Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 vinnan Nr. 215 - 6. november 2007 Eimskip selir í Kanada Eimskip hevur selt sín part í kanadisku køli- og frystifyritøkunum Atlas og Versacold, sum íslendska felagið keypti saman við øðrum fyri einum ári síðani. Sambært íslendskum fjølmiðlum fekk Eimskip 305 mió. kanadiskar dollarar burtur úr søluni, og keypari er kanadiska felagið Kingset, sum Eimskip hevur samstarvað við fyrr. Eimskip hevur eisini selt aðra fasta ogn í Kanada, og tilsamans hevur felagið selt fyri 690 mió. kanadiskar dollarar. Morgunblaðið skrivar, at peningurin, sum Eimskip hevur fingið burtur úr sølunum í Kanada, skal brúkast til at gjalda skuld hjá felagnum niður við. Samherji keypir Rem Felagið Kaldbakur, sum er dóttirfelag hjá íslendsku stórfyritøkuni Samherji, hevur gjørt stóra íløgu í norska frálandavinnu. Seinasta fríggjadag kunngjørdi felagið, at tað hevði keypt 6,24 prosent av norsku frálandafyritøkuni Rem Offshore, soleiðis at Kaldbakur og Barentz AS nú áttu 51,51 prosent av norsku fyritøkuni. Men samstundis varð kunngjørt, at Kaldbakur og Barentz AS høvdu lagt inn eitt bindandi boð upp á tey írestandi 48,49 prosentini. Rem Offshore hevur fleiri skip, sum eru í vinnu í Norðsjónum, India, Meksiko og Brasil, og umleið 300 fólk arbeiða hjá fyritøkuni. nógv við kvinnurættindum um allan heim. Kvinnur eru lítið um­­boð­ arar í politikki og kanska serliga landspolitikki. Hví? – Her er torført at geva eitt eintýðugt svar. Vit síggja sama mynstur í lond- unum rundan um okkum, har lutfalsliga fáar kvinnur fara inn í politik. Tær átaka sær í stóran mun smærri uppgávur, sum til dømis at undirvísa á kvøldskúlum, í fimleiki, á frítíðarskúlum, gera tænastur í samkomum og so framvegis. Kvinnur fokusera ofta upp á tað næra, tí síggjast tær møgu- liga minni í politikki sum heild og serliga lítlan mun í landspolitikki. Sæð útifrá tykist eisini ein harður og til tíðir óseri- øsur tóni at eyðkenna ser- liga landspolitikkin. Tá menn til dømis á Tingsins røðarapalli gera viðmerk- ingar um áraknútar hjá hvørjum øðrum, er skilj- andi, at fá tíma at stilla upp og halda tað vera stríðið vert. Farið verður í størri mun eftir persónum enn at viðgera mál. Føroyar liggja aftast í kvinnuum­­boðan í politikki. Hví heldur tú tað? – Ein møguleiki kann vera tað politiska umhvørv- ið. Fleiri av føroysku politikkarunum hava sitið í áravís, og sjálvt um teir tykjast útbrendir, neyðhalda teir fast um sessin. Teir hava í nógv ár sungið sama sang um loysing ella ikki loysing og tunlar. Hví fer ongin stigið longur og gev- ur eitt boð uppá, hvussu Føroya kundi sæð út, um vit fingu loysing? Eg kundi hugsað mær fleiri politikarar av slagnum sum okkara núverandi fíggjarmálaráð- harra. Ung og væl lærd fólk, menn sum kvinnur, ið blása nýtt lív í politikkin og toga hann upp á eitt hægri støði. Tað kann møguliga gera, at áhugin fyri politikki í Føroyum fer at vaksa aft- ur, og fleiri vilja stilla upp. Bæði menn og kvinnur. Hvat er tín uppskrift upp á at fáa broytt býtið m­­illum­­ m­­enn og kvinnur? Ein møguleiki kundi ver- ið kvotir. Í roynd og veru hava vit longu brúkt kvotur til menn, tí vit í mongum føri hava valt ein mann, tí hann var maður. Eisini krevst, at vit sum veljarir fara at hugsa meira kritiskt, hvat okkara politikkarar gera fyri samfelagið, og at hetta eru persónarnir, sum okkara vegna skulu vera mentir fyri at føra Føroyar inn í framtíðina. Skilja teir framtíðina og tær avbjóð- ingar, ið liggja fyri framm- an? Ungar kvinnur eru framfýsnar Oftani verður sagt, at kvinn­ ur sjálvar ikki velja kvinnur, tí tær kanska ikki hava álit á teim­­um­­. Hvat heldur tú um­­ hendan spurningin? – Eg eri ikki forsprákari fyri at velja eftir kyni og velji ikki eina kvinnu, tí hon er kvinna. Hinvegin er tað heldur ikki ein sjálv- fylgja, at ein maður fær mína atkvøðu. Eg hyggi sjálv eftir persónleika, boð- skapi, kvalifikatiónum, av- rikum og hvussu fyrimynd- arligur persónurin er á nógvum økjum. Eg velji gjarna ein persón, sum hevur ein langtíðarboðskap. Yvirhøvur eru kvinnur kritiskir veljarir, og eg haldi ikki, tær sum heild skulu velja eina kvinnu, bert tí hon er kvinna. Hinvegin áttu menn eisini í størri mun at valt kvinnur. Væntar tú, at kom­­andi Løgting fer at síggja øðrvísi út. Serliga nú Føroyar eru eitt valdøm­­i ístaðin fyri sjey? – Tað verður spennandi at síggja, hvussu úrslitið verður. Um vit fáa fleiri kvinnuligar politikkarar og kvinnur í landsstýrið avhongur av, hvør og hvussu nógvar kvinnur stilla upp. Eru tær yngru kvinnurnar m­­eira fram­­fýsnar, enn vit hava sæð fyri bara fáum­­ árum­­ síðani? – Ja, har er ein týðiligur munur. Tær yngru kvinnurn- ar hava stórar ambitiónir og vísa stórt fyritakssemi í ser- liga vinnulívinum. Tíbetur er ongin avmarking fyri kvinnur, tá tað kemur til útbúgving. Alt fleiri fáa sær hægri útbúgving. Tað er spell, um hesar velja Føroy- ar frá, bert tí tær ikki sleppa framat teimum spennandi størvunum. Føroyar hevur brúk fyri so nógvum til- feingi, sum gjørligt at velja ímillum til at stýra landinum og til at varðveita og menna kappingarførið í vinnulívi- num. Samanbera vit tað við landsliðið, sum vit gjarna vilja hava skal vinna, verður ofta tikið til, at hini londini klára seg nógv betri, tí tey hava fleiri spælarar at velja ímillum. Jú fleiri vit hava at velja í millum, jú betri verð- ur dygdin og harvið úrslitið. Hetta er eisini galdandi í politikki og vinnulívinum, og jú betri fáa vit tað í Før- oyum upp á longri sikt. Tað má vera hetta, tað snýr seg um, at tey sleppa at taka ábyrgd, sum vilja, og harvið fáa øll tað betri. Skal nøkur lógarbroyting til fyri at broyta lutfallið m­­illum­­ m­­enn og kvinnur í politikki? – Mær dámar ikki tankan um at tvinga broytingar ígjøgnum við lóg. Argu- mentið fyri ikki at gera tað er, at so er vandi fyri, at ein kvinna verður vald, tí hon er kvinna, men manglar tær røttu kvalifikatiónirnar. Man kann, um lógarbroyting kemur á økinum, eisini venda argumentinum og siga, at hetta kann tryggja, at ein væl kvalifiserað kvinna verður vald fram um ein minni kvalifiseraðan mann. Kundi tú sjálv hugsað tær at farið upp í politik? – Millum vinkonurnar hava vit onkuntíð tosa um, at onkur av okkara átti at stilla upp. Eg havi ongantíð hugsað av álvara um hendan spurningin. Mær dámar betri at vera har, sum eg meti meg gera bestan mun, og í løtuni haldi eg tað vera í vinnulívinum. Kunnu læra nógv av Clinton Hvussu hevur javnrætturin tað í vinnulívinum­­? – Herfyri tá Bill Clinton vitjaði her var ein av yvir- skriftunum í miðlunum, at Bill segði at »Føroyingar hava tað gott«. Hetta tosaðu vit føroyingar so um í nakrar dagar og sannførdu okkum sjálvi í at siga: »jú, vit hava tað gott«. Sjálvt Bill Clinton skal ikki meira enn lenda í Føroyum, so kann hann eisini fortelja føroyingum, at vit hava tað gott. Tað er eitt gott brand at hava, at her er eitt fólk, ið trívist. Eg haldi, tað var áhuga- vert at lurta eftir tí, hann Brynhild Setberg, 44 ár. Fødd í Havn, uppvaksin í Horsens, Roskilde og Århus. Kom heimaftur sum 10 ára gomul. Einasta av fýra systkjum, ið býr í Føroyum. Tveir brøður búgva í Kalifornia, har teir arbeiða sum verkfrøðingar, og systirin býr í Danmark, har hon arbeiðir sum sjúkrasystir á privatsjúkrahúsi. Útbúgvin cand. merc. frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn og Universitetinum í Barcelona. Búði eitt tíðarbil í Spania og USA. Hevur arbeitt hjá altjóða fyritøkuni, International Health Insurance Danmark a/s í Keypmannahavn við høvuðsábyrgd fyri marknaðarmenning og stovnsetan av dóttirfeløgum, serliga í Latínamerika, Spania og USA. Tosar fleiri mál flótandi. Starvast í dag sum projektleiðari fyri Menning & Samskifti í Føroya Banka. Seinasta hálva árið sum deildarleiðari fyri hesum økinum. Áðrenn hetta marknaðarleiðari í Tryggingarfelagnum Føroyar. Næstformaður í nevndini fyri Postverk Føroya Kvinnuliga fyrimyndir: Mamman fyri hennara eldhuga í at stuðla døtrunum, hennar gløgga lyndi og arbeiðsemi. Madeleine Albright (tað liggur næstan í navninum »All bright«) fyri hennara innlit, sum fyrsti kvinnuligi uttanríkismálaráðharri í USA. Condoleezza Rice, tí hon hevur fingið alt at borið til sum svørt og kvinna Jacqueline Kennedy og Audrey Hepburn fyri fantastiska samanseting av stíli og útbúgving FAKTA Føroyar eru ikki nóg lokkandi at koma heimaftur til, tá tað snýr seg um arbeiðsumtøður, løn og bústaðarprísir. Hesar umstøður mugu politikarar og samfelag gera alt fyri at bøta um, heldur Brynhild Setberg, ið sjálv hevur búð stóran part av lívi sínum í Danmark og øðrum londum