mikudagur 7. november 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 216 - 7. november 2007
Hagtølini siga, at nógvar
kvinnur eins og nógv væl
útbúgvin fólk trívast ikki í
Føroyum. Orsøkirnar eru
mangar. Tað snýr seg bæði
um vantandi vælferðartæn
astur hjá til dømis ein
ligum mammum, og før
leikaskerdum. Men tað
snýr seg ikki minst um
vantandi arbeiðs og menn
ingarmøguleikar hjá fólki
við serligum førleikum.
Samfelagið hevur stóran
tørv á kvinnunum. Longu
nú eru uml. 2000 færri
kvinnur enn menn. Hugsið
um avleiðingarnar, um
gongdin heldur fram. Hag
tølini siga nevniliga, at tað
eru kvinnur í aldrinum
millum 20 og 39 ár, sum
velja Føroyar frá.
Vit hava so sanniliga
eisini brúk fyri teimum væl
lærdu. Vinnulívið,
heilsuverkið útbúgvingar
skipanin og ikki minst
mentunarlívið øll rópa
eftir væl útbúnum fólki,
kreativum fólki og fólki
við fjølbroyttum royndum.
Fólki, ið kunnu opna dyr.
Hetta er ein katastrofal
gongd, sum sigur okkum,
at vit mugu styrkja sam
haldsfestið og tora at taka
lut í alheimgerðini.
Sum umboð fyri Javn
aðarflokkin og fyri Føroyar
í Fólkatinginum fari eg at
brúka alla mína orku til at
gera nakað við hetta
vandamál. Tað má kannast
út í æsir, hví gongdin er
sum hon er, hví hesi
fólkini rýma, ella hví tey
ongantíð koma heim aftur.
Ítøkilig tiltøk mugu orðast
og ikki minst fremjast fyri
at venda gongdini.
Tað er stór skomm fyri
Føroyar, bara at lata standa
til. Tað má ikki vera
snævurskygni og ósoli
dariskar skipanir, ið gera,
at føroyskar kvinnur og
vælútbúgvið fólk velja ikki
at búseta seg í Føroyum.
Sosialurin
Heilsusamstarv við
onnur lond
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
-Hví skal alt ljósið í landsuðri liggja? Heldur vit
kring alla havsbrúnna hyggja, yrkti Jóannes
bóndi fyri skjótt hundrað árum síðani.
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum
Hans Pauli Strøm hevur tikið eitt sera áhugavert
og týdningarmikið stig til samstarv við Skotland,
og tað fyrsta, ið kemur einum til hugs er: -hetta
átti at havt verið gjørt fyri langari tíð síðan.
Harvið hava vit eisini sagt, at vit halda hetta vera
eitt sera týdningarmikið og áhugavert stig, sum
landsstýrismaðurirn eigur rós fyri.
Hans Pauli Strøm hevur í Edinburgh hitt skotska
heilsumálaráðharran, Nicola Sturgeon, sum
var sera positiv fyri einum samstarvi við tað
føroyska heilsuverkið. Skotar hava síðani 1999
haft fulla politiska umsiting av heilsuverkinum
innan fyri karmarnar av skotsku sjálvstýrislógini.
Samanborið við England, hevur Skotland ført
ein rættuliga øðrvísi og nógv betri heilsupolitik.
Landsstýrismaðurin vitjaði eisini í Aberdeen, har
meginsjúkrahúsið veitir tænastu til Hetland,
Orknoyggjar og Suðuroyggjar og hartil hevur
eina sera framkomna telemedisinska tænastu.
Kannað verður nú, um føroyingar kundu haft
fyrimun av einum skipaðum samstarvi við hetta
meginsjúkrahúsið. Flogtíðin til Aberdeen er
einans helvtina av tíðini at flúgva til Danmarkar,
og kann hetta í ávísum førum verða avgerandi
fyri akuttari læknahjálp.
Tað er als eingin ivi um, at á heilsuútbúgvingar-
økinum kundu Føroyar eisini haft fyrimunir av
einum tøttum samstarvi við Skotland. Hetta
er galdandi fyri grundútbúgvingar, víðari út-
búgvingar umframt eftirútbúgvingar. Nógv
fólk aðrastaðni frá ynskja at lesa á teimum
hægru lærustovnunum í Skotlandi, og landið
útbúgvir fleiri heilsustarvsfólk, enn tey sjálv hava
tørv á. Hetta vildi verið í samsvari við tann út-
búgvingarpolitikk, sum skiftandi landsstýri hava
rikið. Tað er eingin ivi um, at eitt fjølbroyttari
úrval av heilsutænastum vildi gagnað sjúkling-
unum. Hetta má og skal vera yvirskipaða málið
við heilsuverkinum. Latið okkum fáa avtalur
við Skotland og Ísland, sum eru okkara næstu
grannar, hvørs heilsuverk eru millum heimsins
fremstu.
Føroyar hava brúk fyri at venda eyguni eisini
móti okkara næstu grannalondum. Vit hava havt
frálíkt samstarv við Danmark, men vit hava sum
øll onnur samfeløg eisini brúk fyri at hava fleiri
bein at standa á í samstarvinum úteftir. Tíðin
er komin til at hyggja til Skotlands, Onglands,
Noregs og Ísland eisini. Og hví ikki eisini til
Írland! Nú vit skulu á val tvær ferðir átti samstarv
við onnur lond nettupp verið týðandi partur av
valskránni. Samstarv við skotska heilsuverkið er
ein góð byrjan.
Føroysku veljararnir hava
seinastu tíðina verið vitni
til, hvussu Tjóðveldi
roynir at vinna sær ávirk
an ígjøgnum Norður
atlantsbólkin. M.a. hevur
Norðuratlantsbólkurin
lagt úrslit fram um eina
kanning av viðurskiftu
num hjá føroyingum í
Danmark.
Men tað sum Tjóðveldi
ikki avdúkar, er, at tað
eru donsku vaskikonurnar
– fyri at nýta floksins
egnu orð – sum fíggja
arbeiðið hjá bólkinum.
Veruleikin er, at Norð
uratlantsbólkurin hevur
fingið undantak frá for
mansskapinum í fólka
tinginum, at virka sum
bólkur. Eftir donskum
lógum, skulu minst 4
umboð manna ein bólk,
fyri at fáa fíggjarligan
styrk til sítt virksemi. Øll
vita, at Norðuratlants
bólkurin verður mann
aður av tveimum grøn
lendskum og einum
føroyskum fólkatings
limi. Høgni Hoydal, sum
er føroyska umboðið,
hevur ongar “skruplir”
av, at donsku vaskikon
urnar stuðla Norður
atlantsbólkinum við
100.000 kr., um mánað
in. Tað er stuðulin sum
fólkatingið gevur bólk
inum til sítt arbeiði. Men
sami Høgni Hoydal
heldur tað vera vanvirð
ing, tá ríkiskassin letur
føroyska samfelagnum
660 miljónir kr., um árið.
Hvar er logikkurin? Hvat
halda føroyingar sum
búgva í Danmark um, at
teir verða nýttir sum
kastibløka í valstríðnum
hjá Tjóðveldi?
Føroyingar sum hava
valt at búgva í Danmark,
gera tað av egnum huga,
og tí teir trívast har.
Tað kunnu vit bara
takka ríkisfelagskapinum
fyri. Vit sum velja at
stuðla ríkisfelagskapi
num, fara altíð at virka
fyri, at føroyingar kunnu
búleikast í Danmark, á
jøvnum føti við danir og
grønlendingar, sum eisini
eru partur av ríkinum.
Vaskikonan fíggjar
Norðuratlantsbólkin!
valevni sambandsflokksins
www.brekkstein.com
ANNFINN
BREKKStEIN
Val
Hagtøl, ið mugu broytast
Valevni til fólkatingsvalið
Javnaðarflokkurin
HELENA DAM
Á NEyStABø
Val
Tjóðveldi fer á Fólkating
fyri at arbeiða og fáa úrslit.
At verða røddin sum flytir
fram føroysku áhugamálini
á ein virðiligan og ábyrgd
arfullan hátt. Sum skapar
áhuga og viðring fyri før
oyingum og tí føroysku
tjóðini.
Hetta er tann óhefta
røddin sum ikki rennur frá
ábyrgdini. Fólk kunnu
verða heilt trygg í, at tað
ikki verður vikið frá kós
ini, og at allar kanningar,
samarbeiði, semjur og átøk
verða gjørdar í opinleika
við tí endamáli, at styrkja
tjóðina og førka hana alt
nærri fullveldinum.
Sum nógv tann ýdnasti
fólkatingslimurin fyri Før
oyar í nýggjari tíð, hevur
okkara umboð av álvara
flytt mørk, eisini saman
við øðrum so, at tað gerðst
alt rúmligari bæði her
heima og úti, at arbeiða
fram móti frælsum
Føroyum.
Við einum miðvísum og
virknum tjóðveldis umboði
á Fólkatingi tryggja vit, at
eitt vakið og virkið umboð.
sum brennir fyri føroysk
um áhugamálum, áhald
andi kann veita Føroyum
og føroyingum bæði her
heima og úti varandi
tryggd og menning.
Tí er tað umráðandi, at
velja Tjóðveldi tann 13.
novembur.
Tjóðveldi á Fólkatingi
Valevni til fólkatingsvalið
Tjóðveldi
JÁKUP
PEtERSEN
Val