mikudagur 7. november 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216 - 7. november 2007
17
tíðindi
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kistan við Kathrinu Hansen úr
Árnafirði, vanliga nevnd Trina,
fer úr kapellinum á Klaksvíkar
Sjúkrahúsið mikukvøldið kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Árnafjarð
ar Kirkju hósdagin kl. 13.30.
Selinda Andrésson úr Tórs
havn andaðist á Landssjúkrahús
inum mánadagin, 72 ára gomul.
Bent Olsen, Tórshavn, andaðist
á Landssjúkrahúsinum mánadag
in 74 ára gamal. Bønarhald verð
ur í Kirkjugarðskapellinum hós
dagin kl 18. Jarðarferðin verður
úr Kirkjugarðskapellinum fríggja
dagin kl. 13.
Kistan við Andreas Signar Dal
foss fer úr Landssjúkrahúskapell
inum mikudagin kl 19. Jarðar
ferðin verður Havnar kirkju hós
dagin kl 13.
Alborg Højgaard av Toftum
andaðist á eldrasambýlinum Vest
urskyn mánadagin 99 ára gomul.
Kistan kemur í Fríðrikskirkjuna í
kvøld kl. 19. Jarðarferðin verður
hósdagin kl. 14.
Andlát og jarðarferðir
Tann 7. november fyllir ein kendur
suðuroyingur 75 ár. Útróðrarmenn úr
Suðuroy hava seinastu árini í stórum
talið leita norðureftir við bátum sínum
í vártíðini. Sum postboð á Oyndar
fjarðarrutuni, kom eg á hendan hátt at
kenna nógvar suðuroyingar. Vanliga
gjørdi eg ein túr oman á havnalagið,
tá sjaskveður var og bátarnir lógu inni
fyri veður, at heilsa upp á onkran og
frætta
fiskitíðindi.
Var
okkurt
avlopsblað eftir í posttaskuni, so vóru
teir sera fegnir um at fáa hendur á
einari
Dimmu,
Sosialinum
ella
Oyggjatíðindi, og ferðaðist blaðið so
millum bátarnar.
Ein av hesum monnunum var Mil
son Berg. Hóast høga aldur sín róði
Milson út á Norðhavinum seinasta ár.
At dríva útróður í einum lítlum glas
trevjabáti í ivaveðri, krevur sín mann,
men Milson ber aldurin væl og er
lættur í sinni.
Milson hevur áhuga fyri samfelags
spurningum. Hann hevur orðið í síni
makt og hevði uttan iva komið longur
fram á politiska vígvøllinum, um
royndin at skapa eina karieru innan
hetta økið byrjaði á yngri árum.
Hann ger sína ávirkan galdandi, og
regluliga verður undirritaði ámintur
um truplu korini hjá heimaútiróðrinum,
bústaðarviðurskiftunum hjá teimum
eldru, og umbøn at seta fram uppskot
og fremja tiltøk, til tess at bøta um
fólkapensjónina.
Hjartaliga tillukku við føðingar
degnum Milson og góðan byrð víðari
fram á lívsleiðini.
Kári P. Højgaard
Milson Berg sjeytifimm
Dagurin
8. november. Claudius, deyður umleið ár 300. Steinhøgg
ari, sum saman við fýra øðrum steinhøggarum altíð risti
kross í tey arbeiði, hann legði úr hondum. Tá ið hann og
felagar hansara noktaðu fyri at høgga myndir av skurð
gudum, læt keisarin Diocletianus teir taka av døgum.
Tøkk
Hjartans tøkk øll tit, sum sýndu samkenslu,
tá okkara elskaða og kæra mamma, kona, omma
og vermamma
Berith Joensen
Froðba
andaðist og varð jarðað.
Stóra tøkk fyri tær mongu heilsanir og til tykkum í
bindiklubbanum fyri hjálpina til ervið.
Tøkk til familjuna fyri hjálp og stuðul, tíðina
mamma lá so sjúk. Og til tykkum á Suðuroyar
Sjúkrahúsið, fyri tykkara stuðul og røkt tíðina hon
lá har og at tit gjørdu tað møguligt hjá henni at
koma til Froðbiar at vitja aftur.
Tøkk til heimasjúkrasystrar og tykkum, ið vitjaðu
mammu, bæði á sjúkrahúsinum og heima.
Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og
gravara.Tøkk til Jónsvein Bech, prest, fyri kenslurík
orð og góða talu í kirkjuni.
Tøkk til Randi Nolsøe fyri tann vakra sangin.
Tøkk fyri blómur og kransar, heilsanir og
peningagávur og til tykkum, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað á fold.
Familjunnar vegna
Marit, Erling, Poul og Ingi
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum á
ymiskan hátt gleddu meg á 80 ára degnum.
Blíðar heilsanir
Poul Nolsøe Mikkelsen
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
Elisa Mathilda Joensen
Vanliga nevnd Lisa hjá Skós
Klaksvík
andaðist mánadagin 5. november á
Norðoyar Røktarheimi, 80 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum heim í kirkjuna
fríggjadagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13.30.
Fyri tey avvarandi
Elin við familju
Tíðindaskriv
Hósdagin 8. november letur
ein
málningaframsýning
hjá Sofusi Poulsen upp í
Gallarí Ribarhús í Fugla
firði.
Ferniseringin verður kl.
15, har Helgi Midjord
stendur fyri tónleikinum.
Á framsýningini eru mill
um 15 og 20 spildurnýggir
málningar, sum bera brá av
listafólkunum Ruth Smith
og Jóannesi Christiansen,
og líkjast tí sum Ingálvur av
Reyni málaði í 60unum.
Hetta er fyrstu ferð at
Sofus sýnir fram í Gallarí
Ribarhús. Framsýningin er
eisini tann fyrsta í eini røð
av framsýningum í Føroyum
og í Íslandi, har ein fram
sýning eftir ætlan verður
næsta ár.
Framsýninginum hjá Sof
usi heldur fram til 28. nov
ember. Opið er vanligar dag
ar, tá handilin í Ribarhúsi er
opin, umframt sunnudagar
frá kl. 15 til 18.
Sofus Poulsen í Gallarí Ribarhús
Sofus Poulsen, listamaður