týsdagur 6. november 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
vinnan
Nr. 215 - 6. november 2007
Tey, sum halda, at Óli
Hammer í dag er ein
bittur maður, taka
púrasta feil. Tað er
hann ikki, og eingin
er fegnari enn hann
um, at stóra hallið
hjá Smyril Line tey
fyrstu árini við nýggja
skipinum nú er vent
til avlop. Síðan hann
fór úr starvinum
sum stjóri eftir 22
ár í hesum starvi,
hevur hann verið
nevndarformaður í
Smyril Blue Water, og
tað er hann framvegis
25 ár
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Vit sessast inni í kamaran
um hjá Óla Hammer og kon
uni Marthu ein av túrunum
til Danmarkar við Norrønu.
Kamarið er rúmsátt, og har
er meira enn sengur og lítið
borð. Softa og góðir stólar
eru eisini at sita í. Hetta er
eitt av teimum góðu kømru
num umborð. Óli, sum í
dag er 63 ára gamalur, sig
ur, at við í ferðalagnum eru
hann, konan og verdóttir
við tveimum smágentum.
Tíðin til prát í hesum
umfari er ikki óendaliga
long, tí um ein ella tveir tím
ar eru vit í Hanstholm.
– Jú, enn havi eg nakrar
fyrimunir umborð, og eg
plagi at vera inni á kamar
inum sum longst, tá vit
nærkast landi, sigur Óli og
smílist.
Hann er ímyndin
Í nógv ár var Óli Hammer
skipari í føroyskari innan
og uttanlandssigling, og í
meira enn 22 ár var hann
stjóri í Smyril Line.
Tað er tí ikki at taka
munnin ov fullan at siga, at
hann hevur verið ímyndin
hjá okkum føroyingum at
reisa á føtur ta uttanlands
sigling, sum vit hava havt
gjøgnum fleiri ár og fram
vegis hava í dag.
Hann var høvuðsmaðurin
aftanfyri
stovnanina
av
Smyril Line, sum hevði 25
ár á baki 1. november í ár,
og komandi summar verða
25 ár, síðan felagið keypti
fyrstu Norrønu.
Óli hevur verið ein slóð
ari, og hann var av sonnum
pionerurin á sínum øki.
Vit plaga at siga um pio
nerarnar, at teir eru framm
anfyri sína tíð. Men var
eingin fyrstur, høvdu vit
mangan verið seinir á sjóvar
fallinum, eisini í vinnuligum
høpi.
Men tað hevur ikki altíð
verið lætt at verið tann, sum
slóðaði fyri, og tað hevur
ikki altíð verið lætt at verið
Óli Hammer.
Nýggja Norrøna var ein
veldug íløga og eitt stórt
tak, og byrjanin kundi illa
gingið verri við fleiri óhapp
um, sum kostaðu felagnum
dýrt. Hvussu pionerurin
hevði tað tey fyrstu tungu
árini við stóra og stásiliga
skipinum, kunnu vit bara
ímynda okkum.
Slett ikki bittur
Í 2005 var tíðin liðug hjá
Óla Hammer sum stjóra í
Smyril Line, men hann er
ongantíð dottin langt burtur
frá felagnum. Tá stjóratíðin
var úti, gjørdist hann nevnd
arformaður í Smyril Blue
Water, sum er flutnings
felagið, ið tekur sær av
farmaflutninginum.
Tey, sum halda, at Óli
Hammer í dag er ein bittur
maður, taka púrasta feil.
Tað er hann ikki, og eingin
er fegnari enn hann um, at
stóra hallið hjá Smyril Line
tey fyrstu árini við nýggja
skipinum nú er vent til
avlop.
– Tá eg fór frá sum stjóri
í Smyril Line, høvdu vit
júst fingið eina fíggjarliga
loysn fyri felagið, og tá
høvdu vit eisini fingið ein
leist, sum gjørdi, at útlitini
hjá felagnum sóu betur út.
At eftirtíðin vísti, at loysnin
kortini ikki rakk heilt á mál,
er so tað.
Hann vísir á, at tey fyrstu
tvey
árini
við
gomlu
Norrønu eisini góvu hall,
men triðja árið hevði felagið
avlop.
– Við nýggju Norrønu
góvu trý tey fyrstu árini
hall, men síðan stóð upp og
niður, sigur Óli.
Hann heldur, at kemur
einki óvæntað hóttafall á
hjá skipi og reiðaríi, sum
felagið ikki kennir í dag,
skuldi felagið verið komið
burtur úr fíggjarligu trupul
leikunum.
– Tað er eingin fegnari
um hetta enn eg, sigur fyrr
verandi stjórin í Smyril
Line.
Óli vísir á, at felagið hev
ur tríggjar høvuðsinntøkur.
Tann fyrsta er sølan av
ferðaseðlum, onnur er sølan
umborð, og hin triðja er
farmaflutningurin.
– Nú gongur nógv betur á
øllum “frontum”, sum hann
tekur til.
25 ár á baki
Á allahalgannadegi 1. no
vember 1982 varð Smyril
Line stovnað við Alberti
Mortensen sum nevndarfor
manni.
– Orsøkin til, at vit fóru í
gongd, var, at politiski
myndugleikin hevði spælt
fallit, og spurningurin um
føroyska uttanlandssigling
kostaði eitt landsstýri. Hetta
var sonevnda Lassa IImál
ið, sum Óli tekur til.
Eftir at nýggj samgonga
varð skipað, og nýtt lands
stýri kom til, vildu hesi
stuðla keypi av einum skipi,
treytað av, at felagið var
privat.
– Eitt annað, sum gjørdi,
at vit fóru í gongd, var, at
vit hoyrdu, at íslendingar
høvdu leigað skip, sum
skuldi setast í sigling várið
eftir. Hetta var eisini við
virkandi til, at vit komu upp
úr stólinum.
Óli vísir á, at um íslend
ingar tá komu við einum
góðum
nútímans
skipi,
hevði góði gamli Smyril
ivaleyst havt lítlan kjans at
staðið seg í kappingini.
– Eg førdi Smyril í átta ár
– frá tí, at hann kom til land
ið, til eg gjørdist stjóri í
Smyril Line.
Hann sigur, at tá ið Smyril
kom í 1975, var málið í
fyrsta lagi at fáa eina betri
ferju til Suðuroyarsigling
ina.
– Fyri at fáa meira pening
í kassan, varð skipið eisini
sett í millumlandasigling
um summarið, fyrst yvir á
– Eg fegnist um góðu go
Fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni
Hóskvøldið 15. november kl. 19.30 heldur Rúna Hjelm fyrilestur við heitinum »Við
Skálaberg í Barentshavinum – upplivingar og gransking«. Í november í 2006 slapp
Rúna Hjelm sum mannskap umborð á Skálaberg. Hetta var eitt gylt høvi hjá henni, sum
granskari at koma tætt at lívinum hjá sjómonnum umborð á einum av okkara mest
framkomnu trolarum. Í fyrilestrinum hóskvøldið fer Rúna Hjelm at lýsa tilknýti hjá
føroysku fiskivinnuni til fiskivinnusamfelagið. Ein partur av tí føroysku
innuløgumentanini er siðurin at fáa til vega og býta út grams. Siðurin við at gramsa
verður lýstur sum eitt dømi um samanrenningina millum sjógv og land.
– Tá eg fór frá sum stjóri í Smyril Line, høvdu vit júst
fingið eina fíggjarliga loysn fyri felagið, og tá høvdu vit
eisini fingið ein leist, sum gjørdi, at útlitini hjá felagnum
sóu betur út, sigur Óli Hammer, sum var stjóri í Smyril
Line í meira enn 22 ár
Mynd: Eirikur Lindenskov