Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Fólkatingsvalið 13. november 2007 Løgtingsvalið 19. januar 2008 6 73 Nr. 216 - 7. november 2007 Allur heimurin er 1. deild. ES, EFTA og aðrir felags­ skapir eru 2. deild. Dan­ mark er 3. deild, og Føroy­ ar er reyvin í fjórðu deild, tá tað kemur til pallir hjá okkara fólki at virka á, bæði politiskt og vinnuligt. Tað er ótrúligt at her í føroyum enn finnast fólk, sum eru nøgd við at spæla í pinkulítla dunnugarði­ num. Tað er óskiljandi, men kreftir arbeiða faktisk beinleiðis ímóti at vit flyta upp í 1. deild. Fyri meg er tað ein sjálvfylgja at vit skulu hava allan heimin sum spælipláss, og eg dugi ikki at skilja hví vit øll somul ikki ynskja hetta. Óundgangiliga alheims­ gerðin er á veg inn til okkum, og hevur í langa tíð bjóða okkum við í fremstu deildina, men vit vilja ikki. Vit vilja spæla í pinkulítla dunnugarðinum. Meir enn 22.000 føroying­ ar hava tikið avleiðingina av hesum skilinum, og spæla nú í Danmark. Eg vil á Fólkating, at ávirka og arbeiða fyri, at vit fáa atgongd til allan heimin. Og eg eri heilt vísur í at við einum ávísum innsatsi, so fáa vit styrk frá onkrum av teimum 22.000, sum spæla í Danmark, um vit flyta heilt upp í 1. deild. Sum støðan er nú, so er tað heilt sikkurt ikki nógv, sum tíma at flyta niður aftur í pinkulítla dunnugarðin. Størsta forðingin fyri at flyta upp í bestu deildina, er viljin hjá okkum. Um man ikki hevur viljan, so hendur onki, so vinnur man ongan dyst. Men um man veruliga hevur vilja­ styrki, so ber alt til, so kann man vinna einhvønn dyst, ella í øllum førum fáa heiðirlig úrslit. So lat okkum nú taka okkum saman og vilja spæla við, har tað veruliga hendur nakað. Eg eri klárur. Eg og Tjóðveldi hava viljan og ambitiónirnar, at røkka heilt fram har allur heimurin er opin fyri okkum í Føroyum. Eg spældi í 90'unum við bestu deildini hjá H71. Vit gjørdust steypavinnarar, sum framvegis er besta úrslit í søgu felagsins. Í fremstu deildini eru størstu avbjóðingarnar, mesta umrøðan og størsta respektin. Tað er har, sum nógv stuttligast er at spæla við. Eingin respekt er fyri einum pinkulandi, sum ikki vil hava ábyrgd. Eingin tekur okkum seriøst. HD/U, vinnurekandi Tjóðveldi RóalduR Jákupsson Val Føroyar er reyvin í fjórðu deild Men hava vit veruligt fólkaræði, tá Føroya fólk ongantíð hevur samtykt, at týdningarmestu avgerðir­ nar okkara vegna verða tiknar av einum tingi og eini stjórn í einum øðrum landi? Tá vit sum føroy­ ingar ikki kunnu ábyrgda okkara politikarar og halda teir til svars fyri avgerðir, ið hava týdning fyri okkum øll og okkara eftirkomarum? Svarið er sjálvsagt nei. Og tí vilja vit í Tjóðveldi­ num hava veruligt fólka­ ræði, har vit samtykkja okkara egnu grundlóg og taka fulla ábyrgd. Á Fólkatingi gera vit støðugt vart við hetta fólkaræðisliga brotið – og enn hevur ongin ráðharri ella politikkari megnað at svara spurninginum, hvørt tað er í samsvari við fólka­ ræðisligar grundreglur, at Føroya fólk ikki hevur samtykt sínar egnu stjórnarskipan. Tí er fólkaræði eisini okkara mál og virði á Fólaktingi. Vit arbeiða fyri somu greiðu málum uttan mun til, um tað er á løgtingi, á Fólkatingi, í altjóða sam­ starvi og øllum tí í føroy­ ska samfelagnum – í Sumba eins væl og í Skála­ vík ella á Viðareiði. Vit hava sett okkum fimm greið hjartamál – sum fólk kunnu halda okkum fast uppá. Har fólk vita, hvar tey hava okkum, og krevja, at vit halda okkum til tey: Vit hava greiða kós, virðir og hugsjónir í øllum okkara arbeiði. Vit hála ikki tilvildarlig mál niður úr luftini. Men arbeiða miðvíst, sakliga og seriøst við at vinna undirtøku fyri okkara málum. Vit halda, at fólkatings­ umboðanin er ein leivd frá fortíðini, sum ímyndar, at vit ikki hava fólkaræði og ábyrgd av øllum okkara avgerðum um framtíðina í Føroyum. Men vit hava nýtt og vilja nýta fólkatingsval og fólkatingsarbeiðið til at vinna undirtøku og virðing fyri okkara málum. Við at hoyrast, síggjast, upplýsa og arbeiða. Skapa virðing og sambond. Vit vilja ikki niður at sita Vit vilja niður at flyta. At flyta fordómar. At flyta mørk. At flyta ábyrgd heim til Føroya. – At flyta fólkaræðið heim til Føroya. So at vit í Føroyum kunnu taka tær veruligu avgerðirnar um okkara framtíð. Ikki við ótta og vantandi áliti á okkum sjálvi. Men við sømd og virðing. Hetta hevur ongantíð verið meira neyðugt enn nú, har vit í føroyskum politikki hava mist øll mál og alla ábyrgd burtur, og renna undan øllum avgerðum ið kunnu framtíðartryggja okkara land og fólk. Tí er fólkatingsvalið eins og komandi løgtingsvalið eitt gylt høvi hjá føroyingum at siga: Nú vilja vit hava greiða kós, álit og virðing í føroyskan politikk. Tjóðveldi merkir fólkaræði Tjóðveldi Høgni Hoydal Val Vit mugu fara inn í eitt javnbjóðis samstarv við hini londini , ið eru limir í Bologneavtaluni, um vit skulu gerast ein virkin A liðs leikari á altjóða útbúgvingarøkinum. Eisini á Fólkatingi vil eg virka fyri, at Føroyar kunnu gerast limur í hesari týðandi altjóða samstarvsavtalu innan víðari útbúgvingar Nú álitið um Lærda háskúla Føroya varð almanna kunngjørt, kundi eg fegnast um, at Bolog­ neyvirlýsingin skuldi setast í verk á Lærda háskúla Føroya, men tíverri var onki formaliserað samstarv við londini í sjálvari Bolog­ neavtaluni at síggja í álitinum. Síðan Frakland, Ongland, Týskland og Italia gjørdu hesa avtalu í 1998, eru fleiri evropeisk lond komin aftrat, harímillum Noregi, Ísland og Danmark. Heili 45 lond hava í dag fingið í lag samstarv. Tað kann tykjast løgið, at Føroyar ikki eru partar av avtaluni, meðan fleiri smátjóðir sum eitt nú Luxembourg og Liechtenstein, eins og Noregi og Ísland eru við. Tað er undranarvert, eftirsum landsstýrið hevur sett sær sum mál at gerast millum førandi tjóðir í heiminum í 2015, har útbúgingarpolitikkurin skal bera ein stóran part. Vit hava tó sæð, at tað er neyðugt at fylgja við á altjóða útbúgvingarøki­ num, soleiðis sum tað varð orðað í álitinum um Lærda háskúla Føroya. Men fram­ vegis standa vit á síðulinj­ uni og kaga eftir, hvat hini gera. Vit royna at seta í verk skipanir, ið minna um eitt nú tær, sum Bologn­ eavtalan eftirlýsir. Vit tora ikki at taka tað neyðuga stigið at fara inn í eitt formaliserað samstarv við hini londini, ið eru við í sjálvari avtaluni. Um vit skulu gera okk­ um galdandi á útbúgv­ ingarøkinum, fáa avtalur í lag um gransking og útbúgving í Evropa mugu vit fara inn í eitt javn­ bjóðis samstarv við hini londini . Vit mugu bjóða okkum fram, soleiðis at okkara lesandi fáa eina lættari og smidligari atgongd til lærdar háskúlar í Evropa sum heild. Ein liður í hesari tilgongd er, at vit gerast limur í Bologne avtaluni, sum kann verða ein pallur, har vit kunnu gerast ein virkin A liðs leikari á altjóða útbúgvingarøkinum. À Fólkatingi vil eg sum ein partur av A liðnum hjá Fólkaflokkinum virka fyri, at Føroyar kunnu gerast limur í hesari týðandi altjóða samstarvsavtalu innan víðari útbúgvingar. Útbúgvingarsamstarv styrkjast á Fólkatingi Fólkatingsvalevni Fólkafloksins www.annikaolsen.net annika olsen Val Vit liva í einum topmod­ ernaðum samfelagi, har næstan alt ber til. Vit liva, mennast og virka í føroy­ ska daglidegnum og fegnast um, tá avrik verða framd, har Føroyar kemur á heimkortið. Í politiska valmeldrinum verða nógv føgur orð havd á lofti. Mín vón er, at orð verða hildin og verða víst í verki! Javnaðaraflokkurin hevur manga ferðir fyrr víst á, at virðismiklasta tilfeingið er fólkið, okkara vitandi og virkisfúsa fólk. Hetta gera vit somuleiðis til hetta fólkatingsval! Ongantíð fyrr hevur tað verið so altavgerandi, at alt fólkið hevur bestu møguleikar til útbúgving og menning – bæði í Føroyum og uttan fyri Føroyar. Forðingar, sum í dag virka sum læstar hurðar, mugu beinast av vegnum. Vit mugu t.d. fáa lut í undirvísingar­, og gransk­ ingasamstarvinum í ES. Hetta eru sjálvsøgd manna­ rættindi í einum modern­ aðum samfelagi. Tað er ótrúliga týdning­ armikið, at Javnaðarflokk­ urin við sínum royndum at tamba heimastýrislógina og við síni altjóðasam­ haldsfesti grundhugsjón ­ kemur at manna annan av fólkatingssessinum. Vón­ andi fara vit, saman við einum kvinnuligum sosialistiskum stjórnar­ leiðara í Danmark at megna at samstarva á slíkan hátt, at ítøkilig úrslit spyrjast burturúr. Har politiskir trupulleikar verða tulkaðir sum spennadi og mennandi arbeiðsuppgávur, ið skulu loysast og verða fólkinum at gagni. Góður trivnaður og gott samstarv krevur ein opnan og virðiligan dialog. Tað er tí so týdningarmikið, at fólkavald umboð okkara á fólkatingi – klára at rúma áskoðanir, mentanir og lívsvirði, sum liggja uttanfyri eins egnu verð. Also at vit velja fólk, sum klára at taka avgerðir, sum røkka fram um eins egnu tíð. Hetta hava javnaðar­ umboðini á fólkatingi prógvað fyrr. Latum okkum gera tað enn einaferð. Gott javnaðarval øll somul! Jaligt samskifti og ítøkilig úrslit Fólkatingsvalevni Javnaðarflokkurin nita næs Val