borgað
fyri millum føroyingar og
bretar kundi halda fram
við einum nýggjum kons-
uli.
Á samkomu í Havn takkaði
bretski sendiharrin fráfarna
bretska konsulinum, Johan
Mortensen fyri tíðina hann
hevur røkta konslastarvið.
Her er Johan Mortensen
saman við undanfarna
bretska sendiharranum
Andrew Bache í Danmark.
Mynd Jens K. Vang
Takkaði Johan Mortensen
fyri væl útint arbeiði
KONSLASKIFTI
Jan Müller
Undir samkomuni á Hotel
Føroyum
legði
bretski
sendiharrin stóran dent á
hetta at fáa føroyingar til
Bretlands at útbúgva seg.
Hann heitti inniliga á før-
oyskar fyritøkur um at vera
við til at stuðla føroyskum
lesandi at fara til Bretlands
at útbúgva seg víðari. Í
hesum sambandi nevndi
hann, at bretskir myndug-
leikar so eisini vilja geva
sítt íkast . Hann metir, at
hetta við at føroyingar út-
búgva seg í Bretlandi kann
vera við til at byggja brýr
millum londini bæði.
Tað er eitt ár síðani, at
Philip Astley var í Føroyum
fyri fyrstu ferð. Tá legði
hann stóran dent á at fáa
føroyskar myndugleikar at
geva bretskum oljufyritøk-
um, sum vilja vera við í
oljuleitingini, gætur. Og
boðskapur hansara hesa-
ferð er eisini tann sami: at
bretskar og føroyskar fyri-
tøkur finna saman og fara
at samstarva, nú oljuvinnan
bankar á dyrnar. Hann
leggur stóran dent, at tað
ikki bara er frá bretsku
stjórnini í London, at áhugi
er fyri Føroyum. Eisini lok-
al øki sum Caithnes og Ab-
erdeen sýna Føroyum stóra
áhuga og eru vitjanir frá
hesum økjum í hesum døg-
um eitt gott dømi um júst
tað.
-Tað er eingin ivi um, at
við komandi oljuvinnuni og
vónandi við stórum olju-
fundum so fer samstarvið
millum londini at vaksa. Vit
liggja jú sera tætt upp at
hvørjum øðrum og olju-
leiðirnar liggja eisini mið-
skeiðis millum londini.
Hetta síggi eg sum eina
stóra avbjóðing fyri bæði
okkum og tykkum.
Undir sendiharravitjanini nýtti sendiharrafrúan høvi til at fara ríðitúr við Berghestum. Farið
var heilt suður undir Kamb. Her er hon saman við Leif Berg eftir tann fimm tíma langa
ríðitúrin.
Mynd Jan Müller
Vil hava føroyingar at útbúgva seg í Bretlandi
Skulu vit hava ein
sjálvberandi búskap
innan 2015, mugu
rakstrarútreiðslur
landskassans als ikki
økjast. Skulu vit náa
málinum innan 30 ár,
kunnu árligu út-
reiðslurnar økjast 1
prosent. Sjálvstýris-
ætlanin hongur tí ikki
saman, sigur búskap-
arfrøðingur og vísir á,
at útreiðslurnar hetta
samgonguskeiðið eru
øktar 5 prosent árliga
SJÁLVSSTÝRIS-
SAMTYKTIN
John Johannessen
Fyri tíggju døgum síðani
samtykti løgtingið uppskot-
ið til samtyktar um sjálv-
stýri Føroya fólks.
Hetta uppskot er ein
koyriætlan uppá 11 ár fram
móti føroyskum fullveldi.
Men sambært Kára Peter-
sen, búskaparfrøðingi og
fyrrverandi fíggjarstjóra í
Tinganesi, er hetta ein
koyriætlan, sum heilt ein-
falt ikki hongur saman. Or-
søkin er, at samstundis sum
landsstýrið sigur hetta vera
eina ætlan fram móti einum
sjálvstøðugum búskapi og
politiskum fullveldi, hækka
útreiðslurnar hjá landskass-
anum meira enn gott er.
Kári Petersen hevur sett
upp eina framrokning av
avleiðingunum av sjálv-
stýrissamtyktini.
Tola ikki útreiðslur
Útrokningarnar hjá Kára
Petersen vísa, at um lands-
stýrið skal kunna náa sínum
máli, um at gera føroyska
búskapin óheftan av ríkis-
veitingini umleið ár 2012
til 2015, skulu rakstrarút-
reiðslurnar hjá landskass-
anum als ikki vaksa kom-
andi 15 árini.
Verður ætlanin longd, so
vit ikki skulu hava ein
sjálvberandi búskap fyrr
enn um 25 til 30 ár, kunnu
vit kortini ikki hava nakran
serligan vøkstur í rakstrar-
útreiðslunum hjá lands-
kassanum. Í útrokningum
sínum metir Kári Petersen,
at rakstrarútreiðslurnar ikki
mugu hækka meira enn 1
prosent árliga.
Samstundis vísir búskap-
arfrøðingurin á, at sitandi
landsstýri hevur økt út-
reiðslur landskassans við
góðum 5 prosentum árliga
seinastu trý árini. Og held-
ur hann, at landsstýrið har-
við hevur gjørt føroyska
búskapin enn meira heftan
av ríkisveitingini, enn hann
var frammanundan.
Kári Petersen sigur, at
um roknað verður við sann-
royndarligum fyritreytum,
er avleiðingin av at avtaka
heildarveitingina eftir 12 til
15 árum, at hallið hjá
landskassanum eftir fáum
árum kemur upp á 500 til
600 milliardir krónur.
Í
útrokningum
sínur
roknar Kári Petersen við
einum árligum búskapar-
vøkstri á 2 prosent, tá in-
flatiónin er frároknað. Út-
reiðsluvøksturin
hevur
hann sett til 2 prosent um
árið.
Lønarvøkstur
og eldrabylgja
Búskaparfrøðingurin held-
ur lítlar møguleikar vera
fyri at halda útrteiðslu-
vøksturinum undir 2 pros-
ent um árið. Hann vísir á, at
av
samlaðu
rakstrarút-
reiðslunum hjá landskass-
anum uppá 2.750 milliónir,
hava 705 milliónir beinleið-
is við talið á pensjónistum
at gera. Og samstundis vísir
hann á, at talið av pensjón-
istum helst fer at hækka við
umleið 2 prosentum árliga í
sambandi við sonevndu
eldrabylgjuna í Vesturheim-
inum.
Ein annar stórur partur av
rakstrarútreiðslunum eru
lønarútreiðslur. Kári Peters-
en vísir á, at í dag fara
1.450 milliónir til lønarút-
reiðslur. Og roknast má við
einum ávísum reallønar-
vøkstri uppá minst 1 til 1,5
prosent, heldur hann.
– Hetta merkir, at rakstr-
arútreiðslurnar
av
sær
sjálvum fara at hækka við
hálvumøðrum prosenti árl-
iga. Samanumtikið verður
tað tí eitt tógvi stríð at
halda
útreiðsluvøksturin
nógv undir 2 prosent, ger
Kári Petersen greitt.
Ongar útrokningar
Kári Petersen vísir á, at
vanligt er, at øll lógarupp-
skot, sum verða løgd fyri
tingið, hava í endanum eina
frágreiðing, sum greiðir
frá, hvørjar fíggjarligar av-
leiðingar standast av upp-
skotinum.
Men ongar slíkar útrokn-
ingar fylgja við uppskotin-
um til samtyktar um sjálv-
stýri Føroya fólks, hóast tað
millum annað snýr seg um
at lækka stuðulsveitingarn-
ar úr Danmark við 1.200 til
1.300 milliónum krónum.
– Sitandi landsstýri, sum
áður hevur gjørt kunningar-
herferðir um fullveldisætl-
anina, hevur higartil ikki
viljað, dugað ella torað at
gjørt eina útrokning av,
hvørjar fylgjur nýggja full-
veldisætlanin fer at fáa, og
leggja ætlanina fyri Føroya
fólk. Tí havi eg gjørt mær
tann ómak at gera slíka út-
rokning, sigur Kári Peters-
en, búskaparfrøðingur.
Búskaparfrøðingur um sjálvstýrissamtykt:
Útgjaring forðar fullveldinum
Sjálvstýrisætlanin, sum løg-
tingið samtykti 20 apríl,
hongur ikki saman búskap-
arliga. Verður hon framd í
verki, kunnu vit roknað við
einum hallið í landskassan-
um á 500 til 600 milliónir,
spáar Kári Petersen, búskap-
arfrøðingur