Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnan Nr. 215 - 6. november 2007 Gamalt var ikki at fara í læru, tá ein er komin væl upp í tey 40. Hermann Fuglø í Norðdepli er tó eitt undantak. – Eg havi altíð ynskt at verða timburmaður, sigur hann LærLingur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fossánes: Ein skal bara ganga eftir ljóðinum, fyri at koma fram til staðið har handverkararnir eru. Hamarsløgini gella í bygninginum, sum teir hjá Kristiani Jacobsen eru í ferð við at gera sunnanfyri skúlan á Fossánesi. Millum teirra er 47 ára gamli Hermann, sum hevur smíðað fleiri hús framman­ undan. Hann hevur longu lært í eitt ár í fyritøkuni. ­ Tað tekur fýra ár at læra til timburmann. Kanska eg fái eftirgivið nakað av tíð­ ini, sigur hann við Sosialin. Á sjógvi og landi At arbeiða sum timburmaður hevur higartil ikki verið lívsstarvið hjá Hermanni. Hann hevur fyri tað mesta verið til skips, men fleiri ar­ beiðsskaðar umborð, og lítil hjálp til at koma fyri seg aftur, hava gjørt sítt til at hann nú fór í læru. Hann hevur millum annað siglt við ísfiska­ og saltfiska­ skipum, trolarum undir Før­ oyum, Íslandi og Eystur­ grønlandi, og var eisini onkran túrin í Loynikróki­ num. Heilt frá barnaárum hevði Hermann hug at arbeiða sum timburmaður, og hann hevur longu smíðað fleiri hús, men er nú altso í læru sum slíkur. Ætlan hansara er í fyrsta umfari at fáa sær tey neyð­ ugu pappírini sum timbur­ maður. Neyvan átti at staðið á at fáa arbeiði sum slíkur, soleiðis sum búskaparliga gongdina er í samfelagnum í løtuni. Hvat fer at henda, tá hann stendur við lærubrævinum í hondini, tað vil tíðin vísa: ­ Sjólívið, tað kann man so altíð fara aftur til, um ein følir seg nøkulunda, sigur hann. okkara Umborð við bori í hond Forðingar í arbeiðinum Tá eitt størri byggiarbeiði skal gerast, verður altíð mett um kostnaðin av tí. Soleiðis varð eisini gjørt við útbyggingini av skúlanum her á Fossá­ nesi. Men aftrat hesum má ein írokna ein hægri prís, orsakað av sam­ ferðslumøguleikunum ella ­forðingunum, um ein heldur vil. ­ Tað er ilt at siga í krónum og oyrum, hvussu nógv hetta eyka­ stríðið dýrkar eitt arbeiði. Men tað er ein ávísur munur, slær hann fast. Ein fyritøka í Klaksvík hevur kortini ein slíkan serbygdan stoypibil, sum sleppur gjøgnum tunlar­ nar. Kristian og hansara menn hava givið eitt fast tilboð uppá útbyggingina, og hann heldur ikki at hetta arbeiðið er so kostn­ aðarmikið. ­ Men ein verður alla­ tíðina forðaður í arbeið­ inum, tí tú ikki fært alt flutt á staðið á henda hátt, staðfestir hann. Hermann Fuglø hevur longu smíðað fleiri hús, men er nú í læru sum timburmaður Mynd: Høgni Thomsen longri tíð enn annars neyð­ ugt, og av hesi orsøk verða arbeiðini eisini dýrari, stað­ festir Kristian. Var talan hinvegin um eina størri høll, hevði tað verið nærum ógjørligt at flutt tey stóru elementini norður gjøgnum tunlarnar. Tá hevði verið neyðugt at flutt tilfarið við farmaskip. Eykastríð Arbeiðið uppá skúlan á Fossánesi byrjaði herfyri og hevur gingið eftir ætlan. Mett verður at tað kostar einar 7 mió krónur. Talan er um ein nýbygning sunnanfyri verandi skúla, har ein skal útvega sær fleiri skúlastovur. Ein partur av hesum arbeiðinum er at leggja dekk­elementini í. Eisini í hesum arbeiðinum møta teir avmarkingum og forðingum: Hesi stóru ele­ mentini eru ikki nakað, sum ein bara fær soleiðis uttan víðari norður á Fossánes. ­ Hesi skulu førast gjøg­ num tunlarnar við stórum bilum. Hóast tað altso ber til, er talan um eitt eykastríð hjá okkum. ­ Alt, sum vit skulu brúka og sum krevur serligan flutning, ­ tja, tað er bara ikki sum at siga tað, við­ gongur Kristian. Teir eru fleiri til arbeiðis hjá Kristiani Mynd: Høgni Thomsen ” Kanska eg fái eftirgivið nakað av tíðini (Hermann Fuglø, lærlingur) Næmingarnir í skúlanum síggja fram til dagin, tá útbyggingin er liðug Mynd: Høgni Thomsen Tiknir fyri barnaporno Løgreglan í Íslandi hevur tikið tveir menn, sum eru settir í samband við tað stóra málið um barnaporno, sum Europol hevur avdúkað. Sambært íslendskum fjølmiðlum hevði annar maðurin 24.000 myndir og 800 kykmyndir við barnapornografiskum tilfari í teldu síni. Í telduni hjá hinum manninum fann løgreglan umleið 1.000 barnapornografiskar myndir. Sum skilst hava teir báðir íslendingarnir ikki keypt barnapornografiskt tilfar frá tí avdúkaða kervinum. Shakespeare í Grønlandi Um vikuskiftið hevði Silamiat­leikhúsið í Nuuk frumframførslu av tí kenda Shakespeare­sjónleikinum ”Macbeth”. Makka Kleist er einasti leikari á pallinum, tí hon leggur kropp og rødd til allar leiklutirnar í leikinum. Framførslan er á grønlendskum máli, og hetta er fyrstu ferð, at Shakespeare hevur ljóðað á grønlendskum á palli. ”Macbeth” varð týddur til grønlendskt í 2002, og sambært KNR riggar Shakespeare væl á grønlendskum.