Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 216 - 7. november 2007 19 tíðindi Spæla fyrstu konsertina í Miðlahúsinum í kvøld Tíðindaskriv Hesa vikuna fer bólkurin Brekku Brothers at spæla útgávukon­ sertir í Føroyum. Fyri einum mánaða síðan lat bólkurin úr hondum fløguna ”BrekkuBrothers Vol II ”From Boston To Tórshavn”, og er tað í hesum sambandi, at føroyingar fáa høvi at hoyra bólkin. Hesaferð vitjar BB Havnina, Eiði og Vágarnar. Brekku Brothers eru (eisini) vornir heimskendir í Føroyum fyri teirra sera fyrikomandi og undirhaldandi konsertir, og eina ella tvær kaninir koma altí­ upp úr hattinum, tá teir stórhugna sær saman vid lurtaranum. Konsertskrá 7. nov kl. 21.00, Miðlahúsið 8. nov kl. 20.00, Miðvágs skúla 9. nov kl. 19.00, Felagsskúlin á Oyrabakka Í Vágunum og á Oyrabakka skipar bólkurin saman við musikkskúlunum fyri opnari venjing. Her ber til hjá musikskúla­ næmingum at seta spurningar og hoyra bólkin fyrireika seg. Brekku Brothers eru í jólagávuhýri, og fólk kunnu ognd sær ”Vol II From Boston to Tórshavn” til serstakan jólaprís. Messing í Miðla­ húsinum konserT Jan Müller jan@sosialurin.fo Týskvøldið 30. oktober høvdu Havnar Ungdómshornorkestur og Tórshavnar Messing Kvintett eina sera góða, hugnaliga og øðrvísi konsert í Miðlahúsinum. Tann vælljómandi messingkvintettin úr musikkskúlanum í Havn, mannað við Kenneth Jones, Karolinu Hentze, Biritu Mortensen, Niklasi Mouritsen og Regini Berg, spældi fyri fullsettum miðlahúsi. Á skránni vóru Joplin, Strauss, Sousa, Jacques og Alberg. Á skránni hjá Havnar Ungdómshornorkestri var Siebert marsjur, Heykens serenada og nøkur føroysk songløg. Orkestrið, sum seinastu árini m.a hevur spælt konsertir í New York, San Francisco og Paris, hevur í ár fingið nakrar yngri spælarar við. Tað eru musikklærararnir Kenneth Jones og Ólavur Olsen, sum venja orkestrið. Musikkskúlin fer í framtíðini javnan at skipa fyri konsertum við næmingunum í Miðlahúsinum. Brekku Brothers á konsertferð Brekku Brothers hava havt fleiri konsertir í Miðlahúsinum Frá konsertini í Miðlahúsinum nú um dagarnar Myndir Jan Müller