Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 215 - 6. november 2007 fótbóltur Bogi Eliasen, cand.scient.pol Í hugmynd okkara er Brasil fótbóltssvakasta landið í heiminum. FIFA avgerðin um at heimsmeistarakapp­ ingin í fótbólti í 2014 skal tillutast Brasil, fær ikki mangan at undra seg. Ítróttarkappingar eru ikki bert um ítrótt, tær eru eisini Big Business. Tí eigur fyrsti spurningurin aftaná eina avgerð viðvíkjandi eini størri ítróttarkapping at vera, hvat kunnu vit bjóða? Pengamaskinur Peningurin í ítrótti gerst størri og størri og nógvar av ítróttarkappingum eru stórar fíggjarligar hending­ ar. Serliga tá talan er um HM í fótbólti og um Olymp­ isku Leikirnar er umsetning­ urin stórur. Allur bygnaðurin til kappingar skal leggjast til rættis og byggjast upp og tað hevur við sær leikvallir, gistingarmøguleikar, betran av infrakervi, trygd o.s.fr.. Síðan er talan um at finna almennar stuðlar. Nógv sambond eru at vinna í sjálvum kappingunum og so tí virksemi, sum fer fram í hesum kappingum. FIFA menningar­ politikkur Altjóða fótbóltssamgongan FIFA hevur seinnu árini eisini víst seg at vilja menna menningarlond, við at geva teimum kappingar. Kom­ andi HM endaspælið í Suð­ urafrika er dømi um hetta. Henda kapping er latin Suðurafrika, men við treyt­ um um hvørji viðurskifti skulu verða í lagi. Sama er í Brasil. Her var tó eingin ivi um, at Brasil skuldi fáa vert­ skapin, tí kappingin skuldi haldast í Suðurameriku og bert Brasil metti seg hava førleikarnar, tað síðan 2003 verið greitt. Hóast hetta eru fyrireikingarnar ikki veru­ liga komnar í gongd enn, og tí er nógv arbeiði sum skal gerast og nógv arbeiði sum bjóðast kann uppá. Menningarland í framgongd Brasil er enn eitt menningar­ land, men eitt land sum vil framgongd. Trupulleikarnir eru enn stórir, men eingin ivi er um, landið fer at taka seg nógv fram komandi árini. Landaøkið Brasil verður av flestu mett sum einasta øki í heiminum, ið rúmar nógv størri fram­ leiðslu av mati, bæði kjøti og landbúnaði. Tí verður í dag longu sagt, at Brasil verður heimsins matkovi. Brasil er tilafturskomið á nógvum økjum og ein alt ov stórur partur av fólkinum livir í fátækradømi. Har er eisini ein rímiliga stórur partur av fólki, sum hevur keypiorku. Brasil verður vanliga sett at verða 10. størsti búskapur í heiminum og gongur undir heitinum sum BRIK land (Brasil, Rusland, India, Kina), sum í framtíðini verða mett at fáa stóran týdning. At hugsa um Brasilska marknaðin er heldur ein spurningur um fokus, enn um hvat, tí møguleikar eru fyri stórt sæð øllum Møguleikar Møguleikarnir hjá Føroyum og føroyskum fyritøkum eru stórir. Brasil hevur eina langa strandalinju og eina fiskivinnu, sum verður ment men enn ikki er komin langt á leið. Nógv bygging skal gerast, vegir skulu betrast, og ikki minst so hevur ein stórur partur av íbúgvunum keypiorku. Marknaðurin fyri føroysk­ um fiski er ovurhonds stór­ ur. Brasil var eitt av okkara heilt stóru klippfiskamark­ naðunum, men potentielli fiskamarknaðurin er stórur. Serliga í býunum, má met­ ast, at døgurðaklárur sunnur matur kann gerast eftir­ spurdur. Í stórbýum, sum São Paolo hava partar av býnum lønarlag sum vestur­ evropa og hægri. Sunnur matur Sunnur matur verður meira eftirspurdir komandi árini, og verður Brasil, sum sagt, ein sera áhugaverdar markn­ aður, ið helst verður heim­ sins matdepil. Tað er tí bein­ anveging áhugavert at hugs­ að um, hvat Føroyar hava at Brasil 2014 Bogi Eliasen Arbeiður sum virkisráðgevi. Hevur búð tvey ár í Brasil og var m.a í 1995 knýttur at verkætlan at fáa føroyskan klippfisk aftur á brasilska marknaðin. Forsetin Lula við HM steypinum Landsliðvenjarin Dunga og fyrrverandi heimstjørnan Romario saman við brasilska forsetanum Lula Størri virksemi í Billund Virksemið á Billund­flogvøllinum veksur støðugt, og nú hevur týska flogfelagið Lufthansa boðað frá, at tað fer at taka Billund upp í sína ferðaætlan næsta ár. Higartil hevur týska felagið Cirrus Airbus havt rutu millum Billund og Frankfurt í samstarvi við Lufthansa, men nú hevur tað stóra felagið gjørt av at fara undir egna flúgving upp á tann miðjútska flogvøllin, skrivar Børsen. Sambært blaðnum byrjar flúgvingin hjá Lufthansa í mars. Nógv sms­boð Í Bretlandi hevur fjarskiftiseftirlitið roknað seg fram til, at í dag senda bretar líka nógv sms­boð um vikuna, sum teir sendu alt árið 1999. Tølini vísa, at nú senda fólk í Bretlandi meiri enn eina mia sms­boð um vikuna ella umleið 4.000 hvørt einasta sekund alt samdøgrið. Bretska fjarskiftiseftirlitið hevði væntað, at bretar fóru at senda í mesta lagi 48 mia sms­boð um vikuna í ár, men talið togar nú í 52 mia. ella eina mia. um vikuna.