Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnan Nr. 215 - 6. november 2007 - Tunlarnir á Borð- oynni skapa avmark- ingar í byggivinnuni norðanfyri, sigur byggimeistarin, Kristian Jacobsen í Hvannasundi Byggivinna Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fossánes: Ein av teimum, sum merkir til avleiðingarnar av smølu tunlunum á Borðoynni, er fyritøkan hjá Kristiani. Teir eru í løtuni í ferð við eitt størri arbeiði við skúlan á Fossánesi, norðarlaga í Norðdepli. Arbeiðið gongur væl og tíðarætlanin heldur, men hvønn einasta dag eru teir vitni til tær truplu umstøð­ urnar sum tunlarnir skapar. ­ Jú, tunlarnir avmarka arbeiðið okkara, tá vit skulu hava stórar lutir fluttar norður. Ein tunnil er jú bert eitt hol, og har slepst ikki meiri ígjøgnum enn tað, sigur Kristian. Tá arbeiðið við skúlan er liðugt, fara teir undir eini onnur sethús. Og kanska eini onnur einaferð seinni. Lættir um Arbeiða kring alt landið, men serligar umstøður gera seg galdandi, tá arbeiðir skulu gerast í Norðoyggjum – ella rættari: Norðanfyri teir 40 ára gomlu Borðoyar­ tunlarnar. Kristian og hansara menn eru í hesum døgum í ferð við at útbyggja og lutvíst umbyggja barnaskúlan á Fossánesi. Til eitt slíkt stórarbeiði krevst sjálvandi betong. Og tað er júst í hesum, at ein fyritøka sum hansara møtir teimum avmarkingum og beinleiðis forðingum, orsak­ að av vánaliga tunnilssam­ bandinum til meginøkið. Skal ein gera eitt stoypi­ arbeiði í Havn ella í Klaks­ vík verða boð send eftir ein­ um stoypibili við pumpu. Eftir lítlari løtu fær hann fylt sementið í, og so er tað arbeiðið úr hondum greitt. Men her á Fossánesi og í grannabygdunum er hetta ikki so einfalt, tí teir stóru stoypibilarnir sleppa snøgt sagt ikki norður um hesar tunlarnar. Dýrt kubikk Skal eitt slíkt arbeiði tí ger­ ast norðanfyri, er tað ein avgerandi treyt, at ein stórur kranabilur eisini kann fáast til vega samstundis. Tað er tí púra klárt, at eitt kubikk av sementi sum verður “flutt” á henda hátt, má kosta heldur meiri enn annars. ­ Kranabilurin má har­ aftrat standa her í munandi Tunlarnir forða arbeiði - Eykastríðið kostar okkum dýrt, sigur Kristian Jacobsen, timburmaður Mynd: Høgni Thomsen ” Tunlarnir avmarka arbeiði okkara, tá vit skulu hava stórar lutir fluttar norður. Ein tunnil er jú bert eitt hol, og har slepst ikki meiri ígjøgnum enn tað (Kristian Jacobsen, timburmaður) Semja um makrelfiskiskapin í 2008 Samráðingarnar í Oslo 29. og 30. oktober millum strandalondini ES, Føroyar og Noreg endaðu við semju um, at mest loyvda veiðan av makreli í 2008 ikki skal fara upp um 456.000 tons. Hetta eru góð nýggju prosent minni enn kvotan í ár. Føroyar hava 4,63% av heildarkvotuni, sum eru 21.098 tons. Á fundinum í Oslo samdust ES, Føroyar og Noreg eisini um, at halda fram við samstarvinum um eftirlit við makrelfiskiskapinum. Í 2001 varð settur ein arbeiðsbólkur við eftirlitsfólkum úr øllum trimum londunum at arbeiða við, hvussu eftirlitið kann gerast betri. Arbeiðið hjá hesum bólki hevur givið góð úrslit, og eftirlitið í sambandi við fiskiskapin eftir makreli er samskipað og fer í stóran mun fram eftir sama leisti í øllum londunum. Londini eru eisini samd um at menna samstarvið um vísindaligar kanningar av makrelstovninum.