mikudagur 7. november 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Tjóðveldi boðar frá, at tey
fara til Danmarkar at halda
uppboðssølu. Selt verður
til tann sum bjóðar mest,
líkamikið um boðið kemur
frá høgru ella vinstru.
At ein føroyskur politisk
ur flokkur fer til Keyp
mannahavnar og roynir at
selja seg sjálvan, er í sjálv
um sær undrunarvert –
eftir mínum tykki eisini
ómoralskt. Men avgerðin
er teirra.
Men tá Tjóðveldi uttan
um Føroya Løgting fer til
Keypmannahavnar og
heldur uppboðssølu yvir
politisk rættindi sum bert
tilkemur einum greiðum
meiriluta av Føroya fólki,
so loyva vit okkum at rópa
varskó.
Tað er forkastiligt at ein
flokkur vanvirðir fyrst
Føroya Løgting og haraftur
at føroyska fólkaviljan.
Hetta er eitt framhald av at
draga avgerðir og mál
niður á danska fólkatingið,
sum hoyra heima á Føroya
Løgtingi og hjá Føroya
fólki.
Føroya Løgting avgerð
til eina og hvørja tíð, og
ger reglur fyri, hvussu
farast skal fram landanna
millum. Og tað er Føroya
Landsstýri, sum skal útinna
hesar avgerðir eftir teimum
ásettu reglunum.
Hetta er als ikki eitt mál,
sum Tjóðveldi av sínum
eintingum kann taka við
sær til Keypmannahavnar
og bjóða til sølu til høgru
og vinstru á
Christiansborg.
Er eingin sum helst sjálv
kritikkur skaptur í Tjóð
veldinum? Tað undrar, at
nakar kann finna uppá at
siga sovorðið alment.
Tekur ein meiriluti av
Løgtinginum avgerð um at
loysa frá Danmark, og
standa føroyingar aftanfyri
hesa avgerð, so fáa vit
loysing. Hetta hava
skiftandi danskar stjórnir
sagt og endurtikið eitt
langt áramál.
Fyri stuttari tíð síðan var
Høgni Hoydal í orðaskifti
við danska statsministaran
og kravdi loysing. Eina
ferð enn fekk hann at vita,
at um føroyingar ynskja
loysing, so fáa vit
loysing.
Statsministarin vísir á,
at Høgni Hoydal minti
hann um ein mann sum
var við at bróta seg inn
gjøgnum eina hurð sum
stóð víðopin. Betur kann
tað neyvan sigast.
Vit í Sambandsflokki
num fara á fólkating at
røkja ta grundleggjandi
uppgávu, at ansa eftir at
øll mál, sum hava við før
oysk viðurskifti at gera,
fáa eina viðgerð sum tæn
ir føroyskum áhugamál
um best. Og hetta verður
gjørt í positivum sam
starvi við Venstre og
restina av fólkatinginum.
Vit fara ikki at royna
at “blackmaila” danskar
flokkar og slettis ikki at
selja okkara kropp til
hægstbjóðandi danir.
Okkara kroppur er føroy
skur og hoyrir føroying
um til. Og vit kundu ikki
droymt um at boðið
avgerðir og rættindi til
sølu í Keypmannahavn,
sum er ein “suveren”
ogn hjá einum meiriluta
av Føroya fólki.
Fólkatingsvalið 13. november 2007
Løgtingsvalið 19. januar 2008
6
73
fólkatingsvalevni
Sambandsflokkurin
Edmund
JoEnsEn
Val
Minnir hetta ikki um sokallaðan
“blackmail” ella prostitutión?
Mangan verður samfelagið
samanborið við eitt træ,
har søgan er røturnar. Sam
anberingin er beinrakin, tí
uttan søgu vóru eingi
felagsvirðir. Og vóru eingi
felagsvirðir, so var einki
samfelag. Um vit í Føroy
um ikki vilja læra av søg
uni, kunnu vit ikki upp
byggja eitt gott samfelag.
Jógvan Ravnsfjall skriv
aði soleiðis í Sosialinum
31.10.07:
”So kann man vera fyri
ella ímóti einum valdømi,
men søgan kemur
einaferð at fella dóm yvir
viðgerðina av hesum
máli, og rokni eg við, at
tann dómur verður til
lítlan heiður fyri okkara
løgting eins og partar av
okkara fjølmiðlum, og
harvið okkara
demokrati”.
Eg eri so sera samdur
við Jógvani í hesari
niðurstøðu, og tíverri fær
gjørd gerð ongan vend. Tó
kunnu vit føroyingar vísa
á, at hesin óvirðiligi dagur
ikki var framdur við
okkara vilja. Vit kunnu
vísa okkara ónøgd við at
geva javnaðarflokkinum
okkara atkvøðu til
Fólkatingi. Einasti flokkur
á løgtingi, ið ikki tók undir
við hesi dáragerð.
”Latið ei søguna
doyggja,
goymið hana so væl,
í dreingja sinni og
moyggja
hon mikið útrætta skal”,
Vísið ábyrd
Setið x við lista c
Latið ei søguna doyggja
Valevni hjá Javnaðarflokkinum
www.j.fo
JónlEif
JohannEsEn
Val
Vit kunnu óskammað
leggja politiska verk okk
ara fyri dóm veljarans.
Seinastu trý árini hevur
Fólkaflokkurin havt um
boðan á Fólkatingi.
Umboð Fólkafloksins
hevur har talað føroying
anna søk og verið loyalt
mótvegis løgtingsmeiri
lutanum. Eitt verdugt og
sakligt umboð.
Fólkatingsumboðanin er
alt ov týdningarmikil til
politisk solospæl hjá
ávísum persónum.
Tað er avgerandi at tey
mongu samfelagsmál, sum
verða viðgjørd í Danmark,
eiga talsmenn, sum viður
kenna politisku støðuna
soleiðis sum hon er – við
rættindum og skyldum.
Rættindini at loysa ver
andi og komandi spurn
ingar í felag, og skyldur til
sjálvi at fyriskipa egin
viðurskifti. Tí er neyðugt,
at hvør einstakur ger sær
greitt, at øll fara á val, sum
eiga í sær neista av hug
sjón um verju av borga
ranna rættindum, virkis
møguleikum og
virkisfrælsi.
Hinir flokkarnir vilja
gera hetta valið til eina
styrkiroynd millum
andstøðu og verandi
landsstýri.
Hetta hava vit einki
ímóti. Vit kunnu
óskammað leggja
politiska verk okkara
fyri dóm veljarans.
Eg vil at enda inniliga
heita á øll fólkafloks
fólk og annars øll onnur,
sum vilja varðveita eina
sømiliga rødd á
fólkatingi, at halda fast
um eina verduga
umboðan.
Eitt fólkafloksumboð.
Gott val.
Neisti av hugsjón
fólkatingsvalevni
Fólkaflokkurin
RodmunduR
niElsEn
Val
Mítt hjartamál er at varpa
ljós á umhvørvisspurningar
og taka fulla ábyrgd við at
luttaka í altjóða umhvørvis
sáttmálum men minst til,
tú mást velja fyrst.
Tjóðveldi hevur gjøgn
um alt valskeiðið arbeitt
fyri at fáa Føroyar at góð
kenna Kyoto avtaluna.
Hetta eydnaðist nú í heyst,
við løgtingssamtyktini um
at taka burtur fyrivarni um
Kyoto ískoytissáttmálan
frá 11. desember 1997 til
ST rammusáttmálan um
veðurlagsbroytingar.
Hetta er í sjálvum sær
eitt frambrot í føroyskum
politikki, bæði tí hetta er
ein viðurkenning av týdn
inginum at luttaka í altjóða
avtalum, men eisini tí at
um hetta málið finst ein
breið semja. Tað vóru 26
atkvøður fyri málinum, ein
ímóti og ongin blonk.
Tað sum síðani er hent í
málinum er ein syrgisøga
uttan líka. Tað útinnandi
valdið, landsstýrið við
løgmanni sum ábyrgdara,
hevur ikki, vil ikki ella
torir ikki at útinna tað sum
løgtingið hevur álagt
honum, nevniliga at boða
ST frá um støðu okkara.
Og har liggur málið í
dag, eitt sigursmál á tingi
og fyri føroysku tjóðina,
endaði í ráðaloysi hjá
Føroya løgmanni.
Hetta eigur ikki at
endurtaka seg, og mítt mál
er at taka fulla altjóða
ábyrgd í umhvørvismálum
í Føroyum og á fólkatingi.
Men minst til, tú mást
velja fyrst.
Les meira á
www.tjodveldi.fo/heidi
Ríkt umhvørvi
fólkatingsvalevni
Tjóðveldi
hEidi
PEtERsEn
Val
Lesið
-so eru tit við!
Veit ikki hvat hon billar
sær inn, stillar upp til
Fólkatingsval. Sum ketta
úr høvdatrog, slupur í
skeggjunum, svøvnur í
eygunum, nú má vera vell,
sum sagt verður her um
leiðir, í Leirvík also.
Nix, soleiðis spælir
klaverið ikki. Vit í Javn
aðarflokkinum bjóða okk
um fram. Ikki bara fyri at
vera klípir, men fyri at
vera við til, at byggja tað
góða samfelagið. Har onn
ur síggja forðingar, síggja
vit loysnir. Har vit ikki
sjálvi kunnu vera við, tí
summi halda okkum vera
ov “smá”, virka vit fyri at
“teir” finna tær loysnir vit
vilja hava, stutt sagt, gera
tað arbeiðið vit ynskja
gjørt.Við Javnaðarflokki
num á Fólkatingi koma
Føroyar víðari á øllum
økjum.
“Praktiskt” samstarv er
tann gongda leiðin, sam
bært forkvinnuni hjá Social
demokratunum í Danmark.
Tað kann eg meir enn so
liva við. Vit í Javnaðar
flokkinum síggja møgu
leikar, “praktiskar”? What
ever baby, teir “møguleik
arnir” eiga at verða gagn
nýttir føroysku tjóðini til
frama. Vit vilja hava loysn
ir, ikki konfrontatión. Vit
fara ikki niður á Danating
fyri at vaska okkara skitnu
klæðir, tað gera vit her
heima.
Velji tí eitt av valevnu
num til Fólkatingið av
Javnaðarlistanum. Vit
finna loysnirnar.
Út um bøgarðarnar
saman við okkum í
Javnaðarflokkinum, koma
vit enn longri á leið.
Við vón um eitt gott val.
Og so kom hon eisini!
Hali haloo, Randi í Jógvanstovu!
fólkatingsvalevni
Javnaðarflokkurin
Randi
í Jógvanstovu
Val
Nr. 216 - 7. november 2007