Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 vinnan Nr. 215 - 6. november 2007 Faroe Petroleum funnið gass Føroyska oljufelagið, Faroe Petroleum, hevur funnið gass í Breagh- brunninum í syðra parti av Norðsjónum. Økið er tætt við onnur gassøki, har Faroe Petroleum framleiðir gass frammanundan, sigur útvarpið hjá Kringvarpinum. Nú verður ein sokallað ”flow test” fyrireikað, sum skal geva týðandi upplýsingar um økið. Niels Sørensen, stjóri, sigur, at hesar royndirnar fara vónandi at geva svar miðjan november mánað, og eru tær upplýsingarnar góðar, verður farið undir at bora næsta ár. Tað sást aftur á partabrævavirðinum í Faroe Petroleum í dag, at felagið hevur funnið gass. Kursurin hækkaði meiri enn átta prosent. ngdina hjá Smyril Line Seyðisfjørðin og seinni eisini til Scrabster. Í 1980 samdist politiski myndug- leikin um at keypa Teistan, sum kom til landið um summarið. Hetta árið fóru vit eisini at sigla upp á Hanstholm. Teistin fór nú at sigla í innanlandssigling burtur av og Smyril í uttan- landssigling. Hann sigur, at fyrsta royndin at sigla millum lond um veturin 1980/1981 gav so stórt hall, at rutan varð steðgað. – Løgtingsval hevur ver- ið, og nú er nýtt landsstýri komið til. Allir smyrla- menninir við Atla P. Dam og Finnboga Ísaksyni á odda, vóru nú burtur. Hann sigur, at ein annar stuðul, sum eigur at verða nevndur, er Jógvan Sund- stein. – Eg vil siga, at tað ser- liga vóru hesir tríggir, sum politiskt royndu at slóða fyri føroyskari millumlanda- sigling við Thomasi Arabo, táverandi stjóra á Strand- faraskipum Landsins. Stovnaðu felagið Óli Hammer sigur, at fíggjarliga rásarúmið hjá teimum at reisa felagið á føtur var veikt, og tí var hetta eitt tak, sum fleiri máttu taka í felag, bæði Før- oya fólk, almennu Føroyar og stovnar. – Vit fóru nú at arbeiða við at stovna eitt nýtt felag og leita eftir skipi til hesa sigling. Undirtøkan millum føroyingar var sera stór. Sum eg nevndi, lógu íslend- ingar eisini fram við, og her ráddi um at vera fyrstir á “bananum”. Óli sigur, at tað eydnaðist felagnum at keypa gomlu Norrønu, sum var svenska ferjan Gustav Wasa. Hetta var í februar 1983. – Vit keyptu skipið fyri umleið 100 miljónir krónur og umbygdu tað fyri einar 40 miljónir krónur. Soleiðis stóð gamla Norrøna í umleið 140 miljónum krón- um, tá skipið fór í sigling. Hann heldur, at hetta var eitt rímiligt keyp, tí skipið var bert 10 ára gamalt, var væl røkt og var í góðum standi. – Hetta var ein landsupp- gáva, og hóast undirtøkan var stór – ikki minst millum føroyingar, gjørdist fíggjar- liga orkan ikki stór. Lands- kassin teknaði seg fyri 20% av partapeninginum og veitti veð fyri 20% av lán- tøkuni. Óli sigur, at gamla Norrøna byrjaði at sigla gomlu rutuna hjá Smyrli, nevniliga Tórshavn, Bergen, Hanstholm, Bergen, Tórs- havn, Scrabster, Tórshavn, Seyðisfjørður, Tórshavn. – Í 1984 broyta vit rutuna, og seta skipið í beinleiðis kapping við Winston Chur- chill hjá DFDS, sum tá hevði siglt upp á Føroyar í eini 100 ár. Tá fara vit at sigla beinleiðis upp á Hanst- holm, meðan teir sigla upp á Esbjerg. Vit niðurløgdu eisini Scrabster-rutuna, men fyri at varðveita sam- bandið við Bretland, tóku vit Lerwick við. Óli sigur, at seinasti túr- urin hjá Winston Churchill til Føroya var í 1991. DFDS gavst – Sum tíðin leið, fingu vit samstarv við DFDS á chart- erøkinum, og at enda spurdu vit teir, hvørjar teirra treytir vóru fyri at gevast við Føroya-sigling- ini. Nú vóru vit komin inn í byrjanina av nítiárunum, sum var ein ring tíð í Føroy- um. Hann vísir á, at DFDS vóru sinnaðir at viðgera spurningin um at gevast við Føroya-siglingini. – Jú, teir søgdu seg vilja gevast treytað av, at vit vildu sigla upp á Esbjerg í staðin fyri Hanstholm. Ein onnur treyt var, at DFDS gjørdist okkara umboð í Danmark, samstundis sum teir vildu niðurleggja sítt umboð í Føroyum. Óli sigur, at Norrøna nú sigldi upp á Esbjerg í fimm ár og vendi síðan aftur til Hanstholm. – Tá vit fóru at sigla til Esbjerg, noyddust vit at nið- urleggja Hetlands-sigling- ina, tí siglingin tók longri tíð. Hann sigur, at tað vóru fleiri orsøkir til, at felagið aftur vildi sleppa at sigla upp á Hanstholm, og sum tíðin leið, vildi DFDS eisini sleppa kravinum um Esbjerg. – Tá vit byrjaðu aftur at sigla upp á Hanstholm, fingu vit eisini okkara egna umboð har, sigur Óli Hamm- er. Hann heldur, at saman um tikið vóru teir hjá DFDS góðir at tosa við, og hann ásannar, at felagið gavst at sigla upp á Føroyar í tøkum tíma. – Eins og vit, dugdu teir at síggja, at grundarlag ikki var fyri tveimum skipum á farleiðini millum Føroyar og Danmark, sigur Óli Hammer. Ein long søga Í kamaranum hjá Óla Hammer hendan dagin ávegis til Danmarkar, fingu vit ein stóran part av søguni aftan fyri føroyska uttan- landssigling og Smyril Line, men tað verður ov drúgt í hesum umfari at taka alt við. Vit ætla tí at venda aftur til felagið, sum nú er farið um tey tjúgufimm árini, í eini aðrari grein. Sáttmálin um at smíða eina nýggja Norrønu varð undirskrivaður í 1999, og í 2003 byrjaði nýggja skipið at sigla fyri Smyril Line. Sáttmálin um nýggju Norrönu varð undirskrivaður í 1999, og skipið kom í 2003