mikudagur 7. november 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 216 - 7. november 2007
tíðindi
Ummæli
Ólavur Hátún
Í seinastu viku kom mær fyri
oyru, at okkara fremsti klaver
leikari Jóhannes Andreasen
skuldi hava konsert í Norður
landahúsinum leygardagin.
Dagurin reis við góðveðri,
sum mentist alt meira út á
fyrrapartin. Spakur streymur
var, og tí kom eg í ta tvistøðu:
skal eg fara á flot ella skal eg
halda meg heima at lurta eftir
Jóhannesi? Sjógvurin dró, og
føgur var løtan í fjørðinum, men
heppið var valið at leita betíðs
aftur til lands, tí ikki haldi eg
meg hava upplivað slíkt
tónleikabragd av føroyskum
hondum sum tað, ið untist
okkum fáu áhoyrarum, ið vóru
møtt.
Hóvliga varð lagt fyri við
sonatu eftir Joseph Haydn –
yndisligur tónleikur, sum
fjálgandi streymaði inn í sál og
sinni. Tey “Fimm klaver
stykkini”, opus 3 hjá danska
tónaskaldinum Carl Nielsen,
bóru okkum við sinum skiftandi
lag víðari í hesum fólksliga
partinum yvir í gitnu
“Arabeskuna” eftir Robert Schu
mann.
Eftir hesa klassisku fagnarløtu
í fyrra parti hevði Jóhannes
okkum brádliga frammi í nútíð
og heimasjógvi við “Ælaveðri”
hjá Paula í Sandagerði.
Við Paula hendi eitt skifti í
føroyskari tónlistarsøgu. Eftir at
songløg hjá J. Waagstein, Peturi
Alberg, Óla Jákup Hansen,
Hans J. Højgaard og fleiri
øðrum í áratíggir høvdu myndað
føroyskan tónleik, kom her fram
ungur maður, sum ikki bert
skrivaði songløg og kórsatsir í
samtíðarsniði, men sum var
fyrsta føriska tónaskaldið, ið
veruliga hætti sær undir
orðleysan, instrumentalan
tónleik. “Ælaveður” er eitt av
mongum dømum um hansara
ríku og fjøllbroyttu listargávur.
Næsta á skránni var nýtt
tónaverk (2005) hjá íslendska
tónaskaldinum Atla Heimir
Sveinsson. “Sanctus” var heitið,
ið tóktist boða frá innhugsnari
friðsælu. Soleiðis spakførir
ljóðaðu eisini teir fyrstu tónarnir
út í rúmið. Men eins og megnar
fugur J.S. Bachs mentist verkið,
í støðugum dynamiskum skifti
millum ørveikasta pianissimo og
gjallandi fortissimo, til eitt satt
dómadags harðveður. Vit hava
áður upplivað Jóhannes Andrea
sen í krevjandi leiklutum, bæði
tulkandi nútíðar tónleik og í
klassiskum uppgávum sum
solist t.d. í klaverkonsert eftir
Beethoven. Men ongantíð tykir
mær at hava hoyrt hann lata so
upp fyri sínum tónlistarliga
førleika sum hesa løtuna í
Norðurlandahúsinum, ið veru
liga dró fram kenslur og minnir
um serstakar solistupplivingar í
konserthallum uttanlands í yngri
árum.
Eisini til seinast í gitnu
“Scherzoini” eftir Chopin
staðfesti Jóhannes Andreasen
seg sum pianist á altjóða stigi.
Føroyski og íslendski
elektro/pop tónleika
bólkurin, Bloodgroup,
gevur fyrstu fløgu sína,
Sticky Situation, út í dag 7
novembur, á føroyska og
íslendska marknaðinum
Nýggj fløga
Sámal Rasmussen
samal84@gmail.com
Bólkurin er í dag ein av mest
aktuellu og væl umtóktu
tónleikabólkunum í Íslandi, og er
mannaður av føroyska Janus
Rasmussen, annars kendur sum
front figur í vælumtókta før
oyska rútmiska tónleikabólkin
um, Lama Sea, og nýðliga sum
DJ undir navninum, Djór, og
damu hansara, Lilju, og báðum
beiggjum hennara, Hallur og
Raggi. Tískil markabra navnið
Bloogroup (Blóðbólkur).
Tónleikurin sveiggjar frá tí
pumpaða, ið dregur ein út á
dansigólvið at rista rumpuna, til
onnur meira friðalig fashion løg,
men er altíð elektriskur,
modernaður og popputtur.
Bólkurin hevur verið til í meira
enn eitt ár, og spældi millum
annað á størsta íslendska
tónleikafestivalinum, Airwaves,
bæði í ár og í fjør, og so hava tey
kort síðani verið á konsertferð í
New York og Berlin, har tey
spældu fleiri konsertir bæði
støðini, og enntá á størsta bransju
festivalinum í Týsklandi,
Popkomm, har bæði Eivør og
Teitur hava spælt áður. Hesin
festivalur líkist nógv tí smærra
danska SPOT festivalinum, ið
fleiri onnur føroysk nøvn hava
spælt á eftir hondini.
Fløgan hevur verið at fingið í
online tónleikahandilinum,
Itunes, síðan 5. novembur, og er
upptikin í fleiri ymsum hugna
ligum húsum, ið Bloodgroup
leigaðu eitt vikuskifti í senn, og
settu fyribilsstudio upp í. Hon er
miksað í Síld Studios og Sýrland
Studios Reykjavík, og er mastrað
av Guy Davie, frá The Exchange
í London.
Fleiri løg av fløguni eru at
hoyra á Myspace síðuni hjá
Bloodgroup:
www.myspace.com/bloodgroup
SIC til Grikkalands
KoNsertfert
Eyðun Müller Thomsen
eydunnudye@hotmail.com
Seinastu tíðina hevur bólkurin SIC ikki verið so nógv at síggja til.
Men man kann róliga siga, at nógv hevur verið at hoyra um bólkin.
USA, Ísland, Australia, Holland og Týskland hava øll ligið
framvið og hildið eldin í SIC hesa seinastu tíð.
Í gjár bleiv so kunngjørt, at bólkurin skal til Athen í Grikkalandi.
Talan er um dagarnar frá 2025. November, har ein konsert við
SIC verður á mest vælumtókta rocksalinum í Athen ’Underworld’,
sum er nakað heilt fyri seg. Listamaðurin aftanfyri fløguhúsan hjá
SIC, Seth Siro Anton hevur designað spælistaðið við síni sermerktu
list.
Dagin eftir konsertina eru tveir langir arbeiðsdagar at síggja fram
til.
Lagið frá SIC, ’Rosegarden In Hell’ verður gjørt til sjónbandalag.
Og aftur her stendur ein sera áhugaverdur maður aftanfyri
produktiónini.
Føroysku/íslendsku
Bloodgroup geva fløgu út
Stórfingin tónleikaløta í Norðurlandahúsinum
Jóhannes Andreasen