Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fólkatingsvalið 13. november 2007 Løgtingsvalið 19. januar 2008 6 73 Nr. 216 - 7. november 2007 Altjóðagerðin, sum Før­ oyar, við Javnaðarflokk­ inum á odda, skal luttaka í, er avgerandi fyri framtíð Føroya. Fyri føroysku altjóðagerðini er umráð­ andi, at vit hava beinleiðis ávirkan og kunnu taka avgerðir í uttanríkispolitis­ kum málum. Fólkatings­ sessurin er fremsta amboð­ ið til tess at vinna Føroyum størri ávirkan á egnan uttanríkispolitikk og harvið náttúrliga luttøku í altjóðagerðini. Norðurlandasamstarvið, við sjálvstøðugari umboð­ an í ráðnum, er eins sjálvsagt og umráðandi. So leingi Danmark rekur uttanríkispolitikk Føroya og so leingi Føroyar ikki hava sjálvstøðuga umboð­ an sum fullgildugt lima­ land í m.a. Norðurlanda­ ráðnm, verður luttøka Føroya í altjóðagerðini ikki nøktandi. Sum virkið fólkatings­ umboð fyri Javnaðar­ flokkin fari eg, at leggja áherðslu á at fáa framt neyðugu broytingarnar á økinum, og fari í uppsøkj­ andi og jaligum samstarvi við danskar politikarar og myndugleikar at arbeiða fyri hesum málum, sum eru altavgerandi um vit ikki skulu detta niður­ ímillum í alsamt vaksandi altjóðagerðini. Sum valevni fyri Fólka­ flokkin til danska fólka­ tingið, fari eg eins og undanmaður mín, ikki at luttaka í reinum donskum tingmálum, men fari at fylgja væl við øllum teim málum, sum viðgjørd verða, ið viðkoma føroy­ um, og tala søk føroyinga á ein virðuligan hátt, á danska fólkatingi. Fari á ongan hátt, at draga før­ oyskan suverenitet til debat á danska fólkatingi, tað skal bert avgerast á føroya løgingi, í tráð við ta yvirtøku lóg, ið er galdandi millum londini, og er eisini skilabesta gongda á sjálvstýrisleið, til ein føroyskan suverenitet, ið vit eisini hava fingið prógv fyri við teimum yvirtøkum ið framdar eru eftir hesi lóg. Nevnast kann fólkakirkjan, ið Fólkaflokkurin hevur haft um hendi, og í bestu semju við danska fólkatingið, hava yvirtikið. Allar yvirtøkur ið samtyktar verða á føroya løgtingið, fari eg í sátt og semju við fólkatingið at avgreiða á skilabesta hátt, sambært yvirtøkulógini, og ikki sum Tjóðveldisumboði á dana­ tingið, at sparka opnar hurðar, og sostætt heldur einki úrslit. Góðu veljarar fari tí fjølment á val og velji tvey fólkafloksumboð á danating, tá eru áhuga­ mál føroyinga í góðum hondum á danska fólkatingi. Gott Fólkafloksval. Undirritaði skal hervið geva eina treytaleysa um­ bering til Tjóðveldi og til fólk og trúarbólkar, sum av órøttum verða rakt av míni grein “Kjak um Guð”, sum stóð prentað undir valgreinum í Sosialinum 6. november 2007. Hetta vóru hugsanir, sum bara standa fyri mína egnu rokning, og sum bara eg taki ábyrgd av. Eg ætlaði at fáa kjakið um átrúnað, sum m.a. gongur fyri seg inni á kjak.fo fram í ljósið, tí eg haldi tað er eitt áhugavert og týðandi kjak um átrúnað í almenna rúminum. Men tað var skeivt av mær at risikera at generalisera trúarbólkar og samkomu­ støð út frá anonymum innleggum í kjakinum, og at gera hetta til parta­ politiskt kjak. Og tað var heilt skeivt at seta hetta í samband við, at eg eri politiskt valevni fyri Tjóðveldi, og at tað er sett fram undir eini "politikara­kasjett". Tað var ikki ætlanin at hetta skuldi vera ein valgrein. (Eg sendi eisini greinina til Dimmu, men tá tey boðaðu mær frá, at hon fór at standa sum valgrein, tók eg hana aftur). Eg eri sjálvandi greiður yvir, at Tjóðveldi hevur sum grundvirði at gera greiðan skilnað millum politikk og átrúnað, og at tryggja trúarfrælsið og rættin at virka í og eftir síni trúgv uttan nakra politiska uppíblanding ella trýst. Eg eri eisini greiður yvir, at eg nú havi risikerað at gjørt akkurát tað, sum Tjóðveldi hevur ávarað um og stríðst ímóti: At gera átrúnað og trúarlív til ein politiskan spurning, sum politikarar skulu leggja seg út í og taka avgerðir um. Og eg eri greiður yvir, at hetta er vatn á mylluna hjá teimum, sum vilja brúka hetta móti Tjóðveldi politiskt, og sum vilja dyrka tær prinsippiellu og djúpu konfliktir, sum hava verið um átrúnað og politikk tey seinastu tvey árini. Tí eri eg veruliga harmur um at hava rakt øll tey, ið ikki skuldu rakast við míni grein, og at tað kjakið, eg vildi reisa, nú kann vendast helt skeivt og raka skeivt. HD/U, vinnurekandi Tjóðveldi RóalduR Jákupsson Val Føroyar í altjóðagerðini á lista C Edith dahl Val Góðu veljarar Fólkatingsvalevni Fólkafloksins RodmunduR niElsEn Val Kaj Leo Johannesen hevur verið frammi nú í seinastuni, har hann samanber ríkisfelagsskapin við ein urtagarð, ið hevur tørv á kærleika og røkt, um hann skal blóma. Míni ráð skulu tí verða. Far niðan í Balslev Timburhandil. Har hava tey eitt evni, ið eitur "Roundup" til urtagarðsbrúk. Havi sjálvur havt sera góðar royndir við evninum. John Berg Hvalba Vinaráð til Kaj Leo Johannesen Umbering Tey fimm punktini hjá javnaðarløgtings­mann­ inum John Johannes­s­en hava lítið við uppruna­ meiningina hjá Javnað­ arflokkinum at gera Okkara nógv virdi løg­ tingsmaður, Jóan Petur Davidsen, var vanur at siga, at Javnaðarflokkurin var ein danskt venligur flokkur. Og tað hevur flokkurin altíð verið. Sjálvandi skal flokkurin ikki standa í stað. Tað kunnu vit við góðari samvitsku siga, at hann sanniliga ikki hevur. Flokkurin hevur á øllum økjum flutt seg til tað betra hesi árini, síðani hann var stovnaður. Og verið undangongu flokkur í nógvum av tí framburði, ið er hendur seinastu árini. Hasin hugsunarháttur, John Johannessen, førir fram, er so nær loysinginin, sum hann kann vera. Tá vit eru leys av donsku grund­ lógini og komin undir ta føroysku hjá Høgna Hoydal, sum Kristian Magnussen tíbetur hevur beint fyri, fyri eina tíð, tá er einki samband eftir millum Føroyar og Danmark. Tá er loysingin veruleiki. Hví koma eingi tøl á borðið frá tykkum, sum eru so yvirdrivin national, sum vísa, hvussu føroyska húsarhaldið kemur at síggja út, tá Føroyar eru ein fríur statur, sum tað verður rópt, um vit skulu vera við? Tað er nakað, tey ungu hava brúk fyri at síggja. Vit, ið eru tilkomin og blivin gomul, nýtast eingi tøl. Vit duga fasittið uttanat. Havi ført tað fram áður, vit fáa onga náðigávu frá Danmark. Tað, ið kemur frá Danmark, er okkara partur frá danska kongaríkinum. Ein nýggj byrjan palli dalsgaaRd