mikudagur 7. november 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 216 - 7. november 2007
tíðindi
Miðan 80´ini hevði Føroya
Náttúruverndarfelag upp
skot at vit fingu ravmagn úr
Íslandi gjøgnum kaðal.
Orsøkin var einamest at
orkutøkni tá ikki var so
framkomin og at SEV
hevði ætlanir at taka Fjalla
vatn til innsavningarbrunn
til vatnorku. Vit fingu steð
ga SEV og varðveitt náttúr
una í Vágunum. At hetta
var skilagott síggja vit í dag
nú fleiri nýggir orkumøgu
leikar við vindorku, aldu
og streymorku, sólorku og
hitapumpum eru tøkir.
Tað heppnaðist ikki at fáa
SEV at hugsa burðardygt og
við skili í Eiðisverkætlanini,
har vit í dag bert fáa minni
part av tøku orkuni og enntá
eisini hava mist Eiðisvatn
og náttúruna í norðaru helvt
av Eysturoy.
Kyotoprokollin er nú 10
ára gomul, og vit standa
einsamøll í norðanlendsk
um og altjóða høpi uttan
støðutakan og ítøkiligar
ætlanir at verja og tryggja
framtíðina hjá okkara
børnum og eftirkomarum.
Landsstýrismaðurin í
orkumálum hevur nú
íslandskaðalin frammi sum
loysn til Kyototrupulleikan
– allarhelst tí hann ikki
megnar at koma við ítøki
ligum tiltøkum til minking
av orku og oljunýtsluni.
Sagt verður at okkara olju
vinna við stórum CO2
útláti, sum vit einki vita um
verður veðuleiki ella ikki,
gerð, at kaðalin er einasta
loysn til minking av
veðurlagsgassum.
Íslendskur orkupolitikkur
Altingið samtykti fyri 15
árum síðan at íslendska
samfelagið upp á sigt skul
di blíva leyst av allari inn
fluttari orku. Hetta merkir
at oljunýtslan til flutning á
landi, skip v.m. á umleið
850 túsund tons um árið
skal fáast til høldar á annan
hátt. Einasti háttur hjá
íslendingum, sum hjá okk
um, er at leggja um til rav
magn, ið kann nýtast bein
leiðis til akkumulatorar, t.d.
elbilar, og til framleiðslu
av vetni til skip o.a.
Oljunøgdin umroknað til
ravmagn er um 10.000 GW
timar. Um henda orkunøgd
skal fáast til høldar og nýta
st sum brennievni til t.d.
skip, bussar og bilar, má
ravmagnsnøgdin meira enn
tvífaldast til umleið 25.000
GW tímar. Í løtuni verða
framleidd góð 7.000GW
tímar við vatnorku, so
talan er um ovurhondsstór
ar nøgdir, ið skulu finnast
so ella so. Ísland hevur ikki
óavmarkaða nøgd av vatn
orku, men nógvan jarðar
hita, ið næstan allur verður
brúktur til upphiting til hús
og bygningar. Av verandi
ravmagnsnýtslu fara meira
enn 5.000 GW tímar til
aluminiumframleiðslu.
Mikið rok stóðst tá nýggja
Karahnjukarverkið skuldi
byggjast. Orsøkin er at
íslendingar, sum vit føroy
ingar, ikki hava áhuga í at
øll vøtn, áir og løkir og øll
náttúra skal oyðast til rav
magnsendamál. Íslendingar
brúka ikki ravmagn til upp
hiting av húsum og bygning
um, og kemur neyvan upp á
tal at nakar íslendskur polit
ikari vil leggja navn til kað
al til føroyingar – ið ikki
gera minstu átøk at minka
um egnu oljunýtslu og
orkubrúk.
Okkara elnet skal út
byggjast, ikki til kaðal úr
Íslandi, men til eina fleir
streingjaða orkuframleiðslu
frá fleiri varandi orkukeld
um. Kaðaltosið hjá lands
stýrsimanninum kann bara
skiljast sum undanførðsla
og valagn, men hvat, hann
er jú kendur fyri einans at
tosa í milliarda fantasi
projektum.
Orkuálit og Kyotokrav
Jarðfeingi hevur gjørt
skilagott álit um minking
av orkunýtslu á landi og
sjógvi, tó at nøkur miðvís
arbeiðsætlan ikki fyriliggur.
Kyotokravið um minking
av okkara CO2 útláti uppá
8% í mun til 1990 hevur
við sær at økta nýtslan
inntil 2012 samanlagt
krevur eina minking á 19%.
Tað verður sera trupult at
minka alla orkunýtslu á
landi við 20% og fiskiflot
an við 15% inntil 2015.
Orkunýtslan hjá fiskiflota
num er tórfør at meta um,
og eisini nógv meira trupul
tá alternativ til oljuna ikki
eru klár enn, men verða tað
sum frá líður.
Tað hevur í løtuni størri
týdning at lúka Kyotokravið
á 19% inntil 2012 enn at
ganga eftir orkupolitiska
málinum. Til ber at minka
um oljunýtsluna til upphit
ing av húsum og bygning
um og ravmagnsframleið
slu, meðan vónleyst er í eitt
4 ára skeið at fáa bileigarar
at minka um sína koyring
og at fáa fólk at ferðast
minni við Atlantic Airways.
Olju og benzinkostnaðurin
kann tó komandi ár seta
avmarkingar og viðvirka til
minni bilferðslu.
Vit klára ikki einans við
umlegging til varandi orku
og sparingum at lúka Kyoto
kravið inntil 2012, men
noyðast at gjalda ein part.
Brúkilig tøkni
Fleiri modellir ella scenariir
kunnu setast upp, men hal
da vit okkum til tað, ið sýn
ist møguligt at fremja uppá
4 ár, so verður talan um
vindmyllur, sjóðarfalsstur
binur, sólorku og hitapump
ur saman við krøvum til
mest loyvda orkunýtslu til
sethús, íbúir, almennar byg
ningar og handilsbygningar.
Við Eiði 1 og 3 verk
ætlanini mistu vit í reinum
kleyvarskapi um 60GW
tímar/ár, og vil tað tí verða
óðamannaverk at halda á
fram við Eiði 2 og 4. Vatn
orkan er so mikið útbygd at
frægast er at steðga fyribils
og seinri fara afturumaftur
og betra um verandi verk.
Sjóðarfallsorkutøknin er
nú komin so langt at hon
kann gagnnýtast, og bendur
alt á at vit í 2012 kunnu
seta upp 4 turbinur í tveim
um av okkara bestu
plássum.
Vindorkan hevur víst
okkum at bera sera væl til,
og okkum nýtist ikki at seta
myllur upp allastaðir á
landi, men kunnu eisini
seta myllur upp á dýpi inn
til 50metrar. Her eru økini
størri enn á landi og eisini
við meira støðugum vindi.
Suður úr Akrabergi eru um
9km2 við dýbd á 1336m
og suður úr Borðuni eru
stór øki við dýbdum á
umleið 45m.
Offshore myllur kosta um
30% meira enn landuppsett
ar myllur, men eigur tað
ikki at halda okkum frá hes
um møguleika. Vindorkan á
elnetinum kann koma upp á
25% og eigur eisini at
verða brúkt til pumpuverk
til verandi goymslubrunnar.
Ravmagnsnetið skal út
byggjast og styrkjast at
kunna taka ímóti størri
nøgd av vind og sjóðarfalls
orku, og neyðugt verður at
allir brúkarar, hús, virki v.
m. fáa sett upp intelligentar
elmátarar til sjálvvirkandi
stýring millum framleiðslu
og brúk.
Orkusparingar
Oljunýtslan til upphiting og
heitt vatn til sethús og íbúir
er í 2005 um 40.500 tons.
Við 14.000 húsarhaldum
gevur hetta umleið 2,9tons í
part svarandi til 36.000KW
tímar. Um bústaðir í miðal
eru 150m2 og oljufýringin
hevur eina úrtøku á 90%
gevur hetta 205KW tímar
fyri hvønn ferðmetur. Til
samanbering skulu nýggj
hús í Danmark eftir 1.juni
2006 í mesta lagi brúka
85KW tímar fyri ferðmet
urin. Um vit miðja eftir
donskum og EUkrøvum til
orkunýtslu skal okkara brúk
verða 59% lægri. Vit hava
onga landsbyggireglugerð
og byggisamtyktini fyri
Tórshavnr kommunu, sum
er frá 1972, og fullkomu
liga ótíðarhóskandi. Innan
danir kunnu fáa byggiloyvi
til eini sethús skal orkuút
rokning verða gjørd og
mest loyvda mark lúkast.
Hetta mark verður frá 1.
januar 2008 hert til orku
klassa 2, ið er 61KWtímar
fyri ferðmeturin. Danir
brúka framkomna orku
útrokningarskipan nevnd
Beo6. Slíka skipan kunnu
vit eisini menna, men hetta
gerst ikki eftir einum ella
tveimum árum, og harnæst
er vónleyst hjá byggi
myndugleika at umsita
slíka skipan uttan so at
verkfrøðingur ella arkitekt
ur er settur at taka sær av
hesum. Einasta skjótt
virkandi loysn er at løgtingi
við lóg ásetur at allir
bygningar t.d. fra 1.januar
2008 skulu bjálvast í tekju
og útveggum við ikki minni
enn 40cm bjálving. Gólv
móti ikki upphitaðum
kjallara ella jørð kunnu
verða 30cm. Harafturat má
ásetast at vindeygu skulu
hava orkuglas og eitt U
virði ikki hægri enn 1,2.
Hús mugu vera tøtt og uttan
gjóstur og kann markið á
85KW tímar tá lúkast. Eitt
lægri orkubrúk kann t.d.
krevja ventilatiónsskipan
við hitaendurnýtslu.
Um 800 nýggj hús verða
bygd næstu 4 árini við í
mesta lagi 85KWtímum
fyri ferðmeturin og 5% av
verandi húsum verða eftir
bjálvað hvørt ár til sama
orkukrav gevur hetta í 2012
eina orkusparing á 5.814
tons ella 13,6%. Hagtøl eru
ikki fyri almennar bygning
ar og handlar, men verður
sama prosentvísa minking
brúkt kunnu her sparast
2.132 tons. Samanlagt ein
sparing í samlaðu orku
nýtsluni á landi upp á 7%.
Av samlaðu nýtsluni fyri alt
landið ein sparing á 3,5%.
Um vit siga at 50 hús, ið
ikki verða eftirbjálvað,
hvørt ár fáa sær hitapumpu
(nýtslustig 3,0) at nøkta ein
part av orkunýtsluni, og at
brúktir verða 6000KWtímar
ravmagn til pumpuna, fáast
18.000KWtímar hitaorka,
ella helvtin av tørvinum.
Her skal so takst við økt
ravmagnsnýtsla á
1,2GWtímar, ið sjálvandi er
frá varandi orkukeldu.
Spard oljunýtsla verður 290
tons.
Um onnur 200 hús í 2012
hava fingið 6m2 sólorku
sparast her 70 tons av olju.
Samanlagt kunnu vit við
hesi skipan við bjálving,
hitapumpum og sólorku
spara góð 8.300 tons ella
7,3% fyri oljunýtslu á landi
og 3,6% fyri samlað
orkubrúk.
Vindorkan kann økjast
frá 7,2% upp í 25% við
uppsetan av 16 myllum á
660KW ella 10 myllum
hvør á 1000KW. Spard olja
vil her verða góð 10.000
tons.
Sjóðarfallsorka kann
setast upp í 2012 í tveimum
støðum, í Leirvíksfirði og
Vestmannasundi. Hetta vil
geva okkum ravmagn í
somu dygd sum frá vatn
orku. Við 4 turbinum á
1000KW kann framleiðast
18GWtímar svarandi til um
4.000 tons av olju.
Við bjálving, hitapump
um, sólorku, vind og sjóð
arfallsorku kunnu vit í 2012
náa eina minking í olju
nýtsluni upp á 19,7% fyri
brúk á landi, og 9,8% av
samlaðu nýtsluni.
Her koma at resta 9,2% í
at náa Kyotomálinum á 19%
svarandi til at vit skulu gjal
da fyri 16.795 tons av olju
ella eitt CO2 útlát á góð
53.000 tons. Kostnaðurin er
í løtuni um 70 kr. pr. tons, ið
merkir vit skulu gjalda um
4.mill.kr.
Avgjøld mugu burtur
Vinna og fólk vilja fegin
stuðla undir at vit eru við í
altjóða tiltakinum at av
marka veðurlagsbroytingina,
og eiga politikarar tí at gera
tiltøk so hetta ikki verður
meira kostnaðarmikið enn
neyðugt. Bilparkin við
avgjøldum má leggjast um
soleðis at orkuslúkar gjalda
eitt høgt avgjald, meðan t.d.
hybridbilar hava eitt sera
lágt avgjald og bilar, ið nýta
ravmagn ella vetni eru uttan
avgjald. Øll avgjøld á tøkni
til varandi orkuframleiðslu,
t.d. sólorku, vindorku og
turbinur mugu burtur. Stuð
ul ella avtøka av øllum
avgjøldum á hitapumpur,
bjálving og orkusparandi
vindeygum má eisini setast í
verk í stundini.
Vit fáa ikki kommunalar
byggisamtyktir við orku
krøvum at virka upp á
stutta tíð, og landsstýris
maðurin fær heldur ikki
upp í lag at koma við eini
landsbyggireglugerð.
Støðan versnar hvønn
dag og landsstýrsimaðurin
Bjarni Djurholm heldur á
fram við sínum fantasi
projektum og kaðalmøsni.
Val er fyri stavn, men vón
er at vit fáa politikarar, ið
taka framtíð okkara og
heimsins í álvara.
Fleirstreingjað skipan heldur enn kaðal
Kári Thomsen
Í elligomlu søguni kenna
vit úr kvæðunum, at stríð
og maktkampar vórðu
avgjørdir mann og mann
ímillum við egnari megi
saman við svørði og spjóti.
Orðini í yvirskriftini eru
tikin úr Kong Sverke. Har
hevði verið bardagi, men
sjálvt um annað liðið vann,
so vóru tapini so stór, at
sorg var allastaðni, bæði
hjá vinnara og tapara. Hjá
báðum pørtum vóru vinir
og kenningar falnir.
Úr søguni kenna vit eis
ini vendingina "Pyrrhus
sigur". Tað var Griski
kongurin, ið vann sigur á
Rómarunum, men sigurin
var so dýrur, at Pyrrhus
skuldi siga, at "vinni eg ein
tílíkan sigur afturat, so er
úti við mær"!
Vit hava nú í eina tíð
havt stríð um broytingar í
vallógini. Tað er nokk so
hugvekjandi at fylgja við,
hvørji vóru fyri ella ímóti
broytingini, soleiðis at ikki
longur hvørt valdømi
skuldi verða tryggjað ávíst
tal av tingmonnum.
Eingin vanlukka er hend,
men trygdin fyri framhald
andi vælferð í "útjaðara
num" hevur verið tryggjað
umboðan í lóggevandi
tinginum.
Frá náttúruni kenna vit,
at stóru fiskarnir eta teir
smáu, og á politiska
pallinum kennist tað nú,
sum at fólkaríku økini
skulu gera sína meiriluta
ávirkan galdandi við at
"eta" tey smáu!
Vit í útjaðaranum kenna
okkum ikki serliga trygg
um hesa støðu. Men løgið
kennist tað, at stórur partur
av fólkavøkstrinum í mið
økinum hevur sí uppruna
av flyting frá útjaðaranum,
og tá hesi nú taka støðu um
møguleikarnar hjá okkum,
sum eftir eru, so eru
ættarbondini slitin!
Tað verður spennandi at
síggja, hvussu hesir
"nýggju"
landspolitikkararnir fara at
viðgera og taka støðu til
undirsjóartunnil til Sand
oynna. Henda viðgerð
verður okkara fyrsti for
smakkur um, hvat vit hava
í væntu, tá Føroyar eru
gjørdar til eitt valdømi í
samband við løgtingsval!
Her er tabt, og her er vundet!
Der sørges på begge sider?
eyðun mohr
Viderø