Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 vinnan Nr. 215 - 6. november 2007 Byggja nýtt í Kili Íslendska reiðaríið Ísfélag Vestmannaeya skrivaði seinasta fríggjadag undir sáttmála við skipasmiðjuna ASMAR í Kili um eitt skip til uppisjóvarfiskiskap. Skipið, sum verður útgjørt til nót og trol, verður 71 metrar langt, knappar 15 metrar breitt og fer at taka umleið 2.000 tons. Tað er norska fyritøkan Rolls Royce, sum hevur teknað skipið, ið sambært sáttmálanum skal latast eigarunum á sumri í 2010. ASMAR-skipasmiðjan hevur smíðað íslendingum skip fyrr, og skipasmiðjan smíðar nú eitt skip fyri íslendsku sjóverjuna. hevði uppá hjarta. Tosað var um branding av Føroy- um og branding av føroysk- um fyritøkum. Meirilutin av teimum, sum traðkaðu fram í hesum høpinum, vóru menn. Fleiri úr topp- inum í føroyska vinnulívin- um, sum søgdu, hvussu umráðandi hetta var fyri Føroyar, og her eri eg púra samd. Eitt sum tó undraði meg, var, at eg ikki legði til merk- is, at nakar av teimum tók uppaftur, hvussu Bill Clint- on stuðlar konu síni, nú hon stillar upp sum valevni fyri demokratarnar til Hvítu Húsini í Washington. Hann ivast ikki, tá hann var spurd- ur um, hvussu hon fór at klára seg. Hon fer at klára seg væl, var hann vísur í, og kanska á summum økjum betri enn hann sjálvur. Og so vísti hann á ávísar kvali- fikatiónir, sum hon hevur í mun til hann. Eg hugsaði við mær sjálv- ari, at bara teir føroysku mennirnir fingu hatta við á jøvnum føti við branding, umhvørvispolitik og so framvegis. Kanska fer Før- oya Arbeiðsgevarafelag at bjóða Hillary til Føroyar um nøkur ár, um hon gerst forseti í USA. Innan javnrættindi eru Bill og Hillary eitt øðrvísi, men eisini hugvekjandi par, sum vit í Føroyum kundu lært nógv av. Eitt samfelag hevur ikki ráð til í longdini at yvirsíggja eina so dýra- bara rávøru sum vælkvali- fiserað arbeiðsmegi er, har kvinnur sjálvandi eru írokn- aðar. Um hetta framhaldandi verður rákið, koma tær ungu kvinnurnar ikki aftur til Føroyar. Tað hoyrdu vit í Degi & Viku fríggjakvøldið, og heldur tað áfram, so verður eisini synd í teimum føroysku monnunum upp á longri sikt. Ofta ber prátið um javn- rættindi brá av, at kvinnurnar vilja útkonkurrera mennir- nar, og at vit eru so ymiskar frá monnunum, sum mang- an eisini verður uppfatað sum veikleiki. Vit hava somu útbúgvingar, so vit kunnu ikki annað enn at hava rættuliga nógv til felags. Í veruleikanum snýr tað seg heldur um at síggja tað góða í, at vit eru ymisk og á tann hátt duga at gagn- nýta styrkirnar hvør sær. Skal Føroyar framhald- andi vera kappingarført og eitt gott land at búgva í, mugu vit øll kýta okkum og brúka allar resursir uttan mun til kyn. Føroyar eru aftanfyri Enn eru luftalsliga fáar kvinnur í leiðslustørvum. Hví? - Ein orsøk kann vera, at tað er lutfalsliga nýtt, at kvinnur í Føroyum eru á arbeiðsmarknaðinum og uppaftur nýggjari, at kvinn- ur í vaksandi mun fáa sær hægri útbúgving. Har skal tilvenjing og tilvitan hjá arbeiðsgevaranum um, at hann í veruleikanum hevur fleiri evni at velja ímillum. Hetta forklárar tó ikki alt. Onnur norðurlond hava somu avbjóðing, men har hava kvinnur verið á arbeiðs- marknaðinum longri enn í Føroyum. Í Føroyum síggja vit oft- ani, at leiðslur eru saman- settar av lestrarfeløgum ella vinmonnum, og slík netverk eru ring at kappast við hjá kvinnunum. Hetta gongur ofta aftur í nevndum eisini. Samstundis er hatta natúr- ligt, tí man kennir tað aftur frá lestrartíðini, tá man arbeiddi við verkætlanum og skjótt fann út av, hvør verkætlanarbólkur virkaði væl saman bæði fakliga og sosialt, og so helt man seg til hendan. Helst átti starvs- setanarhátturin í Føroyum at verðið broyttur. Í Danmark eru tey komin nakað longri, tí kvinnur hava verið longri á arbeiðs- marknaðinum har enn í Før- oyum. Har verður eisini í nógvum førum farið meiri professionelt til verka, tá fólk verða sett. Oftani skalt tú til fleiri samrøður. Tá eg varð sett í starvið, eg røkti í Danmark, var eg til fimm samrøður. Tvær tær fyrstu samrøðurnar gingu fyri seg hjá einari konsulentfyritøku. Fyrst skuldi eg taka eina roynd, sum skuldi tekna ein ávísa mynd av mær og fyri at vita, um eg hevði teir eginleikar, leiðslan ynsktu sær til starvið. Síðani skuldi eg loysa tvær uppgávur, har onnur var ein marknaðar- førings-uppgáva í altjóða høpi og hin ein týðingar- uppgáva á enskum og sponskum. Hetta var ein altjóða fyritøka, har máls- kunnleiki og kunnleiki um altjóða marknaðir var týdn- ingarmikil. Ikki fyrr enn hesar uppgávurnar, saman við profilinum av mær var góðtikin, slapp eg inn at tosa við stjóran í fyritøkuni. Starvsetanarhátturin gav eina góða kenslu, tí tú visti, at tú vart sett út frá egnum førleikum. Hetta var ein spennandi fyritøka at arbeiða í, har avlopið vaks 25-35 prosent um árið. Eg spurdi einaferð stjóran hjá mær, hvussu hann fekk ein slíkan vøkstur at bera til. Hann svaraði einfalt: »Tú skalt hava eina greiða fatan av, hvat tú vilt og seta tey røttu fólkini«. Eg spurdi hann, hvat hann meinti við at seta tey røttu fólkini: »Tú skalt fyrst og fremst spyrja inn til, hvørji úrslit og avrik ein umsøkjari hevur at vísa á«. Fyritøkan var nummar eitt í øllum heiminum innan sítt yrki; har arbeiddu 500 fólk og tveir triðingar vóru kvinnur. Eisini í toppleiðsl- uni. Viðurskiftini fyri kvinn- ur vóru góð. Millum annað fingu tær eitt heilt ár barns- burðarfarloyvi, um tær høvdu starvast í fyritøkuni tvey samanhangandi ár. Taka vit Føroyar, so eru uppaftur færri – fyri ikki at siga ongin kvinna at síggja í ovastu leiðsluni í teimum heilt stóru fyritøkunum. Sum til dømis í peninga- stovnum; har tú sjálv ar- beiðir, tryggingarfeløg og aðrar stórar fyritøkur. Har síggjast bert slips og jakka- sett á ovastu rók. Hvat er orsøkin? – Orðið skiparamentan hevur onkuntíð verið at hoyrt, og Føroyar sum fiski- vinnutjóð hava eina skipara- mentan. Traditionelt hava kvinnurnar ikki »staðið á brúnni« í fiskivinnuni, kanska mest tí vinnan ikki hevur verið so áhugaverd fyri kvinnur. Eg havi størstu virðing fyri teimum før- oysku sjómonnunum. Abbi mín, Tummas Hansen, var sjálvur ein av teimum, men sló tíverri út undir krígnum. Hann var við Skálaberg. Omma stóð eftir við nógv- um børnum, so eg eri væl vitandi um, hvussu hart og váðafult hetta lívið kann vera, eisini fyri familjuna, sum er eftir á landi. Mynstrið broytist Vinnumynstrið í Føroyum broytist og fyritøkur, serliga innan tænastuvinnuna hava vunnið seg fram seinastu árini og leita eisini út um landoddarnar. Hetta eru vinnur, sum flestu kvinnum dáma væl at arbeiða innan fyri og klára seg væl í. Men hví tað eru so fáar kvinnur í toppleiðsluni? Eg kann geva tær eitt persónligt dømi: Fyri fáum árum síðani søkti eg eitt starv sum deild- arstjóri á eini størri føroysk- ari fyritøku. Starvið var eitt dreymastarv, og eg leyk øll krøv til útbúgving og starvs- royndir sambært starvslýs- ingini. Til setanarsamtaluna vóru tað forstjórin, ein deildarstjóri og eg. Við end- an av tí triðju setanarsam- taluni sigur deildarstjórin brádliga: »Vit ivast í tær, tí tú ert kvinna«. Eg trúði ikki mínum egnu oyrum og bleiv púra paff. Tað haldi eg, vit øll blivu í nøkur sekund. Har var pínlig tøgn, aftan á at deildarstjórin hevði hugsað hart. Seinni hugsaði eg, hví ikki seta tað í lýsingina beinanvegin, at kvinnur eru óynsktar, so sleppur man undan øllum stríðnum við at søkja, tí hatta er alíkavæl ikki ein kvalifikatión, sum tú fært gjørt nakað við. Hetta eru nøkur ár síðani, og eg síggi tíbetur eina vend. Kvinnur eru komnar inn í toppleiðslur og í fleiri nevndir, og sjálv siti eg til dømis sum næstformaður í nevndini fyri Postverk Før- oya. Í Føroya Banka var eitt dóttirfelag, Skyn, sett á stovn í fjør, og har er ein kvinnuligur stjóri. Tað var ongantíð talan um, at tað skuldi vera nakar annar enn hon. Innihaldið í arbeiðinum hevur eisini nógv at siga. Fyri meg er tað at fáa av- bjóðingar og kenna á sær, at ein ger mun, umráðandi. Tá verður tað stuttligt at arbeiða. Leiðslan í Føroya Banka hevur ongan trupul- leika við at býta út stórar og krevjandi uppgávur, eisini til kvinnur. Eg haldi, at ein orsøk til, at leiðslustørvini ofta eru so áhugaverd, kann vera, at avbjóðingarnir og tann góða lønin hava ligið har. Hetta broytist spakuliga í takt við, at kappingin harðnar og troðkar seg meira inn á okkum. Kapp- ingin ber í sær, at virkini í størri mun mugu menna síni starvsfólk og seta ser- frøðingar av ymiskum slag og førleikum fyri at gerast meiri kappingarfør. Tá veks- ur ábyrgdin og tær spenn- andi uppgávurnar út um leiðsluna, og lønarlagið uttan fyri leiðsluna hækkar. Kanska átti man eisini spakuliga at komið burtur frá verandi lønarlagi, sum í ov stóran mun gevur leiðar- um fyrimun. Løn átti í størri mun at verðið givin eftir avrikum. Brynhild Setberg heldur tað vera gott, at kanningar verða gjørdar av støðuni og livihátti hjá útisetum í Dan- mark við tí fyri eyga at fáa so nógvar heimaftur sum møguligt. Hetta átti eisini at fevt um føroyingar í øðrum londum. Í mínum førum var tað hvørki løn ella sjálvt starv- ið, sum fekk meg at koma heimaftur, men fyrst og fremst, tí eg eri føroyingur. Eg kendi tað sum mína skyldu at koma aftur og gera nakað fyri tað samfe- lagið, sum gav mær teir møguleikar, eg havi gjørt brúk av. Vit plaga at siga, at tað er so og so gott at búgva í Føroyum, men tað er sanni- liga eisini gott at búgva nógva aðrastaðni, sigur Brynhild Setberg og tekur brøður sínar sum dømi. – Teir búgva sera gott í Kalifornia. Báðir hava fing- ið sær amerikanska familju, góða útbúgving og gott starv, men báðir leingjast heimaftur. Serliga annar kundi væl hugsað sær at komið aftur til Føroya, men tað verður ikki fyri ein- hvønn prís. Hann hevur gjørt alt fyri at varðveita tað føroyska og lærir mill- um annað smáu børnini hjá sær føroyskt. Føroyar mugu tí skapa umstøður fyri at gera tað meiri lokkandi fyri útisetar at koma aftur. Millum annað stendur lønin als ikki mát við til dømis bústaðarprísirnar í miðstað- arøkinum, sigur Brynhild Setberg. Sum einasta av fýra systkjum valdi Brynhild Setberg at flyta heimaftur til Føroya, sjálvt um hon hevði fingið gongd í eina lovandi vinnulívskarrieru í Danmark Split í Suðurgrønlandi Grønlendska ferðavinnufyritøkan Destination South Greenland er komin í vanda, nú tvær av kommununum, sum eiga fyritøkuna, hava boðað frá, at tær ætla sær burtur úr samstarvinum. Kommunurnar Narsaq og Nanortalik eiga DSG saman við Qaqortoq kommunu, og har eru fólk sera misnøgd við ætlanina hjá hinum báðum kommununum. Kaj Egede, sum er formaður í Vinnu- ráðnum í Qaqortoq, sigur við KNR, at nógv privatfólk hava gjørt íløgur í ferðavinnuna í Suðurgrønlandi. Alt kann fara fyri bakka, og vit missa tey fremmandu ferðafólkini, fara tær báðar kommunurnar burturúr, sigur hann.